Eli lagt seg á odda í Boccia Grand Prix 2025-26

Mikudagin varð triðja umfar í Boccia Grand Prix leikt í skúlanum á Glyvrum. Undan umfarinum stóð púra á jøvnum millum Joannu og Eli. Eisini var ógvuliga tætt millum Ísak, Mirjam, Rannvá, Rúnu og Joen Jacob.

Eli hevði ein avbera góðan dag mikudagin. Fyrst leikti hann seg lættliga víðari úr bólkaspælinum. Síðani var hann støðugur í fjórðings- og hálvfinaluni, áðrenn hann krýndi verkið við greiðum sigri í sjálvari finaluni, sum var leikt móti Rannvá. Við sigrinum legði hann seg greitt á odda í samlaðu kappingini, nú einans eitt umfar er eftir. Tað umfarið verður leikt í Glyvra skúla mikudagin klokkan 16.

Nr.
Leikari
1. umfar
2. umfar
3. umfar
4. umfar 
íalt
1
Eli
9
10
10
29
2
Joanna
10
9
5
24
3
Ísak
5
8
7
20
4
Mirjam
5
5
9
19
5
Rannvá
5
5
8
18
6
Joen Jacob
7
5
5
17
7
Rúna
5
5
5
15
8
Sjúrður
8
0
5
13
9
Allan
2
7
2
11
10
Ann
2
2
2
6
10
Melkjor
2
2
2
6
10
Jacob
2
2
2
6
13
Tordur
2
0
0
2
14
Tanja
2
0
0
2
15
Mortan
2
0
0
2

Støðan í Boccia Grand Prix 2025-26

Eftir tvey tey fyrstu umførini av Boccia Grand Prix 2025-26 er sera tætt í oddinum. Joanna og Eli eru bæði á fyrsta plássi við 19 stigum, og Ísak er nummar 3 við 13 stigum. Sí alla støðuna niðanfyri.

Nr.
Leikari
1. umfar
2. umfar
3. umfar
4. umfar 
Íalt
1
Joanna
10
9
 
 
19
1
Eli
9
10
 
 
19
3
Ísak
5
8
 
 
13
4
Joen Jacob
7
5
 
 
12
5
Rannvá
5
5
 
 
10
5
Mirjam
5
5
 
 
10
5
Rúna
5
5
 
 
10
8
Allan
2
7
 
 
9
9
Sjúrður
8
0
 
 
8
10
Ann
2
2
 
 
4
10
Melkjor
2
2
 
 
4
10
Jacob
2
2
 
 
4
13
Tordur
2
0
 
 
2
14
Tanja
2
0
 
 
2
15
Mortan
2
0
 
 
2

Marta vann ársins Boccia Grand Prix

Spennandi triðja og seinasta umfar í Grand Prix varð avreitt í Glyvra skúla mikudagin. Undan hesum seinasta umfarinum lá Joanna á odda, tí hon hevði staðið seg sera væl í tveimum teimum fyrstu umførunum. Mikudagin møtti hon Joen Jacob í fjórðingsfinaluni. Eftir sera gott spæl endaði tað við, at ein vælleikandi Joen Jacob vann á Joannu, sum tí mátti taka til takkar við 5 stigum.

Ein annar, sum gjørdi um seg, var Ísak. Hann vann seg heilt í finaluna við fyrst at vinna tveir dystir við brotskøstum.

Í finaluni dró Marta longra stráið, og fekk tí 10 stig, sum eisini avgjørdu ársins Boccia Grand Prix. Samlaða úrslitið gjørdist, at Marta gjørdist nummar 1, Joanna nummar 2 og Miriam nummar 3.

Hjartaliga til lukku tit tríggjar.

Samstundis er ítróttaárið eisini liðugt. Vit takka fyri í ár og vóna, at vit øll síggjast aftur í heyst til eitt nýtt ítróttaár og fleiri bocciakappingar.

Við svanakvøðu

Rúna, Jóhan og Dan

Nummar
Leikari
1.umfar – stig
2. umfar – stig
3. umfar – stig
Stig íalt
1
Marta
5
10
10
25
2
Joanna
10
9
5
24
3
Miriam
8
5
9
22
4
Joen Jacob
9
2
8
19
4
Ísak
5
5
9
19
6
Eli
0
8
5
13
7
Sjúrður
2
5
5
12
8
Elvin
7
2
2
11
9
Ann
5
5
0
10
10
Tordur
0
7
0
7
10
Tanja
5
0
2
7
12
Jacob
2
2
2
6
12
Melkjor
2
2
2
6
13
Elin
0
0
5
5
14
Mortan
2
0
2
4
14
Richard Wenzel
2
2
0
4

Marta vann annað umfar í Grand Prix

Spennandi umfar í Grand Prix varð avreitt herfyri. Í spennandi endaumfari vísti Marta, at hon dugir at spæla boccia. Tað gjørdi hon m.a., tá hon vann finaluna móti Joannu. Eli og Tordur spældu um triðja plássið. Royndirnar hjá Eli komu væl við, og hann vann sær 8 stig í kappingini.

