Joanna og Eli vunnu í mentanarvikuni

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar Kommunu skipaði Svanur fyri opnari bocciakapping. Tað merkir, at øll, sum hava hug at spæla boccia, kunnu luttaka. Fleiri enn 20 leikarar vóru við at gera eina spennandi og væl leikta kapping.

Í bólkinum við kvinnum vóru flestu leikararnir. Endin gjørdist tó, at mest vinnandi kvinnan seinastu árini, Joanna Poulsen, vann kappingina. Finaluna vann hon 2-1 á Kristinu, sum royndi seg fyri fyrstu ferð.
Hjá monnunum fingu vit ein heilt nýggjan vinnara. Eli hevur verið við í mong ár, og hesaferð eydnaðist honum at fara allan vegin og vinna gull. Eli vann allar sínar dystir í dag.
Úrslitini:
Kvinnur
1. Joanna
2. Kristina
3. Marta
Menn
1. Eli
2. Gunnar
3. Kristian
Onnur tíðindi