3. umfar av boccia Grand Prix mikudagin

Tað er rættiligur spenningur í kappingini. Allan, René og Jørgen liggja lið um lið í kappingini við 19, 18 og 17 stigum. Men tað eru eisini onnur, sum kunnu gera vart við seg og vinna kappingina enn. Tað snýr seg um at vera til reiðar, tá kappingarnar eru. Nógvir luttakarar hava verið við í ár, m.a. tey, sum byrjaðu á Rásini í summar, og hava tey klárað seg stak væl.

3. umfar verður leikt í fimleikahøllini á Glyrvum kl. 15:30 mikudagin. Tað verður spennandi.
Onnur tíðindi