Fyrsta kapping í boccia mikudagin

Nú mikudagin, 18.novembur, er fyrst umfar av boccia grand prix á skránni. Vit møtast øll, tess fleiri tess betri, í fimleikahøllini í Glyvra skúla og byrja stundisliga klokkan 16:00.

Hetta er fyrsta kapping síðani í vár, og vit gleða okkum øll. Ætlandi skulu 4 umfør leikast hendan veturin. Vinnarin fær 10 stig, nummar tvey fær 9 stig og soleiðis niðureftir. Fyri at luttaka fær ein tó altíð tvey stig. Tá fjórða umfar er avgreitt, verður talt upp, og vinnarin verður funnin.

Í vár endaðu vit heldur brádliga, tá korona kom á vitjan. Vit fingu tó leikt trý umfør, og fyrsti vinnarin av nýggja steypinum gjørdist Eli Olsen. Hann hevur tí steypið í varðveitslu til einaferð móti vári.

Vit síggjast mikudagin.

Eli fingið handað steypið.

Ársins útgáva av Boccia Grand Prix fekk ein bráðan enda. Eftir skránni skuldu 4 umfør leikast, men tá korona tók okkum øll av fótum, var neyðugt at steðga eftir 3. umfar. Tó hevur hetta kappingarárið verið sera spennandi og áhugavert. Nýggjur leikari hevur lagt seg út í kappingina, har leikarar sum Joannu, René, Ísaki og Elvin annars hava skarað framúr. Ungi Eli Olsen hevur í ár verið sera nærlagdur og hevur hugsavnað seg í spælinum. Tað hevur eisini givið úrslit, tí av teimum trimum umførunum, sum blivu leikt, hevur Eli vunnið tvey tey síðstu, og tí er tað eisini uppiborið, at hann vinnur kappingina í ár.

Í vikuni fekk Eli so handað steypið. Talan er um nýtt steyp, sum leikast skal um komandi tíggju árini. Í 2010 fóru vit undir at leika um eitt steyp, sum René hevur vunnið oftast í tíggju ár, og tí fekk hann steypið til ognar. Nú hevur so Eli vunnið fyrsta partabrævið í nýggja steypinum, sum altso verður spælt um komandi tíggju árini.

Takk fyri í árið, sum fekk so bráðan enda. Vit síggjast aftur í heyst. Um støðan við korona broytist, so kunnu vit royna at skipa fyri onkrari kapping í summar. Vit fáa at síggja.

Gott summar!

Jóhan og Dan

Parasport Føroyar 40 ár

Svanur vil ynskja Parasport Føroyar tillukku við tí stóra runda degnum – 40 ára!

Tann 10. apríl eru 40 ár liðin, síðan ítróttasambandið fyri brekað, ÍSB, varð stovnað. Í dag kallast sersambandið Parasport Føroyar.

Vit í Svani vilja takka fyri alla tann stuðul Parasport Føroyar er við til at veita felagnum . Vit síggja fram til eitt framhaldandi spennandi og ikki minst mennandi samarbeiði framyvir.

Heilsan

Svanur

Eli vann boccia grand prix 2020

Triðja umfar í boccia grand prix gjørdist seinasta umfar í ár. Vanliga verða fýra umfør leikt, men í ár steðgar allur skúli og øll ítróttatiltøk nú, og tí verður úrslitið eftir triðja umfar endaliga úrslitið.

Hetta hevur verið árið hjá Eli. Í fyrst umfarinum vann hann 5 stig, tá hann megnaði at leika seg í fjórðingsfinaluna. Síðani hevur Eli verið hugagóður og nærlagdur til venjing. Hann hevur lagt nógv fyri. Hetta hevur hann eisini fingið gagn av, tí fleiri ferðir hevur hann vunnið, tá vit hava verið til boccia á kvøldskúlanum.

Seinastu tvey umførini í boccia grand prix hevur Eli ongna iva verið um, at hann er besti boccialeikari í Svani hendan veturin. Hann hevur vunnið báðar tær seinastu kappingarnar greitt. Tí endaði hann, nú vit enda kappingina, á fremsta plássi við 25 stigum. Nummar tvey gjørdist René við 21 stigum.

