Boccia Grand Prix – Elin vann annað umfar

Hon var við boccialandsliðnum í Aten í Grikkalandi til Special Olympics í 2011. Har spældi hon væl. Síðani hevur hon ikki gjørt so nógv um seg sum boccialeikari. Men mánadagin eydnaðist tað henni at vinna annað umfar av Boccia Grand Prix, og harvið hevur hon blandað seg í oddin í kappingini. Talan er sjálvandi um Elina Løkin. Í finaluni møttust Elin og Elvin. Tað gjørdist sera spennandi, og við tí seinasta bóltinum eydnaðist tað Elin at vinna dystin 3-2 og harvið at tryggja sær 10 stig í kappingini.

Púra óvæntað eydnaðist ikki Joannu, sum vann í fjør og vann fyrsta umfar í ár, at vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Tí er spenningurin vorðin størri, nú annað umfar er avgreitt.
Úrslitið sæst aðra staðni á heimasíðuni.
Onnur tíðindi