Maiken Olsen vann útikappingina í boccia í Runavík

Í Runavík var ein útikapping í Boccia. Tað vóru ítróttarfólk frá ÍSB og enska felagnum úr Halton Cheshire, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum, sum høvdu bjóða politikarum, handilsfólkum og eisini kendum ítróttarfólkum og sangstjørnum av.Fyrst varð deilt upp í 5 bólkar, við 5 luttakarum í hvørjum. Vinnandi luttakararnir í hvørjum bólki kappaðust so, og vórðu tað Øssur og Maiken, sum komu í finaluna.Finalan gjørdist sera spennandi millum tey bæði og endaði við straffi-kapping, og her gjørdist Maiken Olsen hepni vinnarin.

Landsdystur í boccia

ÍSB vónar, at nógv fólk leita sær í ítróttahøllina í Runavík at stuðla føroyska liðnum.

Boccia er ein av teimum stóru ítróttagreinunum hjá ÍSB, helst tann størsta. Boccia er eitt sera undirhaldandi spæl. har nýggjar støður alla tíðina koma í. Og vísu orðini um, at onki er avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt, munnu passa sera væl til júst hetta spælið. Harafturat kemur, at áskoðararnir koma sera tætt at spælarunum.

Skráin fyri landsdystin er hendan:
Fríggjadagin verður leikt innleiðandi umfar beint eftir setanina. Sæunn Ólavsdóttir setir tiltakið. Byrjað verður kl. 10, og er tað liðugt at spæla um 14 tíðina. Leygardagin er finaluumfar á skránni. Aftur leygardagin verður byrjað kl. 10. Spælt verður líkt til kl. 17, tá vinnararnir eru funnir.

Sunnudagin er ein øðrvísi kapping á skránni. Tá verður uppvísningsdystur leiktur á torginum í Runavík, t.e. undir býráðsskrivstovuni. Tá fara landsliðsleikararnir at leika móti kendum føroyingum.

Nevnast kunnu Tummas Hanus Dam, bretskur sendimaður, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard, politikarar, Abraham Løkin og Klæmint Olsen, fótbóltsleikarar og Kristina Bærentsen, sangari. Hendan kappingin byrjar kl. 14 og varar ein goðan tíma. Viðrar ikki, verður leikt í Løkshøll ístaðin.

ÍSB vil bjóða øllum at vera vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Stuttligt hevði verið, um nógv fólk gjørdu sær ein túr til Runavíkar at hyggja.

Myndin av føroyska liðnum er tikin beint eftir venjingina týsdagin. Seinasta venjingin er hósdagin, og kappingin byrjar fríggjadagin.

Landsdystur í boccia

Dysturin er móti Onglandi. Í enska ferðalagnum eru 10 fólk, 6 ítróttafólk og 4 venjarar og liðleiðarar. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum og einum 4 venjarum og liðleiðarum.

Dysturin verður í Runavík. Runavíkar Kommuna hevur sum vertsbýur bakkað væl upp um tiltakið saman við Eik Banka. Nevnast kann, at býurin verður flaggskrýddur allar dagarnar, Merkið og Union Jack lið um lið. Hetta fyri at markera, at her er stevna í býnum.

Miðdepil fyri tiltakinum er økið rundan um Løkin. Búð verður í skúlanum við Løkin, har umstøðurnar eru sera góðar, eitt nú við matarsali. Sjálvur landsdysturin verður leiktur í ítróttahøllini í Runavík fríggjadagin 10. og leygardagin 11. august. Fríggjadagin verða innleiðandi umførini leikt, og leygardagin verður stóri finaludagurin. Báðar dagar verður byrjað kl. 10 og tað er ókeypis at koma at hygga. Kaffi og okkurt afturvið fæst til keyps.

Sunnudagin 12. august verður skipað fyri opnari kapping undir opnum himli. Tá verður boðið inn – ella út – til kapping, har ”kendir” føroyingar fara at kappast móti landsliðsleikarunum úr báðum londunum. Viðrar verður hendan kapping á torginum í Runavík – beint uttan fyri deildina hjá Eik í Runavík. Øll eru vælkomin at hyggja.

So verða Føroyar eisini vístar fram. Ætlandi verður farið ein túr runt um Toftavatn og eina longri útferð.

Rundan um eitt tiltak sum hetta, er tørvur á nógvum sjálvbodnum fólki. Tey skulu døma, skipa fyri útferðum, halda vakt, vaska, gera mat, undirhalda og mangt annað. Tá tílík tiltøk verða hildin, er tað við stíli. T.v.s., at tað skal síggjast, hvør hevur hvønn leiklut, dómarar, hjálparfólk annars. Íalt er tí talan um stórt tiltak.

Tílíkar kappingar eru undirhaldandi, og tí vænta tey í ÍSB, at fólk fara at bakka upp um tiltakið og føroyska liðið. Enska ferðalagið kemur til landið 9. august og fer avstað aftur 13. august.

