Dreingirnir úr Svani vunnu alt.

Leygardagin skipadi ÍSB fyri jólakapping í boccia. Kappast vard í fimleikahøllini í skúlanum uppi á Løgmannabreyt. Frálíkar umstødur. Undirtøkan fyri kappingini var minni enn vant, kanska vedrid spældi ein leiklut í tí.

Kappast vard í trimum bólkum. Rørslutarnad kappadust í einum bólki. Úrslitid bleiv, at Marius Johansen vann greitt. Jóa Ziska bleiv nummar 2 og Petur Martin nummar 3. Teir eru allir úr høvudstadnum.
Menningartarnad kappadust í tveimum bólkum, menn og kvinnur. Kappingina fyri kvinnur vann Unn Mortensen úr Smæruni. Unn hevur longi verid millum allar fremstu boccialeikarar og hevur leikt nógvar landsdystir. Joanna Poulsen av Strondum vann silvur. Hon leikar fyri Svan. Dysturin um tridja plássid var millum Meiken Olsen og Elin Løkin. Meiken vann og fekk harvid bronsuheidursmerki. Elin bleiv nummar fyra.
Bert 7 menn møttu til kappingina. Men harfyri fingu vit eina frálíka kapping. Tad endadi vid, at Svanur fór vid øllum heidursmerkjunum. Valdemar vann, Tórdur bleiv nummar 2 og Elvin nr. 3. Øssur Gudmundarson úr Smæruni bleiv nummar 4.
Merkisvert var kanska, at bert leikarar úr Smærun og Svani luttóku. Vónandi gongur ikki long tíd, til onnur feløg verda sett á stovn rund í landinum.

Jólakapping í Boccia

Kappingin verður í:

Skúlanum við Løgmannabreyt Leygardagin 8. desember kl 12.30

Kappast verður í 2 høvuðsbólkum

Bólkur 1: Rørslutarnaði (kvinnur og menn saman)

Bólkur 2: Menningartarnaði (kvinnur og menn hvør sær)

Úrslit frá Jólakappsvimjingini

Í Havn eru tveir svimjarar (Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir) limir í Havnar Svimjifelag og venja hjá Jarmundi Steinkross (ið venur 3. og 4. lið.) Harumframt venja hesar báðar hjá Barbaru Holm, ið partvís er venjari undir Tórshavnar Kvøld og ungdómsskúla og eisini er landsliðsvenjari hjá Special Olympic svimjarum okkara. Barbara tekur sær av einum stórum liði av ágrýtnum svimjarum við menningartarni. Hesir svimjarar gjørdu rættiliga vart við seg. Tveir ungir svimjarar, Ari Brimheim og Eyð Patursson vístu eisini, hvør dugur var í teimum. Durita Strøm er aftur farin at venja og hon gav yngru svimjarunum ein skarpan gang.

Í Eysturoynni eru ikki góðar umstøður at venja, men kortini megnaði til dømis Eivind Toftegaard at fáa heilt góð úrslit. Arbeitt verður við at veita hesum svimjarum betri venjingartilboð – og vónandi fara kommunur og feløg at vísa ja-ligan hugburð hesum viðvíkjandi.

Svimjarar úr Klaksvík luttóku eisini. Símun Petur Zachariasen og Andor Mýri, ið eftirhondini kunnu kallast “masters”, fingu eisini góð úrslit.

25 m rygg, gentur
1.Bjørt Hermansen Smæran 33,1
2.Astrid Gullfoss Smæran 47,5

25 m rygg dreingir
1.Hans Eli Thomassen Smæran 1.11,8

50 m frí, gentur
Bólkur 1
1.Signa Vár Dávadóttir HS 40,5
2.Heidi Eliassen HS 41,0
3.Durita Strøm Smæran 41,7
4.Halla Poulsen Svanur 52,4

Bólkur 2
3.Eyð Patursson Smæran 0.58,0
2.Rannvá Falkvard Svanur 1.07,4
4.Rúna Falkvard Svanur 1.08,9
5.Marianna Guttesen Smæran 1.31,9

50 m frí, dreingir
1.Eivind Toftegaard Svanur 35,6
2.Ari Brimheim Smæran 38,6
3. Símun Petur Zachariasen Kla. Kvøldsk. 42,9
4.Elvin Weihe Svanur 56,4
5.Andor Mýri Kl. Kvøldsk. 1.00,7
6.Theodor Esmar Hansen Svanur 1.18,7

50 m rygg, gentur
Bólkur 1
1.Heidi Eliassen HS 46,1
2.Signa Vár Dávadóttir HS 48,9
3.Halla Poulsen Svanur 1.07,1

Bólkur 2
1.Eyð Patursson Smæran 1.07,6
2.Rúna Falkvard Svanur 1.14,1
3.Rannvá Falkvard Svanur 1.26,7

50 m rygg, dreingir
1.Eivind Toftegaard Svanur 0.47,3
2.Ari Brimheim Smæran 0.49,8
3.Símun Petur Zachariasen Kla. Kvøldsk. 0.53,7
4.Elvin Weyhe Svanur 1.25,1

25 m frí, gentur
1.Bjørt Hermannsen Smæran 0.34,1
2.Astrid Gullfoss Smæran 0.39,0

25m frí, dreingir
1.Andor Mýri Kl. Kvøldsk 0.25,3
2.Hans Eli Thomassen Smæran 0.49,7

50 m bringu, gentur
1.Heidi Eliasen HS 0.55,3
2.Durita Strøm Smæran 0.56,5
3.Signa Vár Dávadóttir HS 0.57,5
4.Eyð Patursson Smæran 1.16,5
5. Marianna Guttesen Smæran 1.23,1

