Fyrsta umfar av Boccia Grand Prix varð leikt í Glyvra skúla mánakvøldið. 17 luttakarar møttu. Nevnast kann, at Jákup Andrias, Ann og Jørgen av Vollanum vóru ikki við á hesum sinni. Tey vóna vit at síggja aftur til kapping.
René var komin úr Klaksvík. Og tað var ein skilagóð avgerð. René gjørdist vinnari av fyrsta umfarinum og hevur harvið lagt seg á odda í kappingini við 10 stigum.
Í finaluni møtti hann Elvini, sum hevði vunnið fleiri dystir í síðstu løtu. Í finaluni vann René greitt. Tað var annars um reppið, at René als ikki kom í finaluna. Í hálvfinaluni móti Eli stóð René til at tapa, men at enda vann hann við brotskasti.
Næsta kapping verður longu mikudagin kl 16:00 í Glyvra skúla.