Væl eydnað Svanacup

Eina ferð um árið er Svanacup á skránni. Aftur í ár var dagurin hildin í skúlanum við Løkin í Runavík. Boccia var í Løkshøll, meðan matarsalurin var matarsalur.

Kappast varð í trimum bólkum. Menn við menningartarni og kvinnur við menningartarni kappaðust í hvør sínum bólki. Hjá kvinnunum vann Meiken, meðan Hilda gjørdist nummar tvey. Rúna vann bronsuna, tá hon vann seinasta dystin móti Joannu, sum tískil gjørdist nummar fýra.
Hjá monnunum eydnaðist Ísaki at vinna gull. Tað var eftir, at hann hevði vunnið eina spennandi finalu móti Elvini, at hann kundi kalla seg vinnara av Svanacup 2018. Elvin gjørdist nummar tvey, og gamli kenningurin René vann bronsuna.
Aftur í ár var ein opin bólkur. Her kundu øll, sum høvdu hug, royna seg í kapping. 11 tóku avbjóðingina og fingu eina frálíka kapping. Jensina vann, Dinna gjørdist nummar tvey og Bárður nummar trý.
Um tvær vikur byrja kvøldskúlarnir sítt virksemi. Tá bara bocciabóltarnir aftur á rull, og tað verður spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at ganga.
Onnur tíðindi