Vertikalur vøkstur

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt, í samband við, at Ítróttafelagið Svanur gjørdist 10 ár

Vit verða borin inn í hendan heim við teimum førleikum okkum eru ætlaðir. Hesir eru grundarlagið hjá okkum øllum, men verða teir ikki brúktir, kann alt gera tað sama, tí hava vit øll skyldu til at fremja verk samsvarandi tí, sum okkum varð givið í vøggugávu. Ongin okkara er líkur einum øðrum, tíbetur, kortini eru vit øll skapt í Guðs bílæti, og júst fjølbrigdið, frá einstaklingi til einstakling, ger eitt samfelag áhugavert at liva og virka í. Gávurnar eru ymiskar, sum givnar vóru okkum úr móðurlívi – onkur er hendingur á einum øki og dølgur á øðrum økjum – tað sveiggjar sum pendulið, hendan- og handanvegin, men leggja vit allar tær góðu talentirnar saman, hjá øllum, man tað samanumtikið fara at spyrjast væl burturúr. M.a. eitt vælferðarsamfelag, sum hevur megina at minka somikið um meskarnar, at ongin dettur niður ígjøgnum teir.

Í sanginum – Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg – yrkir Mikkjal á Ryggi: „Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl.“ Tíðirnar broytast áhaldandi og seinri helmingurin av endurgevingini – í frið helt hann ítrótt og spæl – er vorðin ein alt størri partur av lívinum hjá okkum øllum. Tøkniligir hentleikar og styttri arbeiðsdagar hava eisini økt um tørvin fyri aðrari rørslu enn henni úr kropsligum arbeiði. Úr hesum tók m.a. ítróttin rættiliga dik á seg. Tíbetur snýr tað seg um ein vertikalan einvegis vøkstur – úr fólkahavinum og uppeftir. Hetta ber gróðurin, og ger konsekvent av hvørjum høpi lív verður lagað. Samfelagið – t.d. ein kommuna – er sjálvandi ein partur av hesum. Kortini má tað ongantíð koma hartil, at eitt tilvildarligt býráð skal taka avgerðir um hvørji ítróttartilboðini skulu vera, og heldur ikki er tað ein kommunal uppgáva at leggja seg út í staklutir í feløgunum, sum áhugaðir samfelagsborgarar hava tikið stig til at stovna.

Samfelagið – kommunan – skal skipa karmarnar. Onki annað. Tað kunnu vera ymiskar hugsanir um politiskar skipanir og politikarar, eisini um teir mongu, sum hava verið valdir til at hava ræði á raðfestingunum í Runavíkar kommunu í meiri enn eina hálva øld, men eg haldi meg ikki taka munnin ov fullan, táið eg sigi, at raðfestingin á ítróttarøkinum hevur verið á heilt góðari leið. Bæði á Skála og her í Runavíkini teljast vit millum teirra, ið liggja væl fyri, fyri ikki at siga í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um vælvirkandi karmar. Táið svimjihøllin kemur, væntandi og vónandi um 3 ár, tá liggja vit ómetaliga væl fyri í svinginum, – har tað ber til at trívast við eini sunnari sál í einum sunnum likami. Av sonnum er her menning og nørandi gróður.

Tað legst til við ítróttarfeløgum í kommununi. Greinarnar fjølgast. Summar eldri – aðrar yngri. Fyri 10 árum síðani hevði eitt bjart hugskot tað við sær, at felagið Svanur varð stovnað. Ítróttarfelag teirra brekaðu í Eysturoynni. Ein greið ábending um broytt huglag ímillum fólk, um hvønn annan, og ein skilagóð andvekt til stigmatiseringina, sum nakað hevði verið av frammanundan – meiri og minni. Hugskotið var ikki ókent í Norðurlondum, har tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 50´árunum í farnu øld og nakað fyrr í Bretlandi og onkustaðni á europeiska meginlandinum.

Svanur gjørdist eitt søguligt felag, hóast ÍSB – Ítróttarsamband teirra brekaðu – longu varð stovnað í 1980. Svanur gjørdist fyrsta stakfelag, sum limaði seg inn í ÍSB, meginskjólið fyri hendan partin av ítróttini í Føroyum.

Limirnir, tey íðkandi og ikki minst tit, ið hava mannað garðin kring felagið, hildið honum í skipanarliga nóg høgum standi, hava gjørt dygdarverk. Eitt felag livir ikki av hugskotinum um at stovna felagið. Tað yvirlivir av dyggari skipan, entusiasmu, viljanum til verk og einum greiðum endamáli. Gerst eitt felag 10 ára gamalt – og tað framvegis er í menning – so eru hesar treytirnar gingnar á møti, og søgan hjá Svani prógvar, at hesir lutir hava vent hin rætta vegin, hóast onkrir snávingarsteinar ivaleyst hava verið á leiðini. Hevur man eitt mál, og stevnan verður hildin, so nærkast man um ikki annað málinum. Er ongin kós, verður undanvindur á øllum ættum, og felagið melur bert í klingur.

