Væleydnað Eik Cup í ár

Eik Cup 2012, sum aftur hesaferð var í høllini á Eiði, var rættiliga væleydnað. Fleiri fólk enn árið fyri høvdu teknað seg til kappingarnar, og áskoðararnir vóru eisini fleiri.

Væl gekst at skipa bocciakappingarnar, og av tí mini golf eisini var á skránni í ár, var smidligari at býta leikararnar i bólkar, og bíðitíð, sum kann koma fyri, var tí lítil.

Hóast Svanur ikki hevur royndir við mini golf, og hóast kappinginin ikki var liður størri kapping, var spælið væl móttikið av øllum, sum vóru í høllini. Tað, at golfvøllurin var fjølbroytur og stórur í vavi gjørdi hendan partin til eitt frískt og spennandi íkast.

Samanumtikið var dagurin góður bæði ítróttarliga og sosialt, men dagurin fekk eisini rættan dám av fløggum og við luttøku av landsstýrismanninum í innlendismálum, Kára P. Højgaard, sum annars er limur nr. 100 í Svani. Røða landsstýrismansins sæst annars her.

Svanur vil fegin takka tykkum, sum luttóku, Kára P. Højgaard, Eik Banka, og Eiðis og Runavíkar kommunu.

Úrslit frá Eik Cup 2012

Úrslitini frá Eik Cup 2012, sum var á Eiði sunnudagin 21. oktober vórðu hesi:

Boccia mannfólk

1. Tórður Hjalt

2. René Thomsen

3. Theodor Esmar Hansen

Boccia konufólk

1. Ann í Puntabyrgi

2. Meiken Olsen

3. Joanna J. Poulsen

Boccia fyri rørðslutarnað

1. Jógvan Telling

2. Martin Kristoffur Kristiansen

3. Jórun Simonsen

Mini golf mannfólk

1. Theodor Esmar Hansen

1. Valdemar Dam

1. Tórður Hjalt Jacobsen

2. Eli Olsen

3. Elvin Weihe

Mini golf konufólk

1. Meiken Olsen

2. Joanna J. Poulsen

2. Halla Poulsen

3. Ruborg Haraldsen

Mynd: Eiðis skúli

Eik Cup 2012

Leygardagin 20. oktober kl. 13 verður skipað fyri Eik Cup á Eiði. Á tiltakinum, sum verður í ítróttarhøllini, verður kappast í boccia og mini golf, men miðað verður eisini ímóti at fáa eina hugnaliga løtu uttanfyri kappingarnar, har okkurt verður til matna.

Hetta verður fjórða ferð, at skipað verður fyri Eik Cup, og eins og undanfarin ár hava fyrireikararnir valt at hava tiltakið í ítróttarhøllini á Eiði, har umstøðurnar eru góðar til slík tiltøk.

Eik Cup er størsta einstaka tiltakið hjá Svani og hevur verið væl vitjað – ikki bara av fólki úr Eysturoynni, men úr øllum landinum, og fyrireikararnir vóna, at síggja nógv fólk á kappingini hesaferð.


Skráin sæst her_ 2012.pdf


Ítróttafestiva

Á skránni vera ymiskar ítróttavenjingar í greinunum boccia., borðtennis, fimleiki, svimjing, frælsum ítrótti og fótbólti. Umframt ítróttavenjingar spøl og annað til undirhald. Dagurin endar við einum felags døgurða um kvøldið.

Øll kunnu luttaka á festivalinum, men neyðugt er at melda til, freistin er 10. september.

Tilmeldingarblað sæst her

Maiken Olsen vann útikappingina í boccia í Runavík

Í Runavík var ein útikapping í Boccia. Tað vóru ítróttarfólk frá ÍSB og enska felagnum úr Halton Cheshire, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum, sum høvdu bjóða politikarum, handilsfólkum og eisini kendum ítróttarfólkum og sangstjørnum av.Fyrst varð deilt upp í 5 bólkar, við 5 luttakarum í hvørjum. Vinnandi luttakararnir í hvørjum bólki kappaðust so, og vórðu tað Øssur og Maiken, sum komu í finaluna.Finalan gjørdist sera spennandi millum tey bæði og endaði við straffi-kapping, og her gjørdist Maiken Olsen hepni vinnarin.

Landsdystur í boccia

ÍSB vónar, at nógv fólk leita sær í ítróttahøllina í Runavík at stuðla føroyska liðnum.

Boccia er ein av teimum stóru ítróttagreinunum hjá ÍSB, helst tann størsta. Boccia er eitt sera undirhaldandi spæl. har nýggjar støður alla tíðina koma í. Og vísu orðini um, at onki er avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt, munnu passa sera væl til júst hetta spælið. Harafturat kemur, at áskoðararnir koma sera tætt at spælarunum.