ÍSB

Úrslitið av bocciakappingini á Varmakeldu

Bocciakappingin á Varmakeldu eydnaðist væl; tiltakið var væl vitjað, og bæði leikarar og áskoðarar vóru væl nøgd. Kappast varð í liðum, og úrslitið gjørdist soleiðis:

Nr. 1: Beinta og Ruborg
Nr. 2: Elin og René
Nr. 3: Halla og Ann/Herbert og Mortan

Boccia á Varmakeldustevnu

Skipað verður fyri bocciakapping á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. Ætlanin var at vera á torginum við Mentanarhúsið, men av tí at boðað verður frá ælaveðri, verður tiltakið innandura. Kappingin verður í fimleikarhøll skúlans leygardagin 23. juni kl. 14.

Vónandi verður tiltakið væl vitjað, og væl ber til at gera ein túr burturúr, tí sambært stevnuskránni er nógv at fara til bæði áðrenn og eftir kappingina.

Vinnarar í Boccia á Eystanstevnu

Av tí at vøllurin var vátur har ætlanin var boccia skuldi spælast, varð avgjørt at flyta kappingina við skúlan við Løkin. Hettar eydnaðist sera væl har vinnararnir vóru funnir fyri damurnar og harrarnar.

Vinnarnir vóru hesir:

Damurnar:

Nr. 1 Beinta

Nr. 2 Halla

Nr. 3 Ruborg

Harrarnir

Nr. 1 René

Nr. 2 Theodor Esmar

Nr. 3Dánjal

Bocciakapping á Eystanstevnu

Tey seinastu árini hevur bocciakappingin á Eystanstevnu eydnast sera væl og uppmøtingin hevur verið góð. Hesaferð, eins og undanfarnu ár, verður kappast á Stevnuøkinum sunnanfyri býráðshúsini í Saltangará

.
Kappingin byrjar samstundis sum stevnuøkið letur upp við hoppiborgum, tombola og øðrum góðum.

Gleða okkum at síggja teg!

Eystanstevnan


Nú er bert ein lítil vika til Eystanstevnan verður hildin í Runavík. Svanur verður eisini við í ár.

Vit koma at lýsa nærri hvar og nær bocciakappingarnar verða.

Evnisdagur um miðnámsskúla til ung við menningartarni

Tørvurin á slíkum tilboði er ovurstórur. Tí er alneyðugt, at taka hetta evnið fram í ljósið. Til tess at fáa íblástur hava vit fingið fólk úr Íslandi og Danmark at greiða frá, hvussu tey skipa miðnámstilboð til ung við menningartarni.

kl. 12.00 Byrjað verður við lættari máltíð

kl. 12.45 Forkvinna Javna, Sigrun Wardum, bjóðar vælkomin

kl. 12.50 Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, setir evnisdagin og greiðir frá, hvørjar ætlanir eru á miðnámsútbúgvingarøkinum til ung við menningartarni

kl. 13.05 Ungdómar seta orð á síni skúlaynskir

kl. 13.20 Stjóri á Unges Uddannelsesenter i Danmark, Britta Bak, greiðir frá STU – Særlig Tilrættelagt Uddannelse

kl. 14.05 Stuttur steðgur

kl. 14.15 Leiðari á serbreyt á miðnámsskúla í Reykjavík, Halldór Bjarnason, greiðir frá miðnámsskúlatilboði til ung við menningartarni

kl. 15.00 Skrivstovufólk og mamma, Ásta Friðjónsdóttir, greiðir frá, hvat Stefán, fekk burtur úr miðnámsskúla og diplomútbúgving á universitetinum

kl. 15.45 Kaffi og te og frukt

kl. 16.00 Verkstova 1:
Viðgerð av miðnámsskúla eftir íslendskum leisti víð Ástu
Fríðjónsdóttir og Halldór Bjarnasyni
Verkstova 2:
Viðgerð av miðnámsskúla eftir donskum leisti við Brittu Bak úr Danmark

kl. 17.30 Felags samanumtøka

Tilmelding: við telduposti ella telefon í seinasta lagi 26. apríl kl. 16
Kostnaður: 200 kr. Verður at flyta á konto 6460 153.962.2
Stað: Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya, J. Broncksgøta 25, Tórshavn

Familjutiltak

Ítróttafelagið Smæran hevur í hyggju, at skipa fyri einum stórum tiltaki sunnudagin 15 apríl í 2012. Tiltakið verður í skúlanum á Løgmannabreyt, frá kl. 14.00-17-00.

Nú er tað so, at vit ætla at varpa ljós á felagið og ítróttagreinir tess. Vit umboða, sum nú er, borðtennis, svimjing, frælsan ítrótt & boccia.

Høvið verður at hitta limir og avvarandi teirra. Eisini verður boccia á skránni, eins og –fyri fyrstu ferð í Føroyum- minigolf, curling og blása-píl. Okkurt ábit, v.m fæst eisini.

Alabogin fer at spæla nakrar tónar fyri okkum, og hetta gleða vit okkum mikið til. J

Nevndin avgjørdi, fyri nakað tíð síðani, at geva ein faldara út til ymiskar stovnar, skúlar,v.m.

Tískil hildu vit, hetta vera enn eitt gott høvið, eisini at vísa á hesa síðu av ítróttinum.

Luttøkugjaldi verður: Einstaklingar 50,- . Familjur 100,-.

Við vón um jaliga undirtøku og góða løtu saman, fara vit í nevndini, at ynskja øllum áhugaðum hjartaliga vælkomin til hetta tiltak! Tiltakið er fyri øll! J

×