Svanur tveir føroyameistarar í boccia

Føroyameistarakapping í boccia varð leikt í Løkshøll leygardagin 12. apríl. Umstøðurnar vóru av teimum allar bestu. Tað vóru serliga leikarar úr Smæruni og Svani, sum luttóku. Leikararnir hjá Svani vóru í nýggjum stásiligum búnum. Ein einsamallur norðoyingur hevði leitað sær til Runavíkar, og tað hevði verið deiligt, um hann eisini fekk eitt felag at umboða.

Byrjað varð við, at øll gingu inn í takt við marsj tónleik. Har setti Kári Jacobsen, formaður í mentanarnevnd Runavíkar kommunu, dagin. So var klárt at kappast.
Sum nakað nýtt, skuldu tey leikandi savnast “back stage” og so fylgjast inn saman við dómarunum og aftur við rungandi tónleiki. Tað setti ein hátiðarligan dám á.
Sjálv kappingin gekk væl. Hjá kvinnum vunnu Unn Mortensen og Ruborg Haraldsen sínar bólkar. Men í hálvfinalunum máttu báðar lúta fyri ávikavist Meiken Olsen og Herdis Johannesen. Tá liðugt var, var Meiken vorðin føroyameistari. Endaliga støðan var:
1. Meiken, føroyameistari, Smæran
2. Herdis, Smæran
3. Unn, Smæran
4. Ruborg, Svanur.
Hjá monnunum gjørdist René føroyameistari eftir eina spennandi kapping. Tá komið var til hálvfinalurnar, vóru fýra leikarar hjá Svani eftir. Fyrst vann René móti Valdemari og Tórður móti Elvini. Í finaluni vann René trygt á Tórði og Valdemar vann móti Elvini. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt:
1. René, føroyameistari, Svanur
2. Tórður, Svanur
3. Valdemar, Svanur
4. Elvin, Svanur
Seinasta kappingin var tann hjá rørslutarnaðum. Har møttu einans tveir luttakarar. Vinnari og føroyameistari gjørdist Dánjal Jákup Djurhus úr Svani. Hann vann móti Petur Martin Sivertsen.
Hetta var seinasta kappingin í hesum bocciaárinum. Í summar verða aftur kappingar í boccia fyriskipaðar á stevnunum. Tá síggjast vit aftur. Takk fyri í ár øll somul. Til lukku tit, sum vunnu.
Onnur tíðindi