Leygardagin 19. oktober kl. 13 verður skipað fyri árliga Eik Cup-degnum á Eiði. Á tiltakinum, sum verður í ítróttarhøllini, verður kappast í boccia og mini golf, men miðað verður eisini ímóti at fáa eina hugnaliga løtu uttanfyri kappingarnar, har okkurt verður til matna, og har orkestrið Ælabogin kemur at spæla. Ælabogin, ið er orkestur teirra, ið bera brek, hevði annars 15-ára stovningardag 29. september.
Hetta verður fimta ferð, at skipað verður fyri Eik Cup, og eins og undanfarin ár hava vit valt at hava tiltakið í ítróttarhøllini á Eiði, har umstøðurnar hava verið góðar.
Eik Cup 2012 var rættiliga væleydnað: fleiri fólk enn árið fyri høvdu teknað seg til kappingarnar, og áskoðararnir vóru eisini fleiri. Væl gekst at skipa bocciakappingarnar, og av tí mini golf eisini var á skránni, var bíðitíðin ikki so long. Golfvøllurin var bæði stórur og fjølbroyttur, og tí var hann eitt frískligt íkast, sum vit fegin vilja hava við aftur hesaferð.
Skráin er henda:
Kl. 13.00 til 13.30 Smyrjibreyð/saft/the/kaffi
Kl. 13.00 til 13.30 Tilmelding til boccia- og golf
Kl. 13.30 Dagurin verður settur av Alfred Olsen
Kl. 14.00 Kappingarnar byrja
Kl. 16.15 Heiðursmerkjahandan
Kl. 16.30 Køkur og kaffi
Kl. 17.00 Tiltakið endar
Vónandi vera vit eins mong og í fjør.