10 ára føðingardagur hjá Svani

16. September 2019 varð hátíðardagur fyri Ítróttarfelagnum Svani, sum fillir 10 ár í ár. og vóru uml 150 fólk samlað. Byrjað varð við einum ítróttartiltaki í Bylgjuni í Runavík. Torbjørn Jacobsen setti dagin, Ælaboðin spældi nøkur løg og Loppurnar frá Fimleikafelagnum Ljósið framførdu tvær seriur. Síðan var ítróttur á skránni og øll kundu verða við. Eftir hetta varð farið niðan í Skótahúsið við Løkin til eitt sera hugnaligt borðhald við góðum mati. Til borðhaldið vóru tónleikainsløg og vóru nøkur, sum fluttu fram røðu. Millum ein teirra helt formaðurin í Svani, Hendrik Olsen, eina røðu sum kann lesast niðanfyri. Hetta hevur verið ein sera hugnaligur, stuttligur og góður føðingardagnur. Eitt sera væleydnað tiltak.

Svanur á flogi í 10 ár                                                                                                                                       

Nú eru 10 ár liðin síðan Svanur fór á flog  – tann 16. februar 2009.  Hesi ár hava verið sera hendingarík og spennandi. Tað kundi verið mangt at trivið í gjøgnum hesi 10 árini, men í stuttum vil eg  greiða frá, hvat felagið ger og einkulta hending á hesi 10 ára longu ferð.

Ítróttarfelagið Svanur hevur til endamáls at menna ítrótt fyri rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni, og at fremja rørslu og kappingarítrótt hesum at gagni. Eisini at vekja ans millum rørslu- og menningartarnað fyri týdninginum av at íðka ítrótt, bæði til likams og sálar.

Fyrsta tíðin fór við, at fáa skipað felagið, og at fáa tey praktisku tingini uppá pláss. Tað kostar at koma í gongd og tí var neyðugt við fíggjarligum stuðlum – í dag er EM-asfalt okkara høvuðsstuðul. Eisini hava vit fingið stuðul frá øðrum fyritøkum og einkulpersónum, sum eru limir í felaganum.

Eitt, sum felagið hevur merkt, er tann hjálpandi hondin, sum altíð er til staðar – tær eru fleiri í tali. Her hevur felagið merkt ein serstakligan stóran stuðul, sum hevur gjørt, at felagið ikki hevur havt tær stóru útreislunar.

Tá tiltøk hava verið hava kommunur lagt hølir til meðan útgerð, flutningur, matur v.m. hevur mest sum alt verið gjørt sjálvboðið. Hetta seta vit sera stóran prís uppá.

Sjúðrur Højgaard gørdi okkara búmerkið har tann fevnandi svanurin vísur sín samleika fyri felagið, sum er fyri menningar- og rørslutarnað. Diana Jacobsen hevur so meistarliga snikkað flaggið til. 

Sum ein partur av endamálinum, hevur Svanur í dag fingið fleirið virksemi upp at standa. Her kann nevnast Boccia, sum er á Strondum og Runavík, fótbóltur á Toftum og sviming í Leirvík. Hetta síðsta árið hava vit eisini roynt hondbólt á Glyvrum. 

Svanur skipar eisini hvørt ár fyri Jólahugna, SvanaCup og er við á mentunardøgum og stevnum har m.a. politikkarar hava fingið høvi at roynt seg í boccia.

Svanur hevur eisini flogið uttan fyri landoddanar. Her kann nevnast at limir í Svani hava verið við til at mynda toymir, íð m.a. hava verið í: 

Los Angeles til Spescial Olypics

Athen til Special Olympics

Fótbóltskapping í Íslandi

Onglandi til boccia

Minist serliga síðst nevnda túrin:

Hetta var ein serligur túrur, tá hugsað verður um ferðina heim. Tað varð farið frá Stansted flogvølli uttan fyri London, har vit nú gleddu okkum at koma heim eftir eitt langt vkuskiftu uttan fyri Liverpool har íðkarnir høvdu kappast í boccia. 

Tá vit nærkast Føroyum fáa vit at vita, at mjørki er og vit tí koma at bíða til tað lýsnar. Eftir at hava gjørt eina miseydnaða roynd at lenda varð farið til Íslands at fylla brennievni á. Tá vit nærskast  Íslandi sigi eg við ein av luttakarunum: “Nú fingu vit eisini vitjað Ísland á túrinum”. Tað helt hann lítið um, og helt fyri at Magni Arge hevði fulla ábyrgd av, at vit ikki fingu lent. 

Eftir bunkringina varð enn ein roynd gjørd at lenda í Vágunum. Tá tað heldur ikki eydnaðis hesaferð fóru vit til Bergen har vit yvirnáttaðu. Dagin eftir gjørdu vit aftur eina roynd uttan eygnu, og varð tí farið til Glasgow at yvirnátta. Tá flogið var til Glasgow spyr ein ferðandi, hvar vit nú fóru. Tá greiði eg teimum frá, at vit nú eru á veg til Glasgow har vit skulu yvirnátta. Tá helt viðkomandi fyri, at tað kundi ikki passa. Tey vóru 10 í einum feralagi og høvdu koyrt í einar 4 tímar til Stansted fyri at koma umborð á hetta flogafar til Føroyar og nú at yvir nátta í Glowsagow – bert hálvan annan tíma frá har, tey komu. Tað ljóðar sum ein skrøna!

Her skal til seinast viðmerkast, at túrurin ið skuldi taka 2 tímar vardi nú tríggjar dagar. Henda tíðin virkaði ikki so drúgv, sum ein skuldi trúð, av tí at okkara íðkarar settu sín dám á hotellinum og góðu onga ónøgd til kennar. 

Felagið er í dag 10 ár og eru vit stolt av at kunna halda henda dag.  Tá hugsað verður um at flogið hevur verið víða er Svanur nú vaksin og vorðin meira sjónligur.

Sum felag og nevnd var okkara uppgáva at fáa Svan á flog og meta vit at hann er koma væl frá hesum. Men ein kemur ikki á flog uttan ein góðan start og var tað eisini í hesum føri.

Kveikjanin til hetta kom frá trimum persónum (Dan Lamhauge, Marjun í Jákupsstovu og Jastrid Weihe) , sum Dan Lamhauge skal greið nærri frá.

Eg vil vegna nevndina hjá Svani og teimum aktivu íðkarunum takka fyri stuðul og takka øllum teimum, sum hava staðið og framvegis standa felagnum nær. Uttan tykkum hevði tað verið tunkt, um ikki ómøguligt, at verið á flogið.

Takk fyri øll somul!

Og stórt tillukku á 10 ára degnum

Hendrik Olsen, formaður í Ítróttarfelagnum Svanur. 

Onnur tíðindi