Svanur í Havn til boccia

Í desembur skipaði Parasport fyri jólakapping í boccia í skúlanum við Løgmannabreyt.

Leikað var í tveimum bólkum, og vóru tað ávikavist Unn Mortensen og Rúna Falkvard ið vunnu kappingarnar.

Unn vann bólk A frammanfyri Hildu (nr.2) og Meiken (nr.3)
Sostatt gjørdi Smæran bart í bólki A

Í B bólkinum var tað hinvegin yvirvág at Svanaleikarum ið fóru heimaftur við heiðursmerkjunum.
Systrarnar Rúna og Rannvá Falkvard gjørdust ávikavist nr. 1 og nr. 2, meðan Ester Maria gjørdist nr. 3.

Ísak vann 1. umfar í boccia grand prix

Mikudagin 4.desembur varð fyrsta umfar av boccia grand prix leikt í fimleikahøllini á Glyvrum. 22 leikarar møttu upp, so tað gjørdist ein sera góð kapping. Joanna, René, Marta og Ísak vunnu sær sess í hálvfinalunum. Sjálva finaluna vann Ísak móti Martu, og hava tey bæði lagt seg á fyrsta og annað plássið í kappingini. René er nummar trý og Joanna nummar 4.

Upprunin til felagið Svan

Á føðingardegnum hjá Svani, tosaði Dan Lamhauge um upprunan til ítróttarfelagið Svan.

Hjartaliga til lukku vit øll. 10 ár eru ikki 10 dagar, og tað er ein serstøk orka, ið nógv góð fólk hava lagt í Ítróttafelagið Svan seinasu 10 árini. Tí kunnu vit møta her í dag og fagna okkum sjálvum, okkara felagi.

Í 1980 varð ÍSB sett á stovn. Endamálið var at skipa fyri ítrótti fyri fólk, sum bóru brek. Tað eydnaðist sera væl. ÍSB hevur drivið á, síðani tað varð stovnað og hevur nátt langt. ÍSB, nú Parasport Føroyar, hevur skapt møguleikan, sum ikki var. Tað eru tað mong, sum njóta gott av. Eitt av málinum, sum ÍSB setti sær í 1980, var at seta á stovn feløg runt landið. Tað komi eg aftur til.

Eg havi virkað sum venjari hjá ÍSB í mong ár, einamest boccia. Vit ferðaðust runt landið fyri at skipa fyri kappingum. Men onki felag var at kappast við ella fyri. Man kappaðist mest fyri seg sjálvan. Vit kunnu samanbera tað við, at FSF kappast móti FSF, heldur enn HB móti NSÍ, HSF móti HSF heldur enn Tjaldur móti STÍF. Tá eg so saman við familju míni flutti inn í Eysturoynna í 2006, kom eg í samband við góð fólk. Teirra millum vóru Jastrid Weihe úr Runavík og Marjun í Jákupstovu av Eiði. Vit tosaðu um, at rættast var, um vit royndu at fáa eitt lokalt felag upp at standa. Felagið skuldi dekka Eysturoynna.

Onkur kann kanska spyrja, hví tað er umráðandi at stovna eitt ítróttafelag, eitt lokalfelag. Og júst hesin spurningurin verður svaraður í sjálvari endamálsorðingini fyri felagið. Har stendur, at endamálið er at skapa ein samleika. T.v.s., at hetta er okkara felag, sum vit eru til reiðar til at gera eitt sindur meira fyri, strekkja okkum eitt sindur longur fyri. Hetta felagið eru vit, og hesum felagnum halda vit við.

Við hesum í huga fóru vit trý, Jastrid, Marjun og undirritaði undir at stovna felagið. Eftir at hava tosað saman, ringt ímillum okkum og skrivað, varð fundur hildin í skúlanum við Løkin hin 19. januar 2009. Tá komu Egga Jensen og Niels Nattestad at greiða okkum frá, hvussu ein stovnar felag, smíðar lógir og kemur í gongd. Eg haldi, at teir trúðu ikki ordiliga upp á, at tað fór at eydnast. Teir høvdu jú havt hetta sum mál síðani 1980.

Vit fingu Sølva Reinert Hansen, sum tá var ÍSF-foresti, at hjálpa okkum við reglugerðini. Og 29. januar var alt tað arbeiðið fingið upp á pláss, og fyribilsnevnd vald. Í tí nevndini sótu vit trý, Jastrid, Marjun og undirritaði.

