Jákup Andriasi til minnis

Vit í Svani harmast almikið, at ein av okkara, Jákup Andrias Gram Høgnesen, andaðist 8. mars, bert 23 ára gamal.

Góði Jákup Andrias. Tú møtti trúliga til boccia í Glyvra skúla mikudagar. Tú vart trúfastur, skemtiligur, og aftrat boccia-spælinum dámdi tær eisini hugnan, tá farið varð í lærarastovuna til kaffi.

Tú var altíð við tí góða orðinum, og gekk illa í spælinum, so mundi fara at ganga betur næstu ferð.

Tú verður stórliga saknaður í Svani, har vit í felag, í ítrótti og spæli, kappast og hugna okkum. Stóra takk fyri tíðina, okkum untist at hava teg við í felagsskapinum.

Limir, venjarar og nevndin í Svani

Svanur havt aðalfund

Svanur hevði aðalfund í Stíggi í kvøld. Nevnd og íðkarar luttóku, eins og Parasport Føroyar vitjaði fundin.

Fráfarandi formaðurin, Hendrik Olsen, hevði hesa formansfrágreiðing:


Góðu fundarfólk, góðu áhoyrarar!

Tað er við sorgblídni eg skrivi mína seinastu formansfrágreiðing hjá Svani. Frágreiðingin vil tí fylla nakað av tí sum felagið hevur verið ígjøgnum. Svanur er komin væl fyri seg, og hevur í dag ein søgu, ið vit kunnu vera errin av.

Felagið sett sær nøkur mál:

  • at menna ítrótt fyri fólk við rørslu-/menningartarni í Eysturoynni
  • at skapa umstøður fyri fleiri ítróttagreinum
  • at skipa fyri kappingum saman við Parasport
  • at skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við rørslu-/menningartarni í Eysturoynni og harvið gevagerandisdegnum eitt innihald
  • at skapa okkum ein samleika, identitet, hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standasaman um.
  • at fáa rørslu-/menningartað í gongd við ítrótt.

    Svanur hevur frá byrjan verið sjónligt, og hevur luttakið í mongum ymiskum tiltøkum og kappingum, bæði her á landi og uttan landa.Vit hava m.a. verið í Onglandi, har vit spældu boccia móti einum felagi, sum hevði verið í Føroyum árið fyri og vitja okkum. Eisini hevur felagið verið í Íslandi saman við Parasport. Limir í Svani hava eisini luttikið í Special Olympics, sum var í Los Angeles. Tað hava eisini verið óteljandi veitslur og hugnaløtur, sum vit kunnu minnast við gleði aftur á. Her heima hava vit eisini verið til fleiri tiltøk. M.a. Svana-cup, Laksatorg, Mentunarviku, og stevnur fyri at nevna nøkur.

    Nú hava vit lagt árið 2021 aftur um okkum, og soleiðis lagt eitt ár aftrat søguni hjá Svani. Tað sum stendur sterkast eftir er: halt frástøða, spritta hendur, lat teg testa, fara í sóttarhald. Man kann ikki siga hetta hevur so nógv við okkara mál-setningar í felagnum at gera. Men tó vil eg siga, at limir okkara eru nakað heilt serligt, tá hugsað verður um tær umstøður, ið teir skuldu fyrihalda seg til. Her er ikki eitt øvugt orð komið upp, meir enn, at tey saknaðu kvøldskúla-tilboðini, í ávísan mun vóru tarnaði.

    Viðvíkjandi stuðlum, hevur Svanur ikki nakran fastan høvuðsstuðul í løtuni. EM-asfalt hevur annars verið høvuðsstuðul tey seinastu árini. Svanur er í dag í býtislyklinum hjá Runarvíkar kommunu, sum letur stuðul til ítróttin á staðnum.

Felagið er ikki komið her til av sær sjálvum. Felagið hevur fólk, sum hava rætt eina hjálpandi hond, tá tiltøk hava verið. Her vil eg serliga takka teimum, sum hava tikið sær av kvøldskúlatilboðunum øll hesi mongu ár. Eg vil takka fyri tað góða samstarvið, ið hevur verið okkara millum. Vit hava bjóðað boccia, innandura-fótbólt og svimjing. Harumframt hava vit roynt fimleik, hondbólt og frælsan ítrótt.