Endamálið við Svani er fáa brekað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis, at hesi á tann hátt kunnu fáa gagn av kropsligari venjing og sosialari samveru. Nú beri eg kenslu á fleiri av íðkarunum, onkran kenni eg heilt væl, tí veit eg hvussu stóran týdning Svanur hevur havt fyri íðkararnar og samfelagið her um leiðir. Mikið gagn, stórar upplivingar og nógv gleði. Tað grør um gangandi føtur felagsins, og í dag eru á leið hundrað fólk í limaskaranum.

Hóast Svanur er eitt oyggjafelag, valdi felagið at staðseta seg í Runavíkar kommunu. Harvið hevur virksemið tess verið sjónskari í okkara øki enn aðrar staðir, og tað hevur verið til gagns fyri okkum. Tess meiri fjøltáttað eitt samfelag – eisini eitt lokalsamfelag – er, tað áhugaverdari er tað at búleikast í. Soleiðis er tað eisini serstakliga lívgevandi at hitta íðkararnar í Svani í gerandisdegnum – á gongubreytini, undir onkrum húsaveggi ella á Facebook. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og tað verða ongantíð nógmikið av positivum originalum í samfelagnum, sum hvør í sær lyftur samfelagshøpið longur og longur fram á leið.

Við hesum fáu orðum fari eg fyri Runavíkar kommunu at ynskja ítróttarfelagnum Svani hjartaliga til lukku við 10 ára degnum, og, samstundis sum eg vegna kommununa eisini skal takka fyri tað góða samskiftið, sum altíð hevur verið ímillum partarnar, skal fráboðast, at 10´árahátíðardagurin hjá Svani hervið er settur.

Bestu eyðnu ynski eg tykkum og Svani í ókomnum døgum, vikum og árum.

SVANUR 10 ÁR

Í ár eru 10 ár liðin síðani ítróttafelagið Svanur varð stovnað.
Mánadagin 16. septembur fara vit at hátíðarhalda 10 ára dagin, við einum stórum ókeypis ítróttartiltakið í Bylgjuni í Runavík – og seinni verður móttøka í Skótahúsinum við Løkin.

Til ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, florball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti.

TILMELDING TIL TILTAKIÐ ER NEYÐUG fyri at vit betur kunna planleggja dagin. Seinasta freist at melda til er mikudagin 11. september á tlf. 229075 (Erla) ella 592027 (Anna)

Skráin fyri dagin:
kl.16.00 – 18.00 ítróttartiltak í Bylgjuni í Runavík
kl.18.00 – 20.00 Móttøka og ábit í Skótahúsinum við Løkin

Flaggdagshald

Flaggdagshaldið verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin, hósdagin 25 apríl kl. 14.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið)
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu heldur røðu, Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Aftaná verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum.

Ítróttafólk og skótar verða biðin um at møta 13.30 við Skúlan við Løkin.

FM í Boccia

Meldið til á https://forms.gle/tuoGNQDhUZwh7m516 innan fríggjadagin 12. apríl kl. 12.00.
Tiltakið er ókeypis

Marta vann umfarið – René vann steypin

20 leikarar stóðu til reiðar, tá seinasta umfar av boccia grand prix varð leikt í fimleikahøllini á Glyvum mikudagin. Spenningurin var stórur, tí tríggir leikarar, René, Elvin og Ísak, kundu vinna kappingina. Vann René kappingina, so vann hann samstundis steypin til ognar. Ein steypur, sum kappast hevur verið um í 10 ár.

Longu í innleiðandi umførunum møtti Ísakur harðari mótstøðu. Endin var, at hann ikki megnaði at vinna seg víðari í kappingini, og so misti hann samstundis møguleikan at vinna steypin.
Elvin og René komu báðir víðari úr bólkaspælinum. René møtti Kristiani, sum gav honum skarpan gang. Endin var tó, at René vann dystin og kom í hálvfinaluna. Elvin møtti Eli í fjórðingsfinaluni. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur. Serliga seinasta kastið í fyrru rundu var margháttligt, tí her legði Eli sín seinsta bólt oman á allar teir hjá Elvin, og vann sær eitt stig. Tá samanum kom hevði Eli vunnið á Elvin, og so var longu greitt, at René fór at vinna steypin, vinna hann til ognar.
Í sjálvari finaluni vann Marta tó á René. Í dystinum um triðja plássið vann Pauli á Eli. Úrslitið av fjórða umfarinum gjørdist tí:
1. Marta
2. René
3. Pauli
4. Eli
Úrslitið av Boccia Grand Prix gjørdist:
1. René
2. Elvin
3. Ísak
4. Eli
5. Marta
Yvirlit av boccia grand prix 2018-19 sæst her: http://svanur.fo/default.asp?menu=364

Seinasta umfar av Boccia Grand Prix mikudagin

Tað er spenningur í luftini undan seinasta umfari í ársins Boccia Grand Prix. Tað er púra javnt í oddinum, har René, Elvin og Ísakur liggja við 26, 26 og 24 stigum.

