23 svanar møttu til 2. umfar av boccia grand prix, sum varð leikt í skúlanum við Løkin mikukvøldið. Undan hesum leikumfarinum var greitt, at Eydis á Løgmansbø og Valdemar Dam vóru nummar 1 og 2 í kappingini. Longu eftir innleiðandi umførini var greitt, at hvørgin teirra hevði vunnið sær víðari luttøku í kappingini. Tey fingu tí 2 stig hvør.
Til 2. umfar vóru fleiri nýggir leikarar við. Joanna var komin av Strondum og Oddur leikti sína fyrstu kapping. 9 ára gamli Oddur býr í Gøtu, og hann fer helst at royast sum boccialeikari einaferð.
Tey 8, sum vunnu sær luttøku í fjórðingsfinalunum, vóru: Tórður, Elvin, Theodor Esmar, Beinta, Rúna, Rannvá, Ísak og René. Eftir fjórðings- og hálvfinalurnar var greitt, at Tórður og Elvin skuldu leika finaluna, meðan Theodor Esmar og Beinta skuldu leika um 3. plássið.
Tórður hevði leikt sum ein brandur alla kappingina. Tí var hann mettur sum favorittur at vinna finaluna móti Elvin, hóast Elvin hevði leikt eina góða kapping. Tað var eisini Tórður, sum dróg longra stráið. Harvið tryggjaði hann sær 10 stig í kappingini og liggur nú á odda.
Dystin um 3. plássið vann Theodor Esmar í harðari kapping við Beintu.
Støðan í grand prix kappingini er:
1. Tórður við 15 stigum
2. Elvlin við 14 stigum
3. Marta við 13 stigum
Úrslit og støða er at finna undir boccia grand prix 2013-14