Special Olympics 2011

Í kvøld kom ferðalagið aftur frá Athen, har tey hava luttikið í Special Olympics. Special Olympics er ein felagsskapur, sum spennir um allan heim. Hesin felagsskapur arbeiðir við at skapa forstáilsi, aksept og inklusión millum fólk við og uttan menningartarni.

Á flogvøllinum í kvøld var fitt av fólki samankomin, fyri at heiðra teimum, sum hava umboðað Føroyar í Special Olympic. Millum tey, sum vóru saman komin var Helen D. á Nestabø, í eisini helt ein stutta røðu. Eftir røðuna fingu tey eina rósu og eina lítla gávu, sum var frá Mentamálaráðnum.

Rósurnar trudu ikki, tí eftir, at tey høvdu fingið tí fyrstu, kom JAVNI og deildi út rósur, sum eina tøkk fyri ein góðan innsats. Somuleiðis fingu tey eisini eina rósu hvør frá ÍSB.

Vit í Svani kunna verða stolt av okkara luttakarum, sum vóru fimm í tali, ið vístu eitt megnar avrik við at koma heim við fleiri heiðursmerkjum.

Hesi vóru við frá Svani:

Í boccia: Elin Løkin, Theodor Esmar Hansen og René Thomsen.

Í atletik: Tórður Hjalt Jacobsen og Júst í Túni.

Leiðari frá Svani var Dan Lamhauge.

Vit í Svani ynskja tykkum hjartaliga væl heimaftur komin!

Úrslit frá Athen

Kappingin í Athen er í gongd, og øll okkara ítróttafólk hava nú kappast. Og tað hevur heild gingið væl, onkur fegnast um persónlig met og sigrar, meðan onnur kundu hugsað sær, at tað gekk betur. Men øll royna sítt besta og geva ikki upp, frætta vit úr Athen.

Niðanfyri eru úrslitini fyri hvørja ítróttagrein:

Frælsur ítróttur

Tórður Hjalt Jacobsen og Júst í Túni hava luttikið í 200 m renning í innleiðandi umfarinum. Tórður kom á mál við tíðini 27,50 sek, sum eisini er persónligt met. Júst kom á mál við tíðini 27,83. Tórður hevur eisini luttikið í kappingini 100 m renning, og í innleiðandi umfarinum kom ungi vábingurin á mál við tíðini 12,91 sek.

Júst hevur luttikið í finaluni á 400 m teininum, men her gekk ikki sum ætlað hjá Júst, hann kom illa frá startinum, men kom tó mál við tíðini 59,38 sek, og fekk harvið eitt 7. pláss.

Rannvá Strøm og Meiken Olsen hava luttikið í 100 m renning, og í innleiðandi umfarinum kom Rannvá á mál við tíðini 16,18 sek og Meiken 17,54 sek. Tær báðar hava eisini runnið 200 m í innleiðandi umførunum Meikan fekk tíðina 35,64 sek og Rannvá 34,05 sek, báðar settu persónlig met.

Svimjing

Allir okkara svimjarar hava luttikið í innleiðandi umførunum, og onkrar finalur eru longu avgreiddar. Heidi Eliasen vann bronsu í 50 m ryggsvimjing, hon kom á mál við tíðini 46,75 sek, sum er góð 3 sek betri enn hennara besta tíð á teininum. Í finaluni í 50 frísvimjing var Heidi so óheppin, at hon misti svimjibrillurnar, hon kláraði sostatt ikki at seta persónligt met í kappingini, sum hon annars hevði ætlað. Eisini Súsanna Johannesen hevur staðið seg væl í svimjikappingini, hon vann bronsu í 100 m frísvimjing.

Eisini Robert Poulsen og Eivindur Toftegaard hava kappast í dag, teir luttóku í innleiðandi umfarinum í greinini 50 m frísvimjing. Tíðin vísti 32,02 sek, tá Robert kom á mál, og 37,28 sek var tíðin hjá Eivindi. Á 100 m teininum í frísvimjing vann Robert gull í sínum bólki við tíðini 1.11,14, og Eivindur kom á sjeynda pláss í sínum bólki við tíðini 1.23,02

Boccia

Føroyska liðið vann silvur í liðkappingini. Í finaluni spældi føroyska liðið móti Sri Lanka, Pakistan kom á triðja pláss. Kappingarnar halda fram í boccia, har føroysku spælararnir luttaka í einstaklinga kapppingunum

Eftir fjórða dagin á Special Olympics leikunum, er støðan tann at Føroyar hava vunnið fýra heiðursmerki, eitt gull-, eitt silvur- og tvey bronsuheiðursmerki. Harafturat hava tey sett fleiri persónlig met.

Kappingarnar í Athen halda fram til sunnudagin.

Jólakapping í svimjing og boccia 2011

Innbjóðingar til jólakappingarnar eru sendar út, og ítróttafólk kunnu melda til.

Kappingin í svimjing verður í stásiligu høllini í Klaksvík sunnudagin 20. novembur kl 17.00 meðan jólakappingini í boccia verður í badmintonhøllini í Havn 26.novembur kl 12.30.

Tað er onki krav, at tit skulu venja regluliga fyri at luttaka í kappingunum, øll kunnu luttaka í kappingunum! Í svimjikappingini verður skipað fyri serligum kappingum, har óroyndir svimjarar kunnu royna seg á jjavnbjóðis støði.

Tilmelding kann gerast á www.ISB.fo

Flogvallarenning

Leygardagin 10. desembur verður helst einasta flogvallarenningin í Føroyum
nakrantíð, tá øll, í stóra familjutiltakinum, fáa møguleikan at ganga ella
renna eftir longdu flogbreytini.

Ókeypis er at ferðast ígjøgnum tunnilin, nú 07 Vestur bjóðar øllum vestur
til hetta forvitnisliga tiltakið, í sambandi við at leingingin av breytini á
fløgvøllinum til 1800 metrar er liðug.

Við tyrluni vitja jólamennirnir tiltakið, við onkrum góðum til børnini, og
øll, ið ganga ella renna teinin fáa felags luftmynd við sær heimaftur,
umframt endurskinsvest.

Bilettin er eisini lutaseðil har vinningarnir eru 3 ferðaseðlar við Atlantic
Airways og eitt vikuskifti á 62N Airport Hotel.

Frá dyrnar lata upp kl. 13:30, verður livandi tónleikur og eftir renningina
fæst ókeypis heitt kakao frá MBM og sett verður á stóru flogvallarkakuna frá
Sørvágs kommunu. Hetta meðan eyðkendu flogvallaljósini seta sín serliga dám
á, nú myrkri leggur seg so tíðliga.

Tey, ið hava hug at kappast um meistaraheitið í flogvallarenning, eru øll
við í kappingini um steyp til nr. 1, 2 og 3. Kappast verður í 4 aldursbólkum
og bæði monnum og kvinnum. Eisini verður tikið málvideo við, har allir
luttakarar koma uppá. Málvideo verður lagt út á heimasíðuna 07vestur.fo
aftaná.

Umframt alt hetta, verður eisini høvi at síggja myndaframsýning av
útbyggingararbeiðinum og fleiri av stóru maskinunum hjá hjá J&K Petersen og
Vága Floghavn.

Atgongumerki skal keypast áðrenn 1. desembur við at flyta gjaldið á kr. 125
fyri øll yvir 14 ár og kr. 50 fyri børn, á konto í Eik Banka: 9181
367.248-6. Atgongumerkið skal heintast í FK í Miðvági.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá 07 Vestur, www.07vestur.fo

×