Tað er spenningur undan seinasta umfarinum av boccia grand prix. Fleiri bjóða seg fram, og størstu favorittarnir eru Ísakur, Elvin, Joanna og Elin.
Tað er spenningur undan seinasta umfarinum av boccia grand prix. Fleiri bjóða seg fram, og størstu favorittarnir eru Ísakur, Elvin, Joanna og Elin.
Hon var við boccialandsliðnum í Aten í Grikkalandi til Special Olympics í 2011. Har spældi hon væl. Síðani hevur hon ikki gjørt so nógv um seg sum boccialeikari. Men mánadagin eydnaðist tað henni at vinna annað umfar av Boccia Grand Prix, og harvið hevur hon blandað seg í oddin í kappingini. Talan er sjálvandi um Elina Løkin. Í finaluni møttust Elin og Elvin. Tað gjørdist sera spennandi, og við tí seinasta bóltinum eydnaðist tað Elin at vinna dystin 3-2 og harvið at tryggja sær 10 stig í kappingini.
Ársaðalfundur felagsins verður á verkhúsinum Stíggjur í Saltangará, mánakvøldið 29. januar 2018 kl. 19.00
Skrá sambært lógum felagsins:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá formanninum
3. Innkomin mál
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi
5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali
6. Val av grannskoðara
7. Ymist
§4
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Møtið fjølment
Nevndin
Árliga jóla bocciakappingin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 10. des. kl 14.
Kappast verður trimum bólkum.
Bólkur 1: Menn við menningartarni,
Bólkur 2: Kvinnur við menningartarni.
Bólkur 3: Menn/kvinnur við rørslutarni.
Kaffi og ábit verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin
Melda til á tilmeldingarblaðnum HER
Joanna Poulsen skal fyri fyrstu ferð verja steypið í Boccia Grand Prix, og hon legði væl frá landi. Hon vann nemliga fyrsa umfar í ársins útgávu av Boccia Grand Prix. Í finaluni møtti hon Ísaki Hansen, sum mátti lúta fyri krútsterku Joannu. Tískil er Joanna á fyrsta plássi og Ísakur á øðrum plássi.
Góðu Svanalimir 
Jólahugni verður 30. november kl 18. í Bowlinghøllini í Leirvík. Kostnaður er 300 kr.
Vit byrja við at bowla síðani fara vit at eta, og hugna okkum
Okkurt undirhald verður eisini 
Tilmelding fer fram við at senda sms á tlf: 592027 (Anna).
Vit gleða okkum at fáa eina hugnaliga løtu saman 
Seinastu mongu árini hava vit kappast í Boccia Grand Prix. Leikt verður í 4 umførum, har vinnarin fær 10 stig, nummar tvey fær 9 stig og so víðari. Tann, sum hevur vunnið sær flest stig, tá fjórða umfar er leikt, vinnur kappingina og fær ferðasteypin í varveitslu í eitt ár. Leikt verður um steypin í 10 ár, og tann, sum tá hevur vunnið steypin oftast, fær hann til ognar. Og tað nærkast, tí vit hava longu leikt í nógv ár.
Fótbóltssambandið veitir útgerð, mat og drekka til tiltakið, og vónandi ber til at fáa onkrar dómarar úr dómarafelagnum at døma. Kappingarnar verða skipaðar á einum fjórðingsvølli, har tað eru fimm á hvørjum liði. Tað skulu altíð verða minst trý fólk við menningartarni inni í senn á hvørjum liði. Tað hevði eisini verið stuttligt, um eisini fólk uttan menningartarn, sum hava áhuga í at venja og stuttleika sær møttu upp til tiltakið, sigur Tróndur Ravnsfjall.