Ásannandi, at øll eiga at hava møguleika at koma í Gudshús, skipaðu økisnevndirnar í Javna fyri fyrstu gudstænastunum kring landið í desember 2003. Vælvitandi, at øll eru vælkomin til gudstænastur, hvar tær enn eru, so man mangur okkara ásanna, at ORÐIÐ kann verða torskilt. Hetta var orsøkin til, at Javni tók stig til gudstænastur har boðskapurin verður borin fram á ein einfaldan hátt, so flest møgulig hava møguleika at fata hann.
Javni er eitt átrúnaðarliga óheft felag. Tí royna vit at arbeiða soleiðis, at øll skulu kunna kenna seg aftur í teimum tiltøkum, sum skipað verður fyri. Tað er eisini orsøkin til, at umframt fólkakirkjuna so verða eisini onnur trúarsamfeløg nýtt til okkara gudstænastur. Vit gleðast um vælvildina, sum verður víst okkum frá kirkjum og samkomuhúsum.
Í ár varð fyri fyrstu ferð skipað fyri gudstænastu í Skopun. Eitt sindur stuttligt, tí her búði Maria Oknadal, sum sat í fyrstu nevnd Javna. Síðani hon gavst í 1977 hevur Sandoyggin ikki havt starvsnevndarlim aftur fyrrenn í ár, tá Kristrún Kjærbo, sum eisini er búsitandi í Skopun, tók við. Tórun Magnussen í Húsavík hevur verið í økisnevndini hjá Javna eitt skifti.
Aftur í ár var gudstænastan í Suðuroynni hildin í Frelsunarherinum í Vági. Í Vágum varð hildin í Sandavágs Kirkju.
Seinastu gudstænasturnar í ár eru hesar:
- Hósdagin 13. desembur kl. 19 í Christianskirkjuni í Klaksvík
- Hósdagin 13. desembur kl. 19 í Kelduni í Skálabotni
- Fríggjadagin 14. desembur kl. 19 í Hebron á Argjum
Drekkamuður verður at fáa eftir gudstænastuna 🙂
Verið hjartaliga vælkomin 🙂