Eitt umfar er eftir, og tað verður leikt, tá kvøldskúlaárið er liðugt.

Nummar
Leikari
1.umfar – stig
2. umfar – stig
Stig íalt
1
Joanna
10
9
19
2
Marta
5
10
15
3
Miriam
8
5
13
4
Joen Jacob
9
2
11
5
Ann
5
5
10
5
Ísak
5
5
10
7
Elvin
7
2
9
8
Eli
0
8
8
9
Sjúrður
2
5
7
9
Tordur
0
7
7
11
Tanja
5
0
5
12
Richard Wenzel
2
2
4
12
Jacob
2
2
4
12
Melkjor
2
2
4
15
Mortan
2
0
2

Joanna vann fyrsta umfar av Boccia Grand Prix

Beint fyri jól var fyrsta umfar av Boccia Grand Prix leikt í skúlanum á Glyvrum. Úrslitið gjørdist, at Joanna vann finaluna móti Joen Jacobi og hevur tí lagt seg á odda í kappingini. Støðan er hendan:

Nummar
Leikari
1.umfar – stig
1
Joanna
10
2
Joen Jacob
9
3
Miriam
8
4
Elvin
7
5
Marta
5
5
Tanja
5
5
Ann
5
5
Ísak
5
9
Sjúrður
2
9
Jacob
2
9
Melkjor
2
9
Richard Wenzel
2
9
Mortan
2

Eli vann Boccia Grand Prix

Mikudagin var seinasta umfar í Boccia Grand Prix avgreitt í Glyvra skúla. Hetta var fjórða og seinasta umfar í kappingini, sum hevur koyrt síðani í heyst. 

Undan fjórða umfarinum lá Eli á odda. Eli var við í Berlin seinasta summar, og vandi hann tá nógv og væl. Hann hevur aftur vant nógv í vetur, og tað sæst aftur í, at hann aftur hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár.

Í dagsins kapping vóru 16 luttakarar møttir. Í dystinum um triðja plássið vann Rannvá á Joannu. Í finaluni møtti Eli Rúnu, og hann lat ongan iva vera um, hvør er besti boccialeikari í ár. Hann vann tryggan sigur á Rúnu.

Í samlaðu kappingini gjørdist Eli eisini vinnari. Hann fekk íalt 35 stig í teimum fýra kappingunum. Nummar tvey gjørdist Joanna við 28 stigum, meðan Marta endaði sum nummar trý við 25 stigum.

Vit takka fyri eitt gott kappingarár og síggjast aftur í heyst. Góða summarferiu😉

Dan og Jóhan

Nr
Leikari
umfar
umfar
umfar
umfar
Samlað stigatal
1
Eli
5
10
10
10
35
2
Joanna
5
7
9
7
28
3
Marta
10
8
2
5
25
4
Rannvá
9
2
5
8
24
5
Rúna
2
2
8
9
21
5
Elvin
5
9
7
0
21
7
Ísak
8
2
5
5
20
8
Miriam
2
5
5
5
17
9
Tanja
7
5
2
0
14
9
Ann
5
5
2
2
14
11
Sjúrður
2
5
2
2
11
11
Joen Jacob
2
2
5
2
11
13
Melkjor
2
2
2
2
8
13
Elin
2
2
2
2
8
13
Jóhanna
2
2
2
2
8
16
Mortan
2
0
2
2
6
16
Jacob
0
2
2
2
6
16
Berit
2
0
2
2
6
19
Bjarti
2
0
0
0
2

Eli fremstur í Svana Grand Prix

Mikudagin varð triðja umfar av Boccia Grand Prix leikt í Glyvra skúla. 18 luttakarar vóru. Hesaferð vóru 6 leikarar í hvørjum bólki í innleiðandi umfarinum, so tað blivu 5 dystir í part. Tí var hetta eisini ein góð venjing hjá øllum. 

