Nú er heystið her, og tað fer at nærkast, til kvøldskúlarnir fara í sving aftur. Eitt tekin um tað er, at leygardagin var árliga Svana Cup hildið í Løkshøll í Runavík. Tiltakið hevur eftir hondini nógv ár á baki og hevur lagt seg í eina fasta legu.
Onkuntíð hava vit sæð fleiri luttakarar, men teir, sum møttu, fingu ein fínan dag saman.
Fyrst setti Etly Nord Højgaard, býráðslimur í Runavíkar býráði, dagin. Hon var spent at síggja, hvussu man kappast í boccia, tí tað hevði hon ikki sæð áður.
So varð farið undir kappingarnar. Kappast varð í 4 bólkum. Bólkarnir vóru: rørslutarnað, kvinnur við menningartarni, menn við menningartarni og so í einum opnum bólki, har áskoðararnir kundu royna seg.
Úrslitini vóru hesi:
Rørslutarnað:
1. Dánjal Jákup Djurhuus
2. Marius Johansen
3. Petur Martin Lydersen
Kvinnur við menningartarni:
1. Joanna Poulsen
2. Hilda Poulsen
3. Marta Hansen
Menn við menningartarni:
1. Ísak Hansen
2. Helgi Barbá
3. Elvin Weihe
Opin bólkur:
1. Hilmar
2. Tóra
3. Martin
Aftan á varð borðreitt við góðum tvíflísum, køkum, kaffi, te og onkrum øðrum.
Eitt gott tiltak, sum fleiri áttu at møtt til. Tað verður komandi ár.