Flogvallarenning

Leygardagin 10. desembur verður helst einasta flogvallarenningin í Føroyum
nakrantíð, tá øll, í stóra familjutiltakinum, fáa møguleikan at ganga ella
renna eftir longdu flogbreytini.

Ókeypis er at ferðast ígjøgnum tunnilin, nú 07 Vestur bjóðar øllum vestur
til hetta forvitnisliga tiltakið, í sambandi við at leingingin av breytini á
fløgvøllinum til 1800 metrar er liðug.

Við tyrluni vitja jólamennirnir tiltakið, við onkrum góðum til børnini, og
øll, ið ganga ella renna teinin fáa felags luftmynd við sær heimaftur,
umframt endurskinsvest.

Bilettin er eisini lutaseðil har vinningarnir eru 3 ferðaseðlar við Atlantic
Airways og eitt vikuskifti á 62N Airport Hotel.

Frá dyrnar lata upp kl. 13:30, verður livandi tónleikur og eftir renningina
fæst ókeypis heitt kakao frá MBM og sett verður á stóru flogvallarkakuna frá
Sørvágs kommunu. Hetta meðan eyðkendu flogvallaljósini seta sín serliga dám
á, nú myrkri leggur seg so tíðliga.

Tey, ið hava hug at kappast um meistaraheitið í flogvallarenning, eru øll
við í kappingini um steyp til nr. 1, 2 og 3. Kappast verður í 4 aldursbólkum
og bæði monnum og kvinnum. Eisini verður tikið málvideo við, har allir
luttakarar koma uppá. Málvideo verður lagt út á heimasíðuna 07vestur.fo
aftaná.

Umframt alt hetta, verður eisini høvi at síggja myndaframsýning av
útbyggingararbeiðinum og fleiri av stóru maskinunum hjá hjá J&K Petersen og
Vága Floghavn.

Atgongumerki skal keypast áðrenn 1. desembur við at flyta gjaldið á kr. 125
fyri øll yvir 14 ár og kr. 50 fyri børn, á konto í Eik Banka: 9181
367.248-6. Atgongumerkið skal heintast í FK í Miðvági.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá 07 Vestur, www.07vestur.fo

Onnur tíðindi