Annað umfar í Boccia Grand Prix mánadagin!

Fyrsta umfar, sum bleiv leikt beint undan jólum, endaði við, at Allan vann á Jørgeni í spennandi finalu. Tí liggur Allan á odda í kappingini við 10 stigum.

Mánadagin 1. februar verður annað umfar leikt í fimleikahøllini á Glyvrum. Kappingini byrjar kl. 15:30. Stigini, sum verða vunnin mánadagin, verða løgd saman við stigunum frá fyrsta umfarinum. So fáa vit at síggja, hvussu fer at gangast. Møtið fjølment í fimleikahøllini á Glyvrum mánadagin kl. 15:30 😉
Onnur tíðindi