Fyri at byrja, skuldi navn finnast til felagið. Fleiri uppskot vóru á borðinum, men tað var skjótt, at vit samdust um navnið Svanur. Svanur er ein fuglur, sum skilir seg burturúr í vakurleika, ein fuglur ein leggur merki til. Tað hvíta súmboliserar tað óspilta. Og liturin, tann hvíti, sæst týðuliga bæði ein góðan summardag og ein gráan heystardag sum í dag. Vit kunnu siga, at hóast ytru umstøðurnar broytast, so er hann hin sami. Svanurin hevur eitt stórt veingjabreiði, har tað er rúm fyri nógvum, lívd fyri veðri og verja móti vandum. Og so kenna vit øll ævintýrið hjá H.C. Andersen.

Vit fingu Sjúrð Højgaard at snikka okkum eitt búmerki til. Sjúrður er úrmælingur á hesum økinum. Hann kom við trimum uppskotum, men tað var alt fyri eitt, at vit valdu tað búmerkið, sum vit kenna í dag. Búðmerkið er ein svanur, ein bringubrattur, fattur og fegin fuglur við veingjunum yvir høvd, hvør skal siga, eg havi júst útint ella avrikað nakað. Høvur og hálsur ímynda eitt S fyri Svanur. Fuglurin er hvítur, men legg merki til gula nevið. Hvør fuglur syngur við sínum nevi. Man ger tað upp á sín máta.

28. februar fingu vit góðkenning frá ÍSF, og so var klárt at hava stovnandi aðalfund. Hesin fundur varð hildin í skúlanum við Løkin á grækarismessu, 12.mars 2009. Vit trý vóru so sera spent at vita, hvussu móttøkan fór at vera. Fóru fólk at møta upp? Hildu tey hetta vera fjas? Kl 19 skuldi fundurin byrja. Kl 18:50 máttu vit seta fleiri stólar fram og kl 19 var stúgvandi fult av spentum fólki, foreldrum, áhugaðum og politikkarum. Hetta var sera hugaligt. Reglugerðin varð góðkend, nevnd varð vald, búðmerkið varð avdúkað, vit fingu t-shirt og nógvir limir teknaðu seg, eisini fleiri, sum ikki beinleiðis høvdu nakað tilknýti til eitt tílíkt ítróttafelag.

Og so hevði Eik banki – nú Betri – játtað at vera høvuðstuðul. Hóast hetta ikki kann samanberast við Landskrona í 1990 ella Sandberg Nielsen 2019, so var hetta ein stórur dagur fyri føroyskan ítrótt, tí hetta var fyrsta ítróttafelag undir ÍSB. Tí skrivaðu vit søgu hendan dagin. Síðani er felag stovnað í Havn, Smæran. Satt at siga, so vónaðu vit tá, at fleiri feløg fóru at verða stovnaði. Tey kanska fara at koma. Tí, tit. Eg minnist, tá eg sá fyrstu “svanarnar” koma gangandi fram við vegnum í nýggjum búna. Brádliga vóru vit ein sjónlig býarmynd. Tit vóru errin, eg var errin. Og tí vóni eg, at onnur feløg verða sett á stovn, so at onnur eisini kunnu vera sjónlig býarmynd og errin í eyðkendum búna.

Í dag hátíðarhalda vit 10 ára dagin fyri stovnanini av Svani, okkara felagi. Tað er ongin sjálvfylgja, at eitt tílíkt felag megnar at hátíðarhalda 10 ára dag. Tað ber bara til, um felagið er væl rikið, og her hava vit verið heppin. Skiftandi nevndir hava prógvað, at tað ber væl til at hava hetta felagið koyrandi. Tey leggja nógva orku í, og tað sæst aftur í rúgvuni av tiltøkum og tilboðum, sum Svanur skipar fyri. Hjartaliga takk skulu tit hava, sum trúðliga hava átikið tykkum nevndararbeiði í Svani. Tit eru fantastisk.

At enda fari eg aftur at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 10 árunum. Vit eru farin úr grulvustøðu og upp at ganga. Komandi tíggju árini fara vit vónandi at seta enn meira ferð á, náa enn fleiri ítróttagreinar, enn fleiri tilboð, enn fleiri kappingar. Og hvør veit, um vit ein dag ikki kunnu loyva okkum út um landoddarnar at kappast – sum okkara felag, Svanur? Í øllum førum hava fyrstu 10 árini verið nógv størri, betri og tryggari, enn vit høvdu torað at droymt um. Stóra takk fyri tað. Stóra takk fyri, at eg varð boðin við og fekk loyvi at bera fram hesa heilsan, sum er frá okkum trimum Jastrid, Marjun og mær. Hjartaliga til lukku við Svani og blíðan byr. Til seinast haldi eg, at vit øll skulu reisast og rópa eitt trífalt hurrá fyri íðkarunum hjá Svani. Takk fyri.

