Í fleiri ár hevur ítróttabreytin í Runavík/Toftum skipað fyri einum umfari í boccia grand prix. Kappingarnar hava verið í Løkshøll ein dag fram móti vári. Kappingin hevur verið í skúlatíð, og allir næmingar skúlans hava verið áskoðarar. Tað hevur givið eitt serligt huglag. Hetta hevur samstundis verið ein máti at vísa boccia fram, ein máti at fáa áskoðarar til kappingarnar, ein máti at fáa nýggj hjálparfólk virkin í Svani og ein máti at gera Svan sjónligan í hugaheiminum hjá ungdóminum á staðnum. Kappingarnar hava verið so serstakliga væleydnaðar. Ongantíð hevur nakar trupulleikin verið av hesi kapping, hóast hon hevur ligið mitt á degi.
Í ár letur hetta seg tíverri ikki gera, tí nú er tað vorðið trupult hjá íðkarunum at biðja frí frá arbeiðnum. Tað virða fyrireikararnir. Hetta harmar okkum. Næmingarnir í 10. flokki høvdu eisini glett seg líka nógv sum íðkararnir til hendan dagin og hendan møguleikan.
Eftir røttum eru 4 umfør í boccia grand prix. Tað verða tað ikki í ár. Vit hava leikt tvey umfør. Um eitt triðja umfar verður, er støða ikki tikin til enn. Tit mugu fylgja við inni á heimasíðuni www.svanur.fo