Elvin vann – Valdemar fremst samanlagt

Tað vóru næmingarnir á ítróttabreytini í 10. flokki í Runavíkar og Tofta skúla, sum skipaðu fyri, og tað dugdu teir sera væl. 16 luttakarar møttu, og teir vórðu stuðlaðir av 200 áskoðarum. Næmingarnir, sum møttu at hyggja, vóru spentir, og fylgdu áhugaðir við í støðunum. Fyri luttakararnar var kappingin eisini ein uppliving, tí tað er ikki á hvørjum degi, at teir hava 200 áskoðarar.
Kappingin gekk væl, og fleiri góðir og tættir dystir vórðu leiktir. Tá til stykkis kom, vóru tað Theodor Esmar og Beinta, sum dystaðust um 3. plássið. Tað endaði við sigri til Theodor Esmar, sum harvið vann sær 8 stig í grand prix kappingini.
Finalan stóð millum Valdemar og Elvin. Áðrenn síðsta útkast var Valdmar á odda 3-1. Men Elvin vísti stórspæl, og vann umfarið 3-0 og harvið dystin 4-3. Soleiðis fekk Elvin 10 stig og Valdemar, sum annars hevur vunnið undanfarnu 2 umførini, fekk 9 stig. Valdemar er framvegis klárt á odda við 29 stigum. Elvin er nú nummar 2 við 22 stigum.
Seinasta umfar verður í Skúlanum við Løkin hóskvøldið 29. mars. Tá verður spennandi at vita, um Valdemar megnar at halda stílin og vinna steypið fyri fyrstu ferð. Tá verður steypið handa samlaða vinnaranum.

Onnur tíðindi