Dan Lamhauge

10 ára føðingardagur hjá Svani

16. September 2019 varð hátíðardagur fyri Ítróttarfelagnum Svani, sum fillir 10 ár í ár. og vóru uml 150 fólk samlað. Byrjað varð við einum ítróttartiltaki í Bylgjuni í Runavík. Torbjørn Jacobsen setti dagin, Ælaboðin spældi nøkur løg og Loppurnar frá Fimleikafelagnum Ljósið framførdu tvær seriur. Síðan var ítróttur á skránni og øll kundu verða við. Eftir hetta varð farið niðan í Skótahúsið við Løkin til eitt sera hugnaligt borðhald við góðum mati. Til borðhaldið vóru tónleikainsløg og vóru nøkur, sum fluttu fram røðu. Millum ein teirra helt formaðurin í Svani, Hendrik Olsen, eina røðu sum kann lesast niðanfyri. Hetta hevur verið ein sera hugnaligur, stuttligur og góður føðingardagnur. Eitt sera væleydnað tiltak.

Svanur á flogi í 10 ár                                                                                                                                       

Nú eru 10 ár liðin síðan Svanur fór á flog  – tann 16. februar 2009.  Hesi ár hava verið sera hendingarík og spennandi. Tað kundi verið mangt at trivið í gjøgnum hesi 10 árini, men í stuttum vil eg  greiða frá, hvat felagið ger og einkulta hending á hesi 10 ára longu ferð.

Ítróttarfelagið Svanur hevur til endamáls at menna ítrótt fyri rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni, og at fremja rørslu og kappingarítrótt hesum at gagni. Eisini at vekja ans millum rørslu- og menningartarnað fyri týdninginum av at íðka ítrótt, bæði til likams og sálar.

Fyrsta tíðin fór við, at fáa skipað felagið, og at fáa tey praktisku tingini uppá pláss. Tað kostar at koma í gongd og tí var neyðugt við fíggjarligum stuðlum – í dag er EM-asfalt okkara høvuðsstuðul. Eisini hava vit fingið stuðul frá øðrum fyritøkum og einkulpersónum, sum eru limir í felaganum.

Eitt, sum felagið hevur merkt, er tann hjálpandi hondin, sum altíð er til staðar – tær eru fleiri í tali. Her hevur felagið merkt ein serstakligan stóran stuðul, sum hevur gjørt, at felagið ikki hevur havt tær stóru útreislunar.

Tá tiltøk hava verið hava kommunur lagt hølir til meðan útgerð, flutningur, matur v.m. hevur mest sum alt verið gjørt sjálvboðið. Hetta seta vit sera stóran prís uppá.

Sjúðrur Højgaard gørdi okkara búmerkið har tann fevnandi svanurin vísur sín samleika fyri felagið, sum er fyri menningar- og rørslutarnað. Diana Jacobsen hevur so meistarliga snikkað flaggið til. 

Sum ein partur av endamálinum, hevur Svanur í dag fingið fleirið virksemi upp at standa. Her kann nevnast Boccia, sum er á Strondum og Runavík, fótbóltur á Toftum og sviming í Leirvík. Hetta síðsta árið hava vit eisini roynt hondbólt á Glyvrum. 

Svanur skipar eisini hvørt ár fyri Jólahugna, SvanaCup og er við á mentunardøgum og stevnum har m.a. politikkarar hava fingið høvi at roynt seg í boccia.

Svanur hevur eisini flogið uttan fyri landoddanar. Her kann nevnast at limir í Svani hava verið við til at mynda toymir, íð m.a. hava verið í: 

Los Angeles til Spescial Olypics

Athen til Special Olympics

Fótbóltskapping í Íslandi

Onglandi til boccia

Minist serliga síðst nevnda túrin:

Hetta var ein serligur túrur, tá hugsað verður um ferðina heim. Tað varð farið frá Stansted flogvølli uttan fyri London, har vit nú gleddu okkum at koma heim eftir eitt langt vkuskiftu uttan fyri Liverpool har íðkarnir høvdu kappast í boccia. 

Tá vit nærkast Føroyum fáa vit at vita, at mjørki er og vit tí koma at bíða til tað lýsnar. Eftir at hava gjørt eina miseydnaða roynd at lenda varð farið til Íslands at fylla brennievni á. Tá vit nærskast  Íslandi sigi eg við ein av luttakarunum: “Nú fingu vit eisini vitjað Ísland á túrinum”. Tað helt hann lítið um, og helt fyri at Magni Arge hevði fulla ábyrgd av, at vit ikki fingu lent. 