50 m bringu, dreingir
4.Símun Petur Zachariasen Kl.kvøldsk 0.51,9
3.Eivind Toftegaard Svanur 0.56,6
5.Theodor Esmar Hansen Svanur 1.18,1

50 m firvald, gentur
1.Signa Vár Dávadóttir HS 0.50,2
2. Heidi Eliasen HS 0.52,2
3.Halla Poulsen Svanur 1.04,9
4.Eyð Patursson Smæran 1.15,7

100 m frí dreingir
1.Eivind Toftegaard Svanur 1.25,5
2.Ari Brimheim Smæran 1.31,3
3.Elvin Weihe Svanur 2.39,8

100 m frí gentur
1.Signa Vár Dávadóttir HS 1.30.0
2.Durita Strøm Smæran 1.35,0
3.Heidi Eliasen HS 1.37,4
4.Halla Poulsen Svanur 2.03,3
5.Eyð Patusson Smæran 2.35,0

Jólakapping í borðtennis

Vælkomin til borðtenniskapping leygardagin 8. desember kl. 16.15

Kappingin verður í Venjingarskúlanum

Meldið til í síðsta lagi týsdagin, 4. desember á teldupostadr. isb@isb.fo


2. umfar av boccia grand prix

Fyrsta umfar var leikt í skúlanum við Løkin. Nú verður so annað umfar leikt. Hesaferð verður leikt í fimleikahøllini á Glyvrum. Byrjað verður í seinasta lagi kl. 14:45. Øll kunnu vera við, tess fleiri, tess betur.

Jólakapping í svimjing

Kappingin er fyri øll, ið hava hug at luttaka. Tað er onki krav at tú/tit ganga regluliga til svimjing. Kappingin byrjar kl 17.30 og upphiting verður kl. 17.00.

Øll kunnu luttaka í kappingini, tó eru kappingarnar 1,2,7 og 8 serliga ætlaðar til svimjarar á byrjanarstøði, sum ikki kunnu svimja 2 longdir. Til ber at lesa meir um kappingina her

1. umfar av Boccia Grand Prix avgreitt.

Hóskvøldið var 1. umfar av Boccia Grand Prix avgreitt í skúlanum við Løkin í Runavík. 17 luttakarar vóru til hesa fyrstu bocciakappingina. Fyrst var innleiðandi umfar leikt, og leiktu Theodor Esmar, Ísak, Dánjal, Arnbjørn, Valdemar, René, Tórður og Beinta seg í fjórðingsfinalurnar. Tá komið var fram til finalurnar, stóð dysturin um 3. plássið millum René og Dánjal og sjálv finalan var millum Theodor Esmar og Tórð. Endaliga støðan gjørdist, at Theodor Esmar vann kappingina. Tórður gjørdist nummar 2, René nummar 3 og Dánjal nummar 4.

Støðan í Boccia Grand Prix sæst undir teiginum við Grand Prix.

Boccia Eik Grand Prix á rull.

Grand Prix kappingin í boccia hevur verið sera væl dámd millum leikararnar hjá Svani. Og nú leggja vit til brots aftur. Hetta er fjórða árið, at kappingin verður hildin. Fyrsta árið vann Beinta Sørensen, næsta árið vann Elvin Weihe, og í vár kundi Valdemar Dam lyfta steypið upp um høvd, tí hann gjørdist vinnari 2012.
Fyrsta umfarið í Boccia Grand Prix verður leikt hóskvøldið kl. 19 í skúlanum við Løkin. Tilmelding fer fram á staðnum. Vónandi verða nógvir luttakara.

Væleydnað Eik Cup í ár

Eik Cup 2012, sum aftur hesaferð var í høllini á Eiði, var rættiliga væleydnað. Fleiri fólk enn árið fyri høvdu teknað seg til kappingarnar, og áskoðararnir vóru eisini fleiri.

Væl gekst at skipa bocciakappingarnar, og av tí mini golf eisini var á skránni í ár, var smidligari at býta leikararnar i bólkar, og bíðitíð, sum kann koma fyri, var tí lítil.

Hóast Svanur ikki hevur royndir við mini golf, og hóast kappinginin ikki var liður størri kapping, var spælið væl móttikið av øllum, sum vóru í høllini. Tað, at golfvøllurin var fjølbroytur og stórur í vavi gjørdi hendan partin til eitt frískt og spennandi íkast.

Samanumtikið var dagurin góður bæði ítróttarliga og sosialt, men dagurin fekk eisini rættan dám av fløggum og við luttøku av landsstýrismanninum í innlendismálum, Kára P. Højgaard, sum annars er limur nr. 100 í Svani. Røða landsstýrismansins sæst annars her.

Svanur vil fegin takka tykkum, sum luttóku, Kára P. Højgaard, Eik Banka, og Eiðis og Runavíkar kommunu.

Úrslit frá Eik Cup 2012

Úrslitini frá Eik Cup 2012, sum var á Eiði sunnudagin 21. oktober vórðu hesi:

Boccia mannfólk

1. Tórður Hjalt

2. René Thomsen

3. Theodor Esmar Hansen

Boccia konufólk

1. Ann í Puntabyrgi

2. Meiken Olsen

3. Joanna J. Poulsen

Boccia fyri rørðslutarnað

1. Jógvan Telling

2. Martin Kristoffur Kristiansen

3. Jórun Simonsen

Mini golf mannfólk

1. Theodor Esmar Hansen

1. Valdemar Dam

1. Tórður Hjalt Jacobsen

2. Eli Olsen

3. Elvin Weihe

Mini golf konufólk

1. Meiken Olsen

2. Joanna J. Poulsen

2. Halla Poulsen

3. Ruborg Haraldsen

Mynd: Eiðis skúli

×