Ítróttarfelag teirra brekaðu í Eysturoynni
Ítróttarfelagið Svanur, ið hevur heimstað við Saltangará, er ítróttarfelag teirra brekaðu í Eysturoynni. Fyrstu norðurlendsku feløg av hesum slag vórðu sett á stovn í fyrru helvt í 50-árunum, men longu frammanundan høvdu royndir verið gjørdar á evropeiska meginlandinum og í Bretlandi.
Í Føroyum vóru ynski um skipað viðurskifti fyri ítrótt og venjing fyri brekað, og í 1980 vórðu stig tikin til at stovna felag, sum fekk navnið Ítróttarsamband teirra brekaðu, ella ÍSB. Ætlanin var upprunaliga, at undirfeløg skuldu stovnast á støðum uttanfyri Havnina, men kortini gekk nakað av tíð, áðrenn stig vórðu tikin til fleiri feløg; Svanur, ið varð stovnaður í 2009, var fyrsta felag undir ÍSB.
Endamálið við Svani var at fáa brekað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis at tey á tann hátt kundu fáa gagn av kropsligu venjingini og sosialu samveruni. Í fyrstu atløgu var neyðugt at skapa, ella í øllum førum skipa neyðugu umstøðurnar, og í øðrum lagi varð virkað fyri at kveikja áhugan fyri ítrótti hjá málbólkinum.
Svanur hevur ment seg líðandi síðan stovnanina, og er í dag vælvirkandi og virkið felag við hundrað limum. Grundleggjandi virki felagsins er tað sama sum tá ið felagið varð stovnað, men munurin er kortini tann, at Svanur sum heild er vorðin ein kendur og meira náttúrligur partur av ítróttar- og mentanarlívinum í Eysturoynni.