Eftir bunkringina varð enn ein roynd gjørd at lenda í Vágunum. Tá tað heldur ikki eydnaðis hesaferð fóru vit til Bergen har vit yvirnáttaðu. Dagin eftir gjørdu vit aftur eina roynd uttan eygnu, og varð tí farið til Glasgow at yvirnátta. Tá flogið var til Glasgow spyr ein ferðandi, hvar vit nú fóru. Tá greiði eg teimum frá, at vit nú eru á veg til Glasgow har vit skulu yvirnátta. Tá helt viðkomandi fyri, at tað kundi ikki passa. Tey vóru 10 í einum feralagi og høvdu koyrt í einar 4 tímar til Stansted fyri at koma umborð á hetta flogafar til Føroyar og nú at yvir nátta í Glowsagow – bert hálvan annan tíma frá har, tey komu. Tað ljóðar sum ein skrøna!

Her skal til seinast viðmerkast, at túrurin ið skuldi taka 2 tímar vardi nú tríggjar dagar. Henda tíðin virkaði ikki so drúgv, sum ein skuldi trúð, av tí at okkara íðkarar settu sín dám á hotellinum og góðu onga ónøgd til kennar. 

Felagið er í dag 10 ár og eru vit stolt av at kunna halda henda dag.  Tá hugsað verður um at flogið hevur verið víða er Svanur nú vaksin og vorðin meira sjónligur.

Sum felag og nevnd var okkara uppgáva at fáa Svan á flog og meta vit at hann er koma væl frá hesum. Men ein kemur ikki á flog uttan ein góðan start og var tað eisini í hesum føri.

Kveikjanin til hetta kom frá trimum persónum (Dan Lamhauge, Marjun í Jákupsstovu og Jastrid Weihe) , sum Dan Lamhauge skal greið nærri frá.

Eg vil vegna nevndina hjá Svani og teimum aktivu íðkarunum takka fyri stuðul og takka øllum teimum, sum hava staðið og framvegis standa felagnum nær. Uttan tykkum hevði tað verið tunkt, um ikki ómøguligt, at verið á flogið.

Takk fyri øll somul!

Og stórt tillukku á 10 ára degnum

Hendrik Olsen, formaður í Ítróttarfelagnum Svanur. 

Undir tykkara veingjabreiði

Tóra við Keldu var gestarøðari á 10 ára føðingardegnum.

Í dag fyllir Svanur 10 ár. Hjartaliga tillukku og takk fyri tykkara arbeiði til frama fyri so mong. Eitt ítróttarfelag fyri tey, ið fegin vilja íðka. Íðka ítrótt og á tann hátt fáa gagn av kropsligu venjingini og sosialu samveruni. Ja, Svanur hevur ment seg líðandi hesi 10 árini og er í dag eitt vælvirkandi og virkið felag við fleiri enn hundrað limum. 

Aftur hjartaliga tillukku. 

Tað er kanska løgið at tosa um humlufluguna í dag, tá ið vit í veruleikanum fagna einum vøkrum, veingjabreiðum svani. Púra hvør sín, men tó. 

Eg havi hoyrt um humlufluguna, at veingir hennara eru ov smáar, og tí “eigur” hon ikki at kunna flúgva. Hetta verður nýtt sum mynd av tí ótrúliga, vit eru før fyri at gera, sjálvt um onnur hava hug at prógva, at tað er ómøguligt. Hetta er ein íspunnin søga, tó er tað hugvekjandi, at veingir hennara á flogi gera smá áttatøl 200 ferðir um sekundið. 

Tí er hon før fyri at flúgva. 

Um nú humluflugan var eitt menniskja, høvdu vit so sagt við hana: Tú kanst ikki at flúgva, tí tú hevur ov smáar veingir? Og, um hon var eitt menniskja, hevði hon so kanska trúð tí, og bara latið vera?

Frá humlufluguni kunnu vit fara til dunnungan hjá H.C. Andersen – ella skuldi eg sjálvandi heldur sagt svanin. Vit kunnu spyrja: Hvat gjørdi, at svanurin í ævintýrinum so leingi reikaði runt fyri at finna eydnuna? Jú, helst vóru tað tey, ið ávirkaðu svanin, sum gjørdu lívið avbjóðandi. Hann kendi ikki seg sjálvan, men speglaði sær í, hvussu onnur sóu hann. 

Men, til alla lukku, gekk hetta bara til hann sjálvur sá, hvør hann í veruleikanum var. Tí, tá ið hann í sínum hábærsliga veingjabeiði hevjaði seg langt upp um allan vesaldómin á jørðini, sá hann niðri í tí klára vatninum myndina av sær sjálvum – ein veingjabreiður, hvítur svani. 

Vit kunnu siga, at vit øll eru eins, tá ið hugsað verður um, at vit vita, at vit øll eru ymisk. Vit eru øll eins, tá ið hugsað verður um, at vit ongantíð verða eins. Vit eru sameint í tí veruleika, at øll lívsins flog eru serstøk og persónlig. So hvør skal avgera, hvat eg kann ella, hvussu eg flúgvi? 