Tað eydnaðist Joen Jacob at vinna seg í hálvfinaluna, har hann tó mátti lúta fyri Rúnu, sum eisini vann seg víðari fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Í finaluna møttust tveir garvaðir boccialeikarar, Eli og Joanna. Og tað gjørdist eisini ein sera tøtt finala, sum at enda mátti avgerast við brotskøstum. Tá hevði Eli ís í búkinum og vann. Talan er um annan sigurin á rað, og við honum hevur Eli nú lagt seg á odda í kappingini. 

Fjórða og seinasta umfar verður leikt um tað mundið, tá kvøldskúlaárið endar. Tá verður greitt, hvør verður vinnari av Boccia Grand Prix í ár. Í veruleikanum kunnu 6 leikarar framvegis kappast um meistaraheitið.

Støðan í kappingini er nú:

Nummar
Leikari
umfar
umfar
umfar
Samlað stigatal
1
Eli
5
10
10
25
2
Elvin
5
9
7
21
2
Joanna
5
7
9
21
4
Marta
10
8
2
20
5
Rannvá
9
2
5
16
6
Ísak
8
2
5
15
7
Tanja
7
5
2
14
8
Ann
5
5
2
12
8
Miriam
2
5
5
12
8
Rúna
2
2
8
12
11
Sjúrður
2
5
2
9
11
Joen Jacob
2
2
5
9
13
Melkjor
2
2
2
6
13
Elin
2
2
2
6
13
Jóhanna
2
2
2
6
16
Mortan
2
0
2
4
16
Jacob
0
2
2
4
16
Berit
2
0
2
4
19
Bjarti
2
0
0
2

Eli vann annað umfar í Svana Grand Prix

Mikudagin varð annað umfar av Boccia Grand Prix leikt í Glyvra skúla. 16 luttakarar vóru. Í finaluna kom ein gamal kenningur, sum veruliga spældi upp til sítt besta. Talan er um Elvin. Har møtti hann einum væl uppløgdum Eli. Eli dróg longra stráið og vann kappingina og fekk 10 stig á kontuna.

Støðan í kappingini er nú:

Nummar
Leikari
1. umfar
2. umfar
Samlað
1
Marta
10
8
18
2
Eli
5
10
15
3
Elvin
5
9
14
4
Joanna
5
7
12
4
Tanja
7
5
12
6
Rannvá
9
2
11
7
Ann
5
5
10
7
Ísak
8
2
10
9
Sjúrður
2
5
7
9
Miriam
2
5
7
11
Elin
2
2
4
11
Melkjor
2
2
4
11
Jóan Jakku
2
2
4
11
Rúna
2
2
4
11
Jóhanna
2
2
4
16
Mortan
2
0
2
16
Jacob
0
2
2
16
Berit
2
0
2
16
Bjarti
2
0
2

Jólaborðhald verður endiliga aftur

Árliga jólaborðhaldið hjá Svani verður í Leirvík týsdagin 5. desembur.

Vit byrja við at bovla kl 18, og aftaná fara vit at fáa okkum ein betri bita, syngja og hugna okkum.

Tey, ið ynskja at koma við, skulu siga frá áðrenn fríggjadagin 1. desembur til Annu Gaardlykke á tlf 592027, ella senda ein mail til svanur@svanur.fo

Kostnaðurin er 300 kr, og tit gjalda, tá tit møta.

Vit gleða okkum, at síggja tykkum og vóna at fáa eina hugnaliga og stuttliga løtu saman.

Vinarliga
Nevndin

Fyrsta umfar av boccia grand prix leikt

Mikudagin 22. november varð fyrsta umfar av fýra í boccia grand prix leikt í Glyvra skúla. 18 luttakarar møttu, og vit fingu eina góða kapping.

Úrslitið gjørdist, at Marta vann finaluna móti Rannvá. Hon hevur tí lagt seg á odda við 10 stigum. Nummar tvey gjørdist altso Rannvá, meðan Ísak gjørdist nummar trý. Seinasti hálvfinalisturin var Tanja, og hetta er fyrstu ferð, at hon spælir seg í hálvfinaluna.

Annað umfar verður einaferð í desembur.

Nummar
Leikari
Stig
1
Marta
10
2
Rannvá
9
3
Ísak
8
4
Tanja
7
5
Eli
5
5
Ann
5
5
Elvin
5
5
Joanna
5
9
Bjarti
2
9
Elin
2
9
Melkjor
2
9
Sjúrður
2
9
Rúna
2
9
Mortan
2
9
Jóan Jakku
2
9
Jóhanna
2
9
Berit
2
9
Miriam
2
 
 
 
×