Svanur havt aðalfund

Svanur hevði aðalfund í Stíggi í kvøld. Nevnd og íðkarar luttóku, eins og Parasport Føroyar vitjaði fundin.

Fráfarandi formaðurin, Hendrik Olsen, hevði hesa formansfrágreiðing:


Góðu fundarfólk, góðu áhoyrarar!

Tað er við sorgblídni eg skrivi mína seinastu formansfrágreiðing hjá Svani. Frágreiðingin vil tí fylla nakað av tí sum felagið hevur verið ígjøgnum. Svanur er komin væl fyri seg, og hevur í dag ein søgu, ið vit kunnu vera errin av.

Felagið sett sær nøkur mál:

  • at menna ítrótt fyri fólk við rørslu-/menningartarni í Eysturoynni
  • at skapa umstøður fyri fleiri ítróttagreinum
  • at skipa fyri kappingum saman við Parasport
  • at skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við rørslu-/menningartarni í Eysturoynni og harvið gevagerandisdegnum eitt innihald
  • at skapa okkum ein samleika, identitet, hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standasaman um.
  • at fáa rørslu-/menningartað í gongd við ítrótt.

    Svanur hevur frá byrjan verið sjónligt, og hevur luttakið í mongum ymiskum tiltøkum og kappingum, bæði her á landi og uttan landa.Vit hava m.a. verið í Onglandi, har vit spældu boccia móti einum felagi, sum hevði verið í Føroyum árið fyri og vitja okkum. Eisini hevur felagið verið í Íslandi saman við Parasport. Limir í Svani hava eisini luttikið í Special Olympics, sum var í Los Angeles. Tað hava eisini verið óteljandi veitslur og hugnaløtur, sum vit kunnu minnast við gleði aftur á. Her heima hava vit eisini verið til fleiri tiltøk. M.a. Svana-cup, Laksatorg, Mentunarviku, og stevnur fyri at nevna nøkur.

    Nú hava vit lagt árið 2021 aftur um okkum, og soleiðis lagt eitt ár aftrat søguni hjá Svani. Tað sum stendur sterkast eftir er: halt frástøða, spritta hendur, lat teg testa, fara í sóttarhald. Man kann ikki siga hetta hevur so nógv við okkara mál-setningar í felagnum at gera. Men tó vil eg siga, at limir okkara eru nakað heilt serligt, tá hugsað verður um tær umstøður, ið teir skuldu fyrihalda seg til. Her er ikki eitt øvugt orð komið upp, meir enn, at tey saknaðu kvøldskúla-tilboðini, í ávísan mun vóru tarnaði.

    Viðvíkjandi stuðlum, hevur Svanur ikki nakran fastan høvuðsstuðul í løtuni. EM-asfalt hevur annars verið høvuðsstuðul tey seinastu árini. Svanur er í dag í býtislyklinum hjá Runarvíkar kommunu, sum letur stuðul til ítróttin á staðnum.

Felagið er ikki komið her til av sær sjálvum. Felagið hevur fólk, sum hava rætt eina hjálpandi hond, tá tiltøk hava verið. Her vil eg serliga takka teimum, sum hava tikið sær av kvøldskúlatilboðunum øll hesi mongu ár. Eg vil takka fyri tað góða samstarvið, ið hevur verið okkara millum. Vit hava bjóðað boccia, innandura-fótbólt og svimjing. Harumframt hava vit roynt fimleik, hondbólt og frælsan ítrótt.

Svanur er ikki komin á mál, her er nógv meira ið kann gerast. Okkurt av tí, sum ikki bar á mál, má ikki fáa loyvi at liggja, men roynast aftur. Møguliga var tað timingin, ið ikki var røtt, og tí ikki kom upp at koyra fyrsta árið. At byggja upp tekur tíð, og skal eitt ávíst áhaldni til – og treiskni.

Nú eg havi tikið endaliga støðu at trekkja meg úr nevndini eftir at hava verið við frá byrjan, kundi verið nógv at róð aftur á, men tað verður ikki her. Tó kann eg ikki koma uttan um nevndina. Her vil eg senda ein serliga tøkk fyri eitt konstruktivt og gott samarbeiði. Løturnar vit hava sitið saman hava verið nógvar og góðar – minnisríkar. Tit skulu hava stóra tøkk fyri tykkara íkast – arbeiðið er gjørt fyri tann, sum ikki kann, men sum gevur okkum nógv meir aftur fyri enn vit hava givið teimum.

Eg vil ynskja Svani góðan byr fram á leið.

Takk øll somul!

Hendrik Olsen, formaður í Svani.


Kassameistarin Páll Hammer legði fram roknskapin fyri seinasta árið.

Síðani var nevndarval á skránni. Hendrik Olsen og Erla Weihe Johannesen fóru úr nevndini. Erla heldur tó fram sum varalimur. Hans Jákup Ellingsgaard og Sølvi Reinert Hansen, sum vóru eykalimir, vórðu valdir inn í nevndina. Nevndin skipar seg í næstum.

Fundurin endaði við lívligum práti afturvið einum góðum drekkamunni.

Onnur tíðindi