Tú situr her í føðingardegnum hjá Svani í dag í og við tínari verð. Tín verð og títt flog eru ávirkað av tínum upphavi, uppaling, upplivingum, virðum, meiningum, vónum, sorgum, ætlanum, skuffilsum, og hvat tað nú er, sum fyllir hugan og tín gerandisdag. 

Vit eru borgarar í einum framkomnum, fólkaræðiligum samfelag, sum setir persónliga frælsið høgt. Vit eru føroyingar serstøk tjóð, siga vit, við egnari mentan, máli og Merki. Og hinvegin eru kanska nøkur her, sum eru borgarar í Føroyum, men vórðu fødd í øðrum landi, og nú eru vorðin partur av føroyska samfelagnum. Óivað merkja tey ymiskt, sum er øðrvísi, enn “heima”. Soleiðis liva vit øll saman í einum og sama samfelag. 

Um vit festa eyguni á einstaklingin, so er sjónligt, at vit eru ymisk. Hygg bara til høgru og vinstru, neyvan ert tú lík ella líkur síðumanninum 🙂 Staðfestingin av hesum er í grundini einføld, tí vit vita hetta væl. Ja, kanska heldur onkur enntá, at hon er ov einføld. 

Tú hugsar – og hetta ger teg til menniskja. Menniskjan er nevniliga ein vera, sum eingin onnur. Hon hugsar, samskiftir, hevur meiningar og er før fyri at menna seg, skapa, broyta viðurskifti, seta sær mál og liva í eini fløkju, um vit vilja, av alskyns tættum, sum henni møtir. Vit uppliva okkara verð ígjøgnum sansirnir. Vit síggja, hoyra, føla, smakka og lukta uppá okkara máta. Sansirnir kunna okkum um verðina, vit liva í, og gevur okkum upplivingar og inntrykk. Vit eru so serstakliga og ymisliga samansett, at serfrøðingar og fakfólk av ymiskum slag neyvan nakrantíð fara at koma á mál við spurningunum, hvat veran, sum er menniskja, í veruleikanum er – og tí ei heldur við eini einfaldari niðurstøðu um, hvat er best fyri einstaklingin, ella hvat hann eigur at megna. 

Kanska er tað hetta dunnuungin í ævintýrinum, sum í veruleikanum var ein svanur, upplivdi.

Í hesi samansettu verðini, har vit øll liva í hvør sínari verð, hava vit ofta ymiskar áskoðanir, men okkara uppgáva er tó saman at skapa meining í eini felags verð. At skapa meining við erliga m.a. at spyrja: Hvussu vilja vit saman skapa eitt samfelag, sum fevnir øllum borgarum, har vit geva hvør øðrum persónligt frælsi at vera tann vit eru, og møguleika at uppliva javnrættindi.

Í dag eru vit saman at fagna 10 ára degnum hjá ítróttafelagnum Svani, ið hevur megnað hetta. Tit skapa meining, tit fevna øllum og geva íðkarunum frælsi at vera tann, tey eru.

Hóast vit ofta siga, at øll hava loyvi at liva og virka frítt, so kenna vit í søguni alt ov væl tað mótsetta. Tað eru nøkur, sum líkasum umsita loyvini, og sum kanska hava betri rætt til lívið. Tað er so nógv lættari at gera skjótar niðurstøður og avtaka persónliga frælsi. Eygað er vakið og sær skjótt, um okkurt er, sum líkasum ikki passar inn. Grundgevingarnar eru nógvar: tey eru øðrvísi, tey eru ikki sum vit, tey eru veik, tey ganga løgið, tey eta løgið, tey krevja ov nógv, hví skulu tey altíð hava onnur krøv, eg lurti ikki eftir tær, tí EG veit, hvat er best fyri teg. Ella eg lurti, men geri ikki, sum tú sigur. Ja, listin er langur. Tað er í grundini eingin endi á, hvat trupulleikin kann vera.

Eins og í heimurnin hjá dunnunum.   

Eins og vaksin eru ymisk, so eru børnini tað eisini. Vit verða fødd inn í familjur, vit velja ikki hvørja. Familjur eru ymiskar, og tað kenna vit alt til. 

Í dag eru tað kanska nakrar familjur sum upplagt er at tosa um. Tað eru familjur, sum møta avbjóðingum, sum tey ikki hava ynskt sær. Tey fáa barn ella børn, ið hava ilt við at passa inn í tronga fýrakantin, sum samfelagið ella dunnugarðurin seta. Hesi siga seg tó vera rúmligan. Í nøkrum familjum eru tað ikki børnini, men tey vaksnu, møguliga foreldur, sum fáa avbjóðingar, sum samfelagið ikki lættliga fevnir. 

