Í fjør var landsdystur móti Onglandi leiktur í Runavík. Rættiligur dámur varð settur á býin hesar dagarnar, sum tiltakið vardi. Tiltakið endaði við, at onglendingar buðu okkum til teirra at leika í ár. Hesin dystur varð so leiktur 14. juli í einum býi beint eystan fyri Liverpool.
Umframt sjálvan dystin, vóru eisini útferðir á skránni. Vit vitjaðu eitt nú Widnes Vikings á teirra leikvølli. Teir leika í bestu ensku rugbydeildini. Eisini vóru vit ein túr inni í Liverpool, gingu framvið Anfield Road og Liverpool Waterfront. Har liggur guli kavbáturin, sum Beatles syngja um. Tað var eisini hagani, at Titanic fór fyrsta og seinasta túrin.
Tey, sum mannaðu føroyska liðið, vóru: Unn Mortensen og Meiken Olsen úr Smæruni. Joanna Poulsen, Elvin Weihe, Tórður Hjalt Jacobsen, René Lið Thomsen og Valdemar Dam. Leiðarar vóru Hendrik Olsen, Wenzel Olsen og Dan Lamhauge.
Nú til sjálva kappingina. René leikti einmansleik móti einum breta og einum valisa. Og René lat ongan iva vera um, hvør av teimum var bestur. René vann greitt báðar dystirnar móti valisanum. Móti bretanum var meira spennandi. Fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki. Men í seinna og avgerandi dystinum vant René burtur úr Kevin og vann harvið gull. Talan var um fult uppibornan sigur.
Unn og Tórður leiktu tvímansleik ella sum par. Tað gekk heldur tungt teir báðar fyrstu dystirnar. Tey vóru ikki nóg neyv, og taptu tepurt. Men so funnu tey stevið, og teir báðar seinnu dystirnar lá nógv betur fyri. Tey vunnu báðar. Tað var nóg mikið til eitt annað pláss og silvur.
Joanna, Meiken, Elvin og Valdemar leiktu sum lið. Tveir teir fyrstu dystirnar vundu tey úr mótstøðuliðunum. Eftir steðgin vístu hini liðini at hava fótað sær, men tey skalaðu ikki okkara lið, sum – tá avtornaði – vann allar dystirnar. Tað gav gull.
Samanlagt gjørdist talan um gull í einmansleiki, silvur í tvímansleiki og gull fyri lið.
Ferðin heim gjørdist minnilig og long. Ætlanin var at koma heim mánadag, men toka í Vágum gjørdi, at vit fyrst vóru í Íslandi, síðani í Noreg og at enda í Skotlandi, áðrenn vit endiliga lendu í Vágunum mikudag.
Dan Lamhauge