Marta vann umfarið – René vann steypin

20 leikarar stóðu til reiðar, tá seinasta umfar av boccia grand prix varð leikt í fimleikahøllini á Glyvum mikudagin. Spenningurin var stórur, tí tríggir leikarar, René, Elvin og Ísak, kundu vinna kappingina. Vann René kappingina, so vann hann samstundis steypin til ognar. Ein steypur, sum kappast hevur verið um í 10 ár.

Longu í innleiðandi umførunum møtti Ísakur harðari mótstøðu. Endin var, at hann ikki megnaði at vinna seg víðari í kappingini, og so misti hann samstundis møguleikan at vinna steypin.
Elvin og René komu báðir víðari úr bólkaspælinum. René møtti Kristiani, sum gav honum skarpan gang. Endin var tó, at René vann dystin og kom í hálvfinaluna. Elvin møtti Eli í fjórðingsfinaluni. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur. Serliga seinasta kastið í fyrru rundu var margháttligt, tí her legði Eli sín seinsta bólt oman á allar teir hjá Elvin, og vann sær eitt stig. Tá samanum kom hevði Eli vunnið á Elvin, og so var longu greitt, at René fór at vinna steypin, vinna hann til ognar.
Í sjálvari finaluni vann Marta tó á René. Í dystinum um triðja plássið vann Pauli á Eli. Úrslitið av fjórða umfarinum gjørdist tí:
1. Marta
2. René
3. Pauli
4. Eli
Úrslitið av Boccia Grand Prix gjørdist:
1. René
2. Elvin
3. Ísak
4. Eli
5. Marta
Yvirlit av boccia grand prix 2018-19 sæst her: http://svanur.fo/default.asp?menu=364
Onnur tíðindi