Valdemar vinnari av Boccia Grand Prix 2012

18 leikarar kappaðust í 4 og seinasta umfarinum av Boccia Grand Prix, sum varð leikt í Skúlanum við Løkin hóskvøldið 29. mars. Kappingin varð skipað í 5 bólkum við fýra og trimum leikarum í hvørjum. 8 leiktu seg víðari í fjórðingsfinalurnar. Kappingin var sera jøvn og spennandi. Eitt nú vóru René og føroyameistarin Tórður við, eftir at teir hava verið í útlegd seinastu mánaðirnar. Og so vóru nakrir ungir leikarar, sum stóðu seg sera væl. Rógvi Nesá spældi seg víðari til fjórðingsfinalurnar, og tað sama gjørdi Sofía Øregaard, sum leikti sína fyrstu Boccia Grand Prix kapping. Komandi ár verður spennandi at fylgja teimum báðum.
Úrslitið av 4. umfarinum gjørdist, at René vann og Ann gjørdist nummar 2. René vann finaluna tepurt, 4-3. Í dystinum um triðja og fjóra plássið vann Theodor Esmar greitt móti Valdemari.
Samlaða úrslitið gjørdist, at Valdemar er nýggjur vinnari av Boccia Grand Prix. Valdemar fekk íalt 36 stig. Tað eru heili 10 stig meira enn Elvin, sum gjørdist nr. 2. Theodor Esmar gjørdist nummar trý og fekk bronsuheiðursmerkið.
Nú verður støðgur í bocciaspælinum. Kvøldskúlarnir eru lidnir fyri í ár. Men á summarstevnunum fer Svanur aftur at skipa fyri bocciaspæli. Og so verður ein kapping í Runavík í summar, tá eingilska landsliðið í boccia kemur á vitjan. Talan er um vinardyst, men tað verður meira at frætta um seinni. Takk fyri í ár! Sí myndir her.

Onnur tíðindi