Hetta er 10. árið, at leikt verður um ferðasteypin. Tað samstundis síðstu ferð, at leikast skal um júst hendan steypin. Tann, sum eftir ársins kapping hevur vunnið steypin oftast, fær steypin til ognar. Sum nú er, er tað einans René, sum kann vinna steypin til ognar, tí hann hevur frammanundan vunnið hann tvær ferðir. Gerst hann nummar eitt í ár, so vinnur hann steypin til ognar. Vinna hinvegin Elvin ella Ísakur kappingina, so skal leikast aftur um sama steyp komandi ár og líka til ein hevur vunnið steypin samanlagt tríggjar ferðir.
Vit byrja at kappast í fimleikahøllini á Glyvrum mikudagin kl 16:00, og øll eru vælkomin – eisini at heppa.
Samstundis er hetta endin á kvøldskúlavetrinum. Jóhan og Dan takka øllum fyri í ár.

Spenningurin í hásæti í boccia grand prix

Tað er lagt upp til tað heilt stóru finaluna, tá fjórða og seinasta umfar av boccia grand prix verður leikt um nakrar fáar vikur. Mikudagin varð næstseinasta umfar lagt, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at spenningurin hevur ongantíð verið størri enn júst nú.

Eftir innleiðandi umfarið mikudagin var greitt, at fleiri leikarar høvdu klárað seg betur enn ofta áður. Pauli, Heri, Gunnar og Eli stóðu í fjórðingsfinaluni. Eli fór allan vegin og leikti sjálva finaluna móti Elvin. Har vísti Elvin tó, at hann er ein góður boccialeikari. Í eini spennandi og taktiskari finalu basti hann Eli og vann umfarið og 10 týdningarmikil stig.
Nú er støðan spent. Elvin og René liggja á odda við 26 stigum hvør. Beint í hølunum kemur Ísak við 24 stigum.
Tað verður spennandi at fylgja við, hvør fer at vinna kappingina.
Og tað er ikki líkamikið, hvør vinnur. Steypurin, sum fyrstu ferð varð leiktur um í 2010, kann verða vunnin til ognar. Tað skuldu nemliga leikast um steypin í 10 ár. Tann, sum tá hevði vunnið oftast, skuldi eiga steypin. René er einasti leikari, sum hevur vunnið steypin meira enn eina ferð. Hann hevur vunnið tvær ferðir. Vinnur René kappingina, so fær hann steypin til ognar. Vinna Elvin ella Ísak, so mugu vit leika um steypin minst eitt ár afturat. Spennandi!

Ársaðalfundur

Ársaðalfundur felagsins verður á verkshúsinum Stíggjur í Saltangará, mánakvøldið 28. januar 2019 kl.19.00. Skrá sambært lógum felagsins:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá formanninum.
3. Innkomin uppskot.
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársrokniskapi.
5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali.
6. Val av grannskoðara
7. Ymiskt
§4
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundin. ì fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Møtið fjølment
Nevndin

Joanna vann, René á odda

Joanna var ikki við í fyrsta umfarinum av boccia grand prix. Tí hevði hon onki stig undan øðrum umfari, sum varð leikt mikudagin. Men hon legði væl út, tí hon vann annað umfar, og er longu á fjórða plássi í kappingini við 10 stigum.

Í finaluni vann hon móti René, sum vann fyrsta umfar. Tí er René á odda í samlaðu kappingini við 19 stigum.
Dystin um triðja pláss vann Ísak móti Elvini. Tað hevur við sær, at báðir liggja á deildum øðrum plássi í samlaðu kappingini við 16 stigum hvør. So koma Joanna og Heri við 10 stigum hvør.
18 leikarar luttóku í kappingini mikudagin. Íalt hava 19 luttikið í ársins boccia grand prix kappin.
Næsta umfar verður leikt fyrst í komandi ári.

Annað umfar av Boccia Grand Prix mikudagin.

Eftir at hava verið í útlegd í eina tíð, møtti René aftur til kapping, tá fyrsta umfar av grand prix kappingini varð leikt. Og René hevur ikki gloymt, hvussu man spælir boccia, tí hann vann fyrstu kappingina. Í finaluni møtti hann Elvin, sum tískil endaði nummar tvey.

Mikudagin er so annað umfar á skránni. Vit byrja í Glyvra Skúla kl 16:00. Tað verður spennandi. Síggjast.
×