Eli fremstur í Svana Grand Prix

Mikudagin varð triðja umfar av Boccia Grand Prix leikt í Glyvra skúla. 18 luttakarar vóru. Hesaferð vóru 6 leikarar í hvørjum bólki í innleiðandi umfarinum, so tað blivu 5 dystir í part. Tí var hetta eisini ein góð venjing hjá øllum. 

Tað eydnaðist Joen Jacob at vinna seg í hálvfinaluna, har hann tó mátti lúta fyri Rúnu, sum eisini vann seg víðari fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Í finaluna møttust tveir garvaðir boccialeikarar, Eli og Joanna. Og tað gjørdist eisini ein sera tøtt finala, sum at enda mátti avgerast við brotskøstum. Tá hevði Eli ís í búkinum og vann. Talan er um annan sigurin á rað, og við honum hevur Eli nú lagt seg á odda í kappingini. 

Fjórða og seinasta umfar verður leikt um tað mundið, tá kvøldskúlaárið endar. Tá verður greitt, hvør verður vinnari av Boccia Grand Prix í ár. Í veruleikanum kunnu 6 leikarar framvegis kappast um meistaraheitið.

Støðan í kappingini er nú:

Nummar
Leikari
umfar
umfar
umfar
Samlað stigatal
1
Eli
5
10
10
25
2
Elvin
5
9
7
21
2
Joanna
5
7
9
21
4
Marta
10
8
2
20
5
Rannvá
9
2
5
16
6
Ísak
8
2
5
15
7
Tanja
7
5
2
14
8
Ann
5
5
2
12
8
Miriam
2
5
5
12
8
Rúna
2
2
8
12
11
Sjúrður
2
5
2
9
11
Joen Jacob
2
2
5
9
13
Melkjor
2
2
2
6
13
Elin
2
2
2
6
13
Jóhanna
2
2
2
6
16
Mortan
2
0
2
4
16
Jacob
0
2
2
4
16
Berit
2
0
2
4
19
Bjarti
2
0
0
2
Onnur tíðindi