Nú byrjar Boccia Grand Prix!

Sunnudagin 22. novembur skipaði ÍSB fyri jólakapping í boccia í Løkshøll. Okkara leikarar kláraðu seg sera væl. Hjá kvinnunum vann Joanna, og Halla gjørdist nummar tvey. Hjá monnunum vann René, Jørgen bleiv nummar tvey og Theodor Esmar nummar trý.

Tað eru góð tíðindi, tí nú byrjar Boccia Grand Prix – nú er at vera til reiðar! Fyrsta umfar verður leikt í fimleikahøllini í Glyvra Skúla mikudagin kl. 15:30. Umráðandi er at møta stundisliga. Kappingin er skipað soleiðis, at leikt verða 4 umfør. Vinnarin fær 10 stig, nummar 2 fær 9 stig og so framvegis. Øll, sum luttaka, fáa 2 stig. Vit telja upp so hvørt, sum kappingarnar eru avgreiddar, og úrslitini verða løgd út á hesa heimasíðuna. Tá fjórða og seinasta umfar er leikt í vár, verður vinnarin funnin, og hann fær handaðan steypin, sum fylgir við heiðrinum av at vinna. Higartil hava Beinta, Elvin, Theodor Esmar, Valdemar og Tórður vunnið steypin einaferð hvør. Tann, sum hevur vunnið steypin oftast, tá vit hava leikt í 10 ár, fær steypin til ognar. Spennandi.
Nú mugu tit boða øllum íðkarum í Svani frá, at kappingin byrjar mikudagin. 🙂 Síggjast.
Onnur tíðindi