1. umfar av Boccia Grand Prix avgreitt.

Hóskvøldið var 1. umfar av Boccia Grand Prix avgreitt í skúlanum við Løkin í Runavík. 17 luttakarar vóru til hesa fyrstu bocciakappingina. Fyrst var innleiðandi umfar leikt, og leiktu Theodor Esmar, Ísak, Dánjal, Arnbjørn, Valdemar, René, Tórður og Beinta seg í fjórðingsfinalurnar. Tá komið var fram til finalurnar, stóð dysturin um 3. plássið millum René og Dánjal og sjálv finalan var millum Theodor Esmar og Tórð. Endaliga støðan gjørdist, at Theodor Esmar vann kappingina. Tórður gjørdist nummar 2, René nummar 3 og Dánjal nummar 4.

Støðan í Boccia Grand Prix sæst undir teiginum við Grand Prix.

Onnur tíðindi