Hetta eru avbjóðingar, sum ongin í veruleikanum hevur ynskt sær. Ljóðar keðiligt – og tað er tað. Flogið kann gerast tungt, heildarmyndin døkk, og vit fara kanska at leingjast eftir tí, sum onkursvegna er lættari. 

Jú, eg haldi meg vera eitt ynskibarn, men eg veit, at tað var nakað, sum fylgdi við, sum var óynskt. Mammu og babba gleddu seg at gerast foreldur, men knappliga var nakað, sum líkasum legði ein skugga á heildarmyndina. 

Tað óynskta gevur ofta orsøk til teir stóru spurningarnar. Tí tá gerst lívið hjá hesum familjum, foreldrunum og systkjunum nevniliga ofta øðrvísi, kanska við fleiri spurningum – bæði frá sær sjálvum og frá øðrum. 

At læra seg at liva saman við fólki, ið hava avbjóðingar er serstakt, og sjálvur at liva við avbjóðingum kann vera krevjandi. At fólk gløða er faktiskt orku krevjandi, at missa eygnakontakt kann vera eyðmýkjandi. 

Her skal havst í huga, at ábyrgdin, sum er løgd á herðar okkara, eru vit ikki altíð sjálvi før fyri at bera. Júst her liggur ábyrgdin hjá øðrum, og hon er álvarsom. Ábyrgdin, liggur á herðum teirra, sum kunnu gera mun. Tað eru tey ella vit, sum eiga at reisa okkum og vísa veg til einar rúmligari Føroyar.  

Hvat er so tað? Grundleggjandi rættindi eru jú ikki framíhjárættindi, men javnrættindi, so føroyingar allir kunnu liva hurð um hurð við upprættum høvdi. Enn eru manglar, og teir eiga vit ikki at vera bangin fyri at seta orð á. Men eg gerist vónrík, tá ið fólk siga, at tey vilja gera mun.

Sum tit í dag.   

Grundarlagið fyri lívsgóðsku er alt tað, sum kann geva møguleika fyri virkna lívinum. Fyri meg er tað eitt bein, góðir bandagistar, ein skipan, sum veitir mær stuðul. Fyri onnur er tað okkurt annað. 

Vit hava brúk fyri umstøðum, sum gevur okkum møguleika at vera so sjálvbjargin og virkin, sum gjørligt. Sum geva okkum flog. Vit hava eisini brúk fyri, at onkur spyr eftir okkum. 

Ein dagin í 1985 ringdi Egga Jensen og spurdi eftir mær. Hetta var byrjanin til eina góða og mennandi tíð sum parasvimjari. 11 ár saman við fólki, sum lærdu meg nakað serstakt. Fram um alt lærdu tey meg, at lívið er litríkt – sett saman bæði við ljósum og myrkum litum – og við júst hesi blanding kann lívið gerast gott. Lívið spyr jú ikki, hvat ella hvussu, men vit eru noydd at taka tað, sum lívið gevur okkum, og tá gerst spurningurin, hvussu vit fáa mest ella best burturúr. 

Her havi eg upplivað tað serstaka við menniskjum. Vit hava tann eginleikan, at vit mennast við uppgávuni. Døkku litirnir, sum frá byrjan vóru óynsktir, verða við tíðini brúktir til at skapa eina vakra, litríka lívsmynd. Neyðugt er tó, at vit hava onkran at vera saman við, onkran sum sær, lurtar og viðurkennir. Onkran, sum sær virði í okkum og trýr uppá, at vit eru før fyri at flúgva.    

Humlufluga, menniskja ella svanur. Hvat gjørdi, at svanurin í ævintýrinum so leingi reikaði runt fyri at finna eydnuna? Jú, helst vóru tað tey, hann var saman við, ið litaðu tilveruna, og sum gjørdu lívið avbjóðandi. Men, til alla lukku, gekk hetta bara til hann sjálvur sá, hvør hann í veruleikanum var. Tí, tá ið hann í sínum hábærsliga veingjabeiði hevjaði seg langt upp um allan vesaldómin á jørdini, sá hann niðri í tí klára vatninum myndina av sær sjálvum – ein reinur, hvítur og veingjabreiður svanur.

Takk fyri tykkara flógva veingjabreiði, ið gevur megd. Tit geva mennsikjum eina vakra spegilsmynd av sær sjálvum. Ímyndin av svaninum passar væl.

Takk fyri flogið, tit hava givið so mongum, og allar bestu eydnu við “veingjavenjingunum” í framtíðini.   

Vegna MEGD, 

takk fyri!