Svanur er ikki komin á mál, her er nógv meira ið kann gerast. Okkurt av tí, sum ikki bar á mál, má ikki fáa loyvi at liggja, men roynast aftur. Møguliga var tað timingin, ið ikki var røtt, og tí ikki kom upp at koyra fyrsta árið. At byggja upp tekur tíð, og skal eitt ávíst áhaldni til – og treiskni.

Nú eg havi tikið endaliga støðu at trekkja meg úr nevndini eftir at hava verið við frá byrjan, kundi verið nógv at róð aftur á, men tað verður ikki her. Tó kann eg ikki koma uttan um nevndina. Her vil eg senda ein serliga tøkk fyri eitt konstruktivt og gott samarbeiði. Løturnar vit hava sitið saman hava verið nógvar og góðar – minnisríkar. Tit skulu hava stóra tøkk fyri tykkara íkast – arbeiðið er gjørt fyri tann, sum ikki kann, men sum gevur okkum nógv meir aftur fyri enn vit hava givið teimum.

Eg vil ynskja Svani góðan byr fram á leið.

Takk øll somul!

Hendrik Olsen, formaður í Svani.


Kassameistarin Páll Hammer legði fram roknskapin fyri seinasta árið.

Síðani var nevndarval á skránni. Hendrik Olsen og Erla Weihe Johannesen fóru úr nevndini. Erla heldur tó fram sum varalimur. Hans Jákup Ellingsgaard og Sølvi Reinert Hansen, sum vóru eykalimir, vórðu valdir inn í nevndina. Nevndin skipar seg í næstum.

Fundurin endaði við lívligum práti afturvið einum góðum drekkamunni.

Innkalling til aðalfund hjá Svani 7. februar kl. 19 í Stíggi

Kallað verður inn til aðalfund hjá Svani í Stíggi 7. februar 2022 kl. 19.

Dagsskráin er sambært viðtøkunum hendan.

1. Val av fundarstjóra
2. Formansfrágreiðing
3. Framløga av rokniskapi og fíggjarstøðu
4. Val av nevndarlimum
5. Val av eykalimum
6. Val av grannskoðara
7. Innkomin mál
8. Ymiskt

§4 Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundin. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin ☺️

Jólaborðhaldið avlýst

Árliga hugnaliga jólaborðhaldið hjá Svani er tíanverri avlýst í ár. Hetta vegna korona-støðuna. Vit síggja fram til at hava jólahugna aftur næsta ár.

Nevndin

Kvøldskúlin byrjar aftur

Sum nakað nýtt verður bowling nú í Leirvík og vóna vit hetta verður væl móttikið. Eins og undanfarin ár fer tilmeldingin fram, við skráseting á netinum ella boða læraranum frá. Viðvíkandi boccia, so verður tað skipað sum ein kapping, har tvær kappingar verða fyrra hálvár og tvær seinna hálvár – eisini kalla Gran-Prix. Meir verður kunnað um kappingina seinni.

Sí meira um kvøldskúlan her.

Ann í Puntabyrgi 60 ár

í dag, 4. oktober, fyllir Ann í Puntabyrgi 60 ár.

Ann hevur verið ein sjónligur og virkin limur í Ítróttarfelagnum Svani, síðani felagið varð stovnað. Og hevur hon vunnið nógv heiðursmerki millum ár og dag, eitt nú í Boccia.

Vit takka Ann fyri hennara trúfesti og jaliga lyndi, og ynskja vit í Svani Ann hjartaliga tillukku við stóra runda degnum.

Svanur

Bocciavenjing mikudagar kl. 16

Venjararnir, Dan og Johan, boða frá, at summarvenjing í boccia byrjar nú mikudagin, 19. mai, í Glyvra skúla. Vant verður frá kl. 16.00-17.30.

Øll, sum hava hug, eru vælkomin. Tilmelding er ikki neyðug.

