Svana cup í Løkshøll

Kappast verður í boccia fyri rørðslu- og menningartarnað. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við í uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar í Boccia í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Í nøkur ár hava vit valt, at hava eina kapping fyri áskoðararnar eisini, har tey, sum annars kappast leggja lag á. Hetta er sera spennandi og skemtingarsamt bæði fyri brúkarar og áskoðarar. So á skránni í ár vera fýra kappingar:

1. Kvinnur við menningartarni

2. Menn við menningartarni

3. Kvinnur og menn við rørðslutarni

4. Áskoðarar

Etly Nord Højgaard býráðslimur í Runavíkar kommunu fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vit miðað ímóti at fáa eina hugnaliga løtu við síðuna av kappingina eisini, har okkurt gott verður at fáa. Sí eisini kunning á heimasíðuni hjá Svani www.svanur.fo.

Tey, ið ynskja at luttaka, verða vinaliga biðin um at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo.

Tað kostar 100 kr. at luttaka.

Onnur tíðindi