Hjartaliga til lukku Eli. Takk fyri í ár øll somul.

Kvøldskúlin steðgar!

Við hesum skal boðast frá, at kvøldskúlin steðgar fyri í ár! Av røttum áttu vit at havt eina viku eftir, men allur skúli er steðgaður komandi 14 dagarnar. Eisini eru øll ítróttatiltøk avlýst. Tí takka vit fyri í ár og koma sterkt aftur í heyst.

Ongin tekur Eli

Triðja umfar av boccia grand prix varð leikt mikudagin í Glyvra skúla. Undan umfarinum lógu tær báðar Marta og Joanna á odda í kappingini. Men vit høvdu fingið eina ábending um, at Eli hevur fingið spælið at koyra. Tað fingu vit staðfest mikudagin.

Longu eftir innleiðandi umfarið ruku Marta og Joanna út. Tískil fingu tær einans tvey stig í hesum umfarinum. Hetta gjørdi samstundis, at fleiri høvdu møguleikan at leggja seg á odda í kappingini undan fjórða og síðsta umfar.

Og nú koma vit til Eli. Tí Eli vann fyrst tín innleiðandi bólk. Síðani vann hann við brotskasti móti René, áðrenn hann í finaluni vann móti Herdis. Annars er Herdis eisini komin fyri seg. Hon fekk 9 stig fyri hetta umfarið.

Nú liggur Eli greitt á odda í kappingini, hann hevur 25 stig. Nummar tvey er René við 21 stigum og so kemur Ísak við 20.

Nær fjórða og seinasta umfar verður leikt er púra ógreit. Vit mugu bara hoyrast um tað.

Nevndin

Svanur havt ársaðalfund

Mánakvøldið 10. februar var ársaðalfundur felagsins á Verkstaðnum Stíggjur í Saltangará. Jastrid Weihe var vald til fundarstjóra, og skipaði fundin eftir lýstu skránni: Formansfrágreiðing, framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar, val av nevndarlimum, val av grannskoðara, innkomin mál og til seinast bleiv tosað um ymiskt saman við luttakarunum á fundinum.

Formansfrágreiðingin liggur her

Hendrik Olsen og Anna Gaardlykke stóðu fyri vali og stillaðu bæði upp aftur. Godwin Sunder var eykalimur og stillaði eisini upp aftur. Einki mótvalevni var.

Nevndin skipaði seg á fundi beint eftir aðalfundin. Hendrik Olsen formaður, Anna Gaardlykke næstforkvinna og skrivari, Erla Weihe Johannesen kassameistari, Sonja Reinert Norðgerð og Páll Hammer eru nevndarlimir og Godwin Sunder er eykalimur.

Aðalfundur

Aðalfundurin hjá Svani verður í hølum hjá Stíggjur mánakvøldið 10. februar kl 19.00.

Skrá smb viðtøkunum :

1. Val av fundarstjóra

2. Formansfrágreiðing

3. Framløga av rokniskapi og fíggjarstøðu

4. Val av nevndarlimum

5. Val av eykalimi

6. Val av grannskoðara

7. Innkomin mál

8. Ymisk

Nevndin

Eli vann annað umfar

Mikudagin varð annað umfar í boccia grand prix leikt. 20 leikarar møttu til dyst. Í fyrsta umfari legði Ísak seg á odda og Marta var nummar tvey. Mikudagin meldaðu aðrir leikarar seg inn í dystin. Herdis, sum gongur á Rásini, var við fyri fyrstu ferð, og hon kom heilt í hálvfinaluna, tí hon vann móti oddamanninum Ísaki í fjórðingsfinaluni. Í hálvfinaluni mátti hon tó lúta fyri Eli. Í hálvfinaluni vann Eli á fyrrverandi landsliðsleikaranum René. Og í finaluni møtti ungi lambamaðurin einum øðrum landsliðsleikara, nemliga Joannu. Tað gjørdist ein spennandi finala, sum Eli at enda vann.

Spenningurin er tí stórur, nú tvey umfør eru leikt. Marta hevur lagt seg á odda við 17 stigum. Men bert tvey stig skilja Martu og hini í oddinum, Joannu, Eli og Ísak.

×