Nú 3 umfør av Boccia Grand Prix eru avgreidd, er líkt til, at Theodor Esmar verður nýggjur meistari. Hósdagin varð 3. umfar leikt í skúlanum við Løkin, og aftur hesaferð vann Theodor Esmar. Hann hevur nú 30 stig, sum er fult stigatal. Tað er einastandandi. Men enn kann hann ikki kanna sær sigurin. Í hølunum á honum kemur Tórður, sum enn einaferð endaði á øðrum plássi, eftir at hann mátti lúta fyri júst Theodor Esmari í finaluni. Tað bleiv ein sera spennandi finala, har leikararnir vístu, hvør dugur var í teimum. Teir skiftust um at liggja næst tí hvíta bóltinum. Tá samanum kom, var tað altso Theodor Esmar, sum lá omaná.
Nú er bert eitt umfar eftir. Higartil í ár hava 25 leikarar luttikið í kappingini. Theodor Esmar liggur á odda við 30 stigum. Á øðrum plássi liggur Tórður við 25 stigum. Vinnarin í fjør, Valdemar, liggur longur afturi og hevur ongan møguleika at vinna samlaðu kappingina í ár. Tískil skulu vit finna nýggjar meistara, og dysturin tykist vera millum Theodor Esmar og Tórð. René hevur eisini møguleikan, men so skulu nógv úrslit laga seg. Úrslit og støður eru at síggja aðrastaðni á heimasíðuni.