Dreingirnir úr Svani vunnu alt.

Leygardagin skipadi ÍSB fyri jólakapping í boccia. Kappast vard í fimleikahøllini í skúlanum uppi á Løgmannabreyt. Frálíkar umstødur. Undirtøkan fyri kappingini var minni enn vant, kanska vedrid spældi ein leiklut í tí.

Kappast vard í trimum bólkum. Rørslutarnad kappadust í einum bólki. Úrslitid bleiv, at Marius Johansen vann greitt. Jóa Ziska bleiv nummar 2 og Petur Martin nummar 3. Teir eru allir úr høvudstadnum.
Menningartarnad kappadust í tveimum bólkum, menn og kvinnur. Kappingina fyri kvinnur vann Unn Mortensen úr Smæruni. Unn hevur longi verid millum allar fremstu boccialeikarar og hevur leikt nógvar landsdystir. Joanna Poulsen av Strondum vann silvur. Hon leikar fyri Svan. Dysturin um tridja plássid var millum Meiken Olsen og Elin Løkin. Meiken vann og fekk harvid bronsuheidursmerki. Elin bleiv nummar fyra.
Bert 7 menn møttu til kappingina. Men harfyri fingu vit eina frálíka kapping. Tad endadi vid, at Svanur fór vid øllum heidursmerkjunum. Valdemar vann, Tórdur bleiv nummar 2 og Elvin nr. 3. Øssur Gudmundarson úr Smæruni bleiv nummar 4.
Merkisvert var kanska, at bert leikarar úr Smærun og Svani luttóku. Vónandi gongur ikki long tíd, til onnur feløg verda sett á stovn rund í landinum.
Onnur tíðindi