Væleydnað Svana-cup

Tiltakið byrjaði við, at luttakararnir gingu í skrúgongu inn í høllina, har Tórbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, setti dagin.

Síðani vóru bocciakappingar á skránni. Kappast varð í 4 deildum. Menningartarnað menn, menningartarnað kvinnur, rørslutarnað og so áskoðarar.
Einans tveir luttakarar vóru til kappingina hjá rørslutarnaðum. Tað vóru teir báðir Petur Martin og Marius, sum høvdu leitað sær allan vegin úr Havn at kappast. Kappingina vann Petur Martin.
Kappingin hjá menningartarnaðum kvinnum var tøtt og spennandi. Tær tríggjar Joanna, Marta og Elin dystaðust. Joanna vísti sítt virði og vann kappingina. Marta bleiv nummar tvey, og Elin vann bronsumerkið.
Størsta kappingin var tann millum menningartarnaðar menn. Einir 20 luttakarar vóru. Tá samanum kom vann Valdemar kappingina. Finaludystin móti Ísaki vann Valdemar tepurt. Triðja plássið vann Jørgen. Gull til Valdemar, silvur til Ísak og bronsa til Jørgen.
Til seinast kappaðust áskoðararnir. Her var kappingin sera opin. Vinnari gjørdist Jonn Barbá, sum er beiggi Helga. Nummar tvey gjørdist Arvid og bronsumerkið vann Beinta.
Dagurin var sera væl eydnaður. Nógv fólk møtti upp, og fyrireikararnir høvdu gjørt nógv burturúr.
Nú kvøldskúlarnir eru farnir í gongd aftur, eru eisini fleiri kappingar á skránni. Í vetur verður aftur kappast í Boccia Grand Prix. Fyrsta umfar í tí kