Mánadagin 28. januar var ársaðalfundur felagsins hildin í skúlanum við Løkin í Runavík, har virknir og ikki virknir limir vóru komnir saman.
Í formansfrágreiðingini tók Hendrik Olsen í stuttum saman um virki felagsins síðan stovnanina, og vísti á, hvussu sjónligur Svanur var vorðin í sambandi við tiltøk, sum fyriskipað hava verið í Eysturoynni. Tikið varð eisini saman um nýggju heimasíðuna, sum løgd var fram á farna fundi, og hvussu hon í grundini var vorðin andlit felagsins út eftir: Síðan er væl vitjað, og soleiðis er hon at kalla vorðin bindiliður millum nevnd og limir.
Svanur hevur afturvendandi tilboð á skránni á kvøldskúlanum; fótbólturin er komin inn aftur í ár, og arbeitt verður við at bjóða frælsan ítrótt. Árliga verður skipað fyri Svana Grand Prix, sum er sett saman av fýra kappingum í boccia, men hæddarpunktið er kortini Eikcup, sum í ár varð fyriskipað í høllini á Eiði. Formaðurin var fegin um tiltakið í ár, sum hann segði vera rættiliga væleydnað; kanska serliga av minigolfvøllinum, sum bróðurfelagið Smæran stuðlaði Svani við.
Forkunnug tilboð hava eisini verið í ár; t.d. jólakappingin hjá ÍSB og Special Olympics, sum báðar vóru í Havn, og vitjanin frá felag úr Halton Cheshire í Onglandi. Talan var um eina rættiliga hugnaliga vitjan, og Svanur hevur síðan fingið innbjóðing frá enska felagnum.
Formaðurin kunnaði eisini um, at limatalið í Svani áhaldandi økist, og at Kári P. Højgaard, í sambandi við Eikcup, varð heiðraður sum limur nr. 100. Eisini var kunnað um, at Eik aftur er høvuðsstuðul hjá Svani, og at nýggjur tveyárasáttmáli er undirskrivaður.
Á fundinum hesaferð stóðu Harry Knudsen og Wenzel Olsen fyri vali. Wenzel Olsen varð afturvaldur, men Harry Knudsen stillaði ikki upp aftur; í hansara stað varð vald Jónleyg Poulsen av Strondum. Eykalimur Birgir Samuelsen, sum eisini stóð fyri vali, stillaði heldur ikki upp aftur, og í hansara stað kom Godwin Sunder frá Saltangará. Nevndin er nú skipað við Hendriki Olsen sum formanni, Wenzel Olsen sum næstformanni, Haldis Dam Matras sum kassameistara, John Allani Midjord sum skrivara og Jónleyg Poulsen sum nevndarlimi.
Sjálv formansfrágreiðining sæst her