Í sambandi við Mentunarvikuna Skýming var skipa fyri ítróttartiltakið fyri fólkið við menningartarni á ítróttarøkinum í Runavík av Svani, ÍSB og Smæruni.
Góðu tit
Vælkomin í Bylgjuna. Miðjað verður hvørt ár eftir, at mentanarvikan skal fevna breitt, soleiðis at øll búsitandi í kommununi, og kring landið annars, skulu kunna finna okkurt tiltak, sum hevur teirra serliga áhuga.
Tí kunnu vit í dag á serligan hátt fegnast um, at júst hetta ítróttartiltakið fyri menningartarnað er vorðin partur av mentanarvikuni Skýming.
ÍSB varð stovnsett sum sersamband undir ÍSF á aðalfundi ÍSF 1. mars 1980, og gjørdist Svanur, við síni stovnan í 2009, fyrsta limafelagið undir ÍSB. Síðani hevur ÍSB fingið eitt limafelag aftrat – Smæruna í Havn.
ÍSB hevur tó skipað fyri virksemi fyri rørslu- og menningartarnað heilt síðani stovnan sína, seinastu mongu árini við sínum ítróttarráðgeva sum primus motor. Nógv av hesum virkseminum hevur verið skipað undir kvøldskúlaskipanini, og hevur hetta skapt tryggar og fakliga sterkar karmar.
ÍSB hevur eina heilt serliga støðu í mun til øll onnur sersambond í Føroyum. Heilt frá byrjan av varð dentur lagdur á, at vinna føroyskum rørslu- og menningartarnaðum luttøku í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi. ÍSB var stovnandi limur í Altjóða Paralympisku nevndini, sum skipar fyri paralympisku leikunum, tá ymiskir altjóða felagsskapir blivu savnaðir í IPC 22. sept. 1989.
ÍSB er somuleiðis limur í Special Olympics, sum skipar fyri leikum fyri menningartarnað. Nú amerikanska forsetavalið nærkast, bilar einki, um vit minna á, at tey, ið stovnsettu og vóru eldsálirnar í Special Olympics í mong ár, vóru Eunice Kennedy Shriver og maðurin Sargent Shriver. Eunice var systur amerikanska forsetan John F. Kennedy, og høvdu tey lagt til merkis, at systir teirra Rosemary, vegna sítt menningartarn, ikki hevði somu atgongd til ítrótt og rørslu sum onnur. Og tað valdu tey at gera nakað við við at skipa fyri ymiskum tiltøkum og kappingum. Hendan serliga søgan um systkin, sum vildu hjálpa vegna systir sína, røkkur heilt til Føroyar og til Bylgjuna í dag. Special Olympics, ÍSB og Svanur eru á hendan hátt skyld.
Føroysk rørslu- og menningartarnað ítróttafólk hava møguleika at luttaka í kappingum her heima og úti í heimi – bæði altjóða kappingum fyri einstakar ítróttagreinir og í kappingum við fleiri greinum, sum Special Olympics og Paralympics – stutt sagt á øllum mótum, har fólk úr øðrum londum kappast.
Hetta hevur givið Føroyum nógv heiðursmerki, men av størri týdningi er ivaleyst, at nógvir føroyingar við hesum altjóða kappingum hava fingið stórar upplivingar úti í Heimi. Eitt og hvørt ítróttarligt virksemi byrjar tó her heima, og við virkseminum, sum er fyri menningartarnað í kvøldskúla, feløgum, hjá ÍSB og ikki minst her í Bylgjuni í dag skapa vit tær dagligu upplivingarnar av rørslu og gleði, sum ítrótturin á serligan hátt kann geva okkum øllum.
Við hesum fáu orðunum fari eg at bjóða okkum øllum vælkomnum til tiltakið.