Vertikalur vøkstur

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt, í samband við, at Ítróttafelagið Svanur gjørdist 10 ár

Vit verða borin inn í hendan heim við teimum førleikum okkum eru ætlaðir. Hesir eru grundarlagið hjá okkum øllum, men verða teir ikki brúktir, kann alt gera tað sama, tí hava vit øll skyldu til at fremja verk samsvarandi tí, sum okkum varð givið í vøggugávu. Ongin okkara er líkur einum øðrum, tíbetur, kortini eru vit øll skapt í Guðs bílæti, og júst fjølbrigdið, frá einstaklingi til einstakling, ger eitt samfelag áhugavert at liva og virka í. Gávurnar eru ymiskar, sum givnar vóru okkum úr móðurlívi – onkur er hendingur á einum øki og dølgur á øðrum økjum – tað sveiggjar sum pendulið, hendan- og handanvegin, men leggja vit allar tær góðu talentirnar saman, hjá øllum, man tað samanumtikið fara at spyrjast væl burturúr. M.a. eitt vælferðarsamfelag, sum hevur megina at minka somikið um meskarnar, at ongin dettur niður ígjøgnum teir.

Í sanginum – Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg – yrkir Mikkjal á Ryggi: „Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl.“ Tíðirnar broytast áhaldandi og seinri helmingurin av endurgevingini – í frið helt hann ítrótt og spæl – er vorðin ein alt størri partur av lívinum hjá okkum øllum. Tøkniligir hentleikar og styttri arbeiðsdagar hava eisini økt um tørvin fyri aðrari rørslu enn henni úr kropsligum arbeiði. Úr hesum tók m.a. ítróttin rættiliga dik á seg. Tíbetur snýr tað seg um ein vertikalan einvegis vøkstur – úr fólkahavinum og uppeftir. Hetta ber gróðurin, og ger konsekvent av hvørjum høpi lív verður lagað. Samfelagið – t.d. ein kommuna – er sjálvandi ein partur av hesum. Kortini má tað ongantíð koma hartil, at eitt tilvildarligt býráð skal taka avgerðir um hvørji ítróttartilboðini skulu vera, og heldur ikki er tað ein kommunal uppgáva at leggja seg út í staklutir í feløgunum, sum áhugaðir samfelagsborgarar hava tikið stig til at stovna.

Samfelagið – kommunan – skal skipa karmarnar. Onki annað. Tað kunnu vera ymiskar hugsanir um politiskar skipanir og politikarar, eisini um teir mongu, sum hava verið valdir til at hava ræði á raðfestingunum í Runavíkar kommunu í meiri enn eina hálva øld, men eg haldi meg ikki taka munnin ov fullan, táið eg sigi, at raðfestingin á ítróttarøkinum hevur verið á heilt góðari leið. Bæði á Skála og her í Runavíkini teljast vit millum teirra, ið liggja væl fyri, fyri ikki at siga í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um vælvirkandi karmar. Táið svimjihøllin kemur, væntandi og vónandi um 3 ár, tá liggja vit ómetaliga væl fyri í svinginum, – har tað ber til at trívast við eini sunnari sál í einum sunnum likami. Av sonnum er her menning og nørandi gróður.

Tað legst til við ítróttarfeløgum í kommununi. Greinarnar fjølgast. Summar eldri – aðrar yngri. Fyri 10 árum síðani hevði eitt bjart hugskot tað við sær, at felagið Svanur varð stovnað. Ítróttarfelag teirra brekaðu í Eysturoynni. Ein greið ábending um broytt huglag ímillum fólk, um hvønn annan, og ein skilagóð andvekt til stigmatiseringina, sum nakað hevði verið av frammanundan – meiri og minni. Hugskotið var ikki ókent í Norðurlondum, har tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 50´árunum í farnu øld og nakað fyrr í Bretlandi og onkustaðni á europeiska meginlandinum.

Svanur gjørdist eitt søguligt felag, hóast ÍSB – Ítróttarsamband teirra brekaðu – longu varð stovnað í 1980. Svanur gjørdist fyrsta stakfelag, sum limaði seg inn í ÍSB, meginskjólið fyri hendan partin av ítróttini í Føroyum.

Limirnir, tey íðkandi og ikki minst tit, ið hava mannað garðin kring felagið, hildið honum í skipanarliga nóg høgum standi, hava gjørt dygdarverk. Eitt felag livir ikki av hugskotinum um at stovna felagið. Tað yvirlivir av dyggari skipan, entusiasmu, viljanum til verk og einum greiðum endamáli. Gerst eitt felag 10 ára gamalt – og tað framvegis er í menning – so eru hesar treytirnar gingnar á møti, og søgan hjá Svani prógvar, at hesir lutir hava vent hin rætta vegin, hóast onkrir snávingarsteinar ivaleyst hava verið á leiðini. Hevur man eitt mál, og stevnan verður hildin, so nærkast man um ikki annað málinum. Er ongin kós, verður undanvindur á øllum ættum, og felagið melur bert í klingur.