Skráin fyri landsdystin er hendan:
Fríggjadagin verður leikt innleiðandi umfar beint eftir setanina. Sæunn Ólavsdóttir setir tiltakið. Byrjað verður kl. 10, og er tað liðugt at spæla um 14 tíðina. Leygardagin er finaluumfar á skránni. Aftur leygardagin verður byrjað kl. 10. Spælt verður líkt til kl. 17, tá vinnararnir eru funnir.

Sunnudagin er ein øðrvísi kapping á skránni. Tá verður uppvísningsdystur leiktur á torginum í Runavík, t.e. undir býráðsskrivstovuni. Tá fara landsliðsleikararnir at leika móti kendum føroyingum.

Nevnast kunnu Tummas Hanus Dam, bretskur sendimaður, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard, politikarar, Abraham Løkin og Klæmint Olsen, fótbóltsleikarar og Kristina Bærentsen, sangari. Hendan kappingin byrjar kl. 14 og varar ein goðan tíma. Viðrar ikki, verður leikt í Løkshøll ístaðin.

ÍSB vil bjóða øllum at vera vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Stuttligt hevði verið, um nógv fólk gjørdu sær ein túr til Runavíkar at hyggja.

Myndin av føroyska liðnum er tikin beint eftir venjingina týsdagin. Seinasta venjingin er hósdagin, og kappingin byrjar fríggjadagin.

Landsdystur í boccia

Dysturin er móti Onglandi. Í enska ferðalagnum eru 10 fólk, 6 ítróttafólk og 4 venjarar og liðleiðarar. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum og einum 4 venjarum og liðleiðarum.

Dysturin verður í Runavík. Runavíkar Kommuna hevur sum vertsbýur bakkað væl upp um tiltakið saman við Eik Banka. Nevnast kann, at býurin verður flaggskrýddur allar dagarnar, Merkið og Union Jack lið um lið. Hetta fyri at markera, at her er stevna í býnum.

Miðdepil fyri tiltakinum er økið rundan um Løkin. Búð verður í skúlanum við Løkin, har umstøðurnar eru sera góðar, eitt nú við matarsali. Sjálvur landsdysturin verður leiktur í ítróttahøllini í Runavík fríggjadagin 10. og leygardagin 11. august. Fríggjadagin verða innleiðandi umførini leikt, og leygardagin verður stóri finaludagurin. Báðar dagar verður byrjað kl. 10 og tað er ókeypis at koma at hygga. Kaffi og okkurt afturvið fæst til keyps.

Sunnudagin 12. august verður skipað fyri opnari kapping undir opnum himli. Tá verður boðið inn – ella út – til kapping, har ”kendir” føroyingar fara at kappast móti landsliðsleikarunum úr báðum londunum. Viðrar verður hendan kapping á torginum í Runavík – beint uttan fyri deildina hjá Eik í Runavík. Øll eru vælkomin at hyggja.

So verða Føroyar eisini vístar fram. Ætlandi verður farið ein túr runt um Toftavatn og eina longri útferð.

Rundan um eitt tiltak sum hetta, er tørvur á nógvum sjálvbodnum fólki. Tey skulu døma, skipa fyri útferðum, halda vakt, vaska, gera mat, undirhalda og mangt annað. Tá tílík tiltøk verða hildin, er tað við stíli. T.v.s., at tað skal síggjast, hvør hevur hvønn leiklut, dómarar, hjálparfólk annars. Íalt er tí talan um stórt tiltak.

Tílíkar kappingar eru undirhaldandi, og tí vænta tey í ÍSB, at fólk fara at bakka upp um tiltakið og føroyska liðið. Enska ferðalagið kemur til landið 9. august og fer avstað aftur 13. august.

ÍSB

Úrslitið av bocciakappingini á Varmakeldu

Bocciakappingin á Varmakeldu eydnaðist væl; tiltakið var væl vitjað, og bæði leikarar og áskoðarar vóru væl nøgd. Kappast varð í liðum, og úrslitið gjørdist soleiðis:

Nr. 1: Beinta og Ruborg
Nr. 2: Elin og René
Nr. 3: Halla og Ann/Herbert og Mortan

Boccia á Varmakeldustevnu

Skipað verður fyri bocciakapping á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. Ætlanin var at vera á torginum við Mentanarhúsið, men av tí at boðað verður frá ælaveðri, verður tiltakið innandura. Kappingin verður í fimleikarhøll skúlans leygardagin 23. juni kl. 14.

Vónandi verður tiltakið væl vitjað, og væl ber til at gera ein túr burturúr, tí sambært stevnuskránni er nógv at fara til bæði áðrenn og eftir kappingina.

×