Formansfrágreiðing til ársaðalfundin 18. februar 2021

Góða fundarfólk, góðu áhoyrarar!

Svanur hevur nú lagt 12 ár aftur um seg. 2020 hevur verið eitt serligt ár. Eitt ár, vit koma at minnast sum nakað heilt serligt, har Covid-19 nærum setti dagsskránna. Hóast avbjóðingar hava verið, so hevur felagið víst vilja og áræði, og tey regluligu tiltøkini hava verið so gott sum alt árið 2020. Bæði boccia, fótbóltur og svimjing  hava koyrt nærum óávirkað, og vil eg takka fyri ágrýtnið, ið okkara venjarar hava víst.

Sum nevnt var undanfarna ár eitt serligt ár við avmarkaðum tiltøkum, og tí ikki líka hendingaríkt sum 2019, sum var eitt ár, har vit fingu gleði at hátíðarhalda okkara 10 ára føðingardag. Men tó hava onkrar kappingar verið. 

Mánadagin 23. november var skipað fyri árligu jóla svimjikappingini hjá Parasport og Kvøldskúlanum í Havn. Vegna tilmælini var ikki gjørt líka nógv burturúr hesaferð, men tó høvdu 26 svimjarar meldað seg til. Her stóðu vit okkum væl, og fingu fleiri heiðursmerki heim. So vit kunna gleðast um tað menning, sum er farin fram, síðan skipað svimjing er komin upp at standa. Svimjitilboðið í Leirvík er vónandi komið fyri at vera.

Hósdagin 10. desember  var borðtenniskapping í fimleikarhøllini á Frælsinum í Havn. Hetta er ein afturvendandi kapping hjá Parasport, har eisini leikarar hjá Svani vóru við.

Nú vit eru byrjað uppá 2021, vóna vit, at fleiri tiltøk kunnu vera, men hetta má tíðin koma at vísa. Trúgvi fleiri sakna okkara árligu Svanacup kapping, sum bæði er spennandi og hugnalig. 

Eisini hava tær lokalu boccia-kappingarnar verið. Hesar vera endaliga avgreiddar seinni í ár. Vanliga eru hesar kappingar bæði hugnaligar og spennandi.

Felagið roynir framhaldandi at hyggja eftir nýggjum ítróttargreinum, og er ein av hesum hondbóltur. Hondbóltur var á skrá ein vetur, men ikki nokk av luttakarum vóru til, at vit kundu halda fram. Vit kenna frá øðrum ítróttargreinum, at tað tekur tíð at fáa eina ítróttargrein at hanga við. Vilja royna aftur komandi vetur, um ikki tað kann bera til at fáa hesa ítróttargrein at verða ein part av skránni hjá Svani.

Til seinast vil eg takka nevnd, limum, venjarum og øllum tykkum, sum eru við til at geva eina hjálpandi hond.

Takk øll somul!

Hendrik Olsen, Nevndarformaður í  Svani

Svanur fýra heiðursmerki í Skemman Open

Eli og Elvin hava í kvøld vunnið Svani heiðursmerki í svimjing.

Teir gjørdust nummar 3 í hvør sínum bólki bæði í 25m og 50m svimjing í Skemman Open svimjikappingini, sum Parasport Føroyar skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali.

Kappingin var ein sonevnd Special Olympics kapping.

Vit ynskja Elvin og Eli hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.

Eli tók við, har hann slepti

Fyrsta umfar av boccia grand prix varð leikt í fimleikahøllini á Glyvrum mikudagin. 22 luttakarar vóru, og tað er sera gott. Fleiri nýggj andlit vóru at síggja, og so onkur gamal kenningur. Deiligt at síggja so nógv.
Úrslitið gjørdist, at Eli vann fyrstu kappingina og hevur harvið lagt seg á odda við fyrstu 10 stigunum. Rannvá gjørdist nummar tvey og René nummar trý.
Hesaferð megnaðu bæði Ann, Magni, Rúna og Kristian at spæla seg víðari til fjórðingsfinaluna, og fingu tey hvør 5 stig fyri tað.
Annað umfar verður leikt fyri jól.

×