Valdemar vinnari av Boccia Grand Prix 2012

18 leikarar kappaðust í 4 og seinasta umfarinum av Boccia Grand Prix, sum varð leikt í Skúlanum við Løkin hóskvøldið 29. mars. Kappingin varð skipað í 5 bólkum við fýra og trimum leikarum í hvørjum. 8 leiktu seg víðari í fjórðingsfinalurnar. Kappingin var sera jøvn og spennandi. Eitt nú vóru René og føroyameistarin Tórður við, eftir at teir hava verið í útlegd seinastu mánaðirnar. Og so vóru nakrir ungir leikarar, sum stóðu seg sera væl. Rógvi Nesá spældi seg víðari til fjórðingsfinalurnar, og tað sama gjørdi Sofía Øregaard, sum leikti sína fyrstu Boccia Grand Prix kapping. Komandi ár verður spennandi at fylgja teimum báðum.
Úrslitið av 4. umfarinum gjørdist, at René vann og Ann gjørdist nummar 2. René vann finaluna tepurt, 4-3. Í dystinum um triðja og fjóra plássið vann Theodor Esmar greitt móti Valdemari.
Samlaða úrslitið gjørdist, at Valdemar er nýggjur vinnari av Boccia Grand Prix. Valdemar fekk íalt 36 stig. Tað eru heili 10 stig meira enn Elvin, sum gjørdist nr. 2. Theodor Esmar gjørdist nummar trý og fekk bronsuheiðursmerkið.
Nú verður støðgur í bocciaspælinum. Kvøldskúlarnir eru lidnir fyri í ár. Men á summarstevnunum fer Svanur aftur at skipa fyri bocciaspæli. Og so verður ein kapping í Runavík í summar, tá eingilska landsliðið í boccia kemur á vitjan. Talan er um vinardyst, men tað verður meira at frætta um seinni. Takk fyri í ár! Sí myndir her.

Svanur 2 føroyameistarar í boccia

Dánjal Jákup Djurhuus av Strondum vann kappingina fyri rørslutarnað. Tórður Hjalt Jacobsen úr Saltangará vann kappingina fyri mennigartarnað. Til lukku tit báðir. Meira verður at frætta seinni. Sí mynd her.

Til Havnar vit fara…..

Leygardagin verður FM í boccia í Badmintonhøllini í Havn. Svanur skipar fyri bussferð í samband við kappingina. Bussur fer úr Glyvra skúla kl. 11:15. Møtið kl. 11.
Hann koyrir heim aftur eftir kappingina, so vit koma aftur til Glyvra skúla um 17 tíðina.
Bussurin steðgar í Skálabotni um 11:30 tíðina og á Norðskála kl. 11:40, so at tey, sum búgva har um leiðir, kunnu koma við.

FM í svimjing

Síðsta FM kappingin hjá ÍSB í ár verður í svimjing. Eins og undanfarin ár verður kappingin í høllini í Gundadali. Svimjararnir møta kl 17.00 og kappingin byrjar kl 17.30. Kappingin verður nakað broytt, kappast verður í trimum ymiskum bólkum:Bólkur 1 eru vaksnir svimjarar á byrjunarstøði, meðan kappsvimjarnir svimja í bólki 2, og at enda svimja børnini í bólki 3 HER ber til at lesa meira um kappingina hvussu ein kann melda til.

FM í boccia

Stóra FM-kappingin í boccia verður leygardagin 24. mars í badmintonhøllini í Havn.

Kappast verður í tveimum bólkum, spælarar við rørslutarni og spælarar við menningartarni.

HER ber til at lesa meira um kappingina, um tilmelding o.a.

ÍSB vónar at boccia-spælarar kring landið møta mannsterk upp til FM í boccia 2012

FM í borðtennis

FM í borðtennis verður í fimleikahøllini í Venjingarskúlanum, 15. mars, kl 16.00. Tað hevur alstóran týdning, at møtt verður til tíðina!!! Luttakarar verða bidnir um at boða frá luttøku via sms á 224766. Seinasta freist at melda til, er 15. mars kl 12.00. Vælkomin at luttaka í FM kappingini í bortennis

Elvin vann – Valdemar fremst samanlagt

Tað vóru næmingarnir á ítróttabreytini í 10. flokki í Runavíkar og Tofta skúla, sum skipaðu fyri, og tað dugdu teir sera væl. 16 luttakarar møttu, og teir vórðu stuðlaðir av 200 áskoðarum. Næmingarnir, sum møttu at hyggja, vóru spentir, og fylgdu áhugaðir við í støðunum. Fyri luttakararnar var kappingin eisini ein uppliving, tí tað er ikki á hvørjum degi, at teir hava 200 áskoðarar.
Kappingin gekk væl, og fleiri góðir og tættir dystir vórðu leiktir. Tá til stykkis kom, vóru tað Theodor Esmar og Beinta, sum dystaðust um 3. plássið. Tað endaði við sigri til Theodor Esmar, sum harvið vann sær 8 stig í grand prix kappingini.
Finalan stóð millum Valdemar og Elvin. Áðrenn síðsta útkast var Valdmar á odda 3-1. Men Elvin vísti stórspæl, og vann umfarið 3-0 og harvið dystin 4-3. Soleiðis fekk Elvin 10 stig og Valdemar, sum annars hevur vunnið undanfarnu 2 umførini, fekk 9 stig. Valdemar er framvegis klárt á odda við 29 stigum. Elvin er nú nummar 2 við 22 stigum.
Seinasta umfar verður í Skúlanum við Løkin hóskvøldið 29. mars. Tá verður spennandi at vita, um Valdemar megnar at halda stílin og vinna steypið fyri fyrstu ferð. Tá verður steypið handa samlaða vinnaranum.

Valdemar vann eisini annað umfar.

Týskvøldið var annað umfar í Grand Prixkappingini í boccia spælt í skúlanum við Løkin. Undirtøkan hevur ofta verið góð, eini 25 leikarar. Men týskvøldið møttu einans 11 leikarar upp, helst orsakað av verkfallinum hjá pedagogfelagnum. Men kappingin var góð og spennandi.
Tá komið var til hálvfinalurnar, vóru Valdemar, Elvin, Beinta og Asbjørn, sum høvdu klárað seg best. Dystin um triðja plássið vann Elvin móti Asbirni. Sjálv finalan var millum Beintu, sum vann kappingina í 2010, og Valdemar, sum lá á odda undan hesum umfarinum. Dysturin var sera javnur og spennandi og endaði við javnleiki. Tí máttu brotskøst til, og her dróg Valdmar longra stráið og vann samanlagt. Hann hevur tí lagt sjógv millum seg og hinar luttakararnar. Nummar tvey er hin finalisturin, Beinta Sørensen.

Triðja umfar í kappingini verður leikt í skúlanum við Løkin onkran dag, tá verkfallið hjá pedagogunum er av.

Vælkomin á heimasíðuna hjá Svani

Vit ynskja hettar skal verða ein síða, sum lýsir gongdina í felagnum, har til ber at fáa tíðindir og myndir av tí virksemi, sum hevur verið. Eisini ber nú til at hyggja í kalendaran har øll tiltøk, sum viðkoma felagnum, verða skrásett.

Vit vóna, at tú sum brúkari av hesi síðu upplivir, at broytingin er til tað betra og at heimasíðan verður ein miðil, sum tú kanst nýta gott av.

Við bestu kvøðu

Svanur

×