Endamálið við Svani er fáa brekað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis, at hesi á tann hátt kunnu fáa gagn av kropsligari venjing og sosialari samveru. Nú beri eg kenslu á fleiri av íðkarunum, onkran kenni eg heilt væl, tí veit eg hvussu stóran týdning Svanur hevur havt fyri íðkararnar og samfelagið her um leiðir. Mikið gagn, stórar upplivingar og nógv gleði. Tað grør um gangandi føtur felagsins, og í dag eru á leið hundrað fólk í limaskaranum.

Hóast Svanur er eitt oyggjafelag, valdi felagið at staðseta seg í Runavíkar kommunu. Harvið hevur virksemið tess verið sjónskari í okkara øki enn aðrar staðir, og tað hevur verið til gagns fyri okkum. Tess meiri fjøltáttað eitt samfelag – eisini eitt lokalsamfelag – er, tað áhugaverdari er tað at búleikast í. Soleiðis er tað eisini serstakliga lívgevandi at hitta íðkararnar í Svani í gerandisdegnum – á gongubreytini, undir onkrum húsaveggi ella á Facebook. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og tað verða ongantíð nógmikið av positivum originalum í samfelagnum, sum hvør í sær lyftur samfelagshøpið longur og longur fram á leið.

Við hesum fáu orðum fari eg fyri Runavíkar kommunu at ynskja ítróttarfelagnum Svani hjartaliga til lukku við 10 ára degnum, og, samstundis sum eg vegna kommununa eisini skal takka fyri tað góða samskiftið, sum altíð hevur verið ímillum partarnar, skal fráboðast, at 10´árahátíðardagurin hjá Svani hervið er settur.

Bestu eyðnu ynski eg tykkum og Svani í ókomnum døgum, vikum og árum.

SVANUR 10 ÁR

Í ár eru 10 ár liðin síðani ítróttafelagið Svanur varð stovnað.
Mánadagin 16. septembur fara vit at hátíðarhalda 10 ára dagin, við einum stórum ókeypis ítróttartiltakið í Bylgjuni í Runavík – og seinni verður móttøka í Skótahúsinum við Løkin.

Til ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, florball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti.

TILMELDING TIL TILTAKIÐ ER NEYÐUG fyri at vit betur kunna planleggja dagin. Seinasta freist at melda til er mikudagin 11. september á tlf. 229075 (Erla) ella 592027 (Anna)

Skráin fyri dagin:
kl.16.00 – 18.00 ítróttartiltak í Bylgjuni í Runavík
kl.18.00 – 20.00 Móttøka og ábit í Skótahúsinum við Løkin

Flaggdagshald

Flaggdagshaldið verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin, hósdagin 25 apríl kl. 14.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið)
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu heldur røðu, Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Aftaná verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum.

Ítróttafólk og skótar verða biðin um at møta 13.30 við Skúlan við Løkin.

FM í Boccia

Meldið til á https://forms.gle/tuoGNQDhUZwh7m516 innan fríggjadagin 12. apríl kl. 12.00.
Tiltakið er ókeypis

Marta vann umfarið – René vann steypin

20 leikarar stóðu til reiðar, tá seinasta umfar av boccia grand prix varð leikt í fimleikahøllini á Glyvum mikudagin. Spenningurin var stórur, tí tríggir leikarar, René, Elvin og Ísak, kundu vinna kappingina. Vann René kappingina, so vann hann samstundis steypin til ognar. Ein steypur, sum kappast hevur verið um í 10 ár.

Longu í innleiðandi umførunum møtti Ísakur harðari mótstøðu. Endin var, at hann ikki megnaði at vinna seg víðari í kappingini, og so misti hann samstundis møguleikan at vinna steypin.
Elvin og René komu báðir víðari úr bólkaspælinum. René møtti Kristiani, sum gav honum skarpan gang. Endin var tó, at René vann dystin og kom í hálvfinaluna. Elvin møtti Eli í fjórðingsfinaluni. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur. Serliga seinasta kastið í fyrru rundu var margháttligt, tí her legði Eli sín seinsta bólt oman á allar teir hjá Elvin, og vann sær eitt stig. Tá samanum kom hevði Eli vunnið á Elvin, og so var longu greitt, at René fór at vinna steypin, vinna hann til ognar.
Í sjálvari finaluni vann Marta tó á René. Í dystinum um triðja plássið vann Pauli á Eli. Úrslitið av fjórða umfarinum gjørdist tí:
1. Marta
2. René
3. Pauli
4. Eli
Úrslitið av Boccia Grand Prix gjørdist:
1. René
2. Elvin
3. Ísak
4. Eli
5. Marta
Yvirlit av boccia grand prix 2018-19 sæst her: http://svanur.fo/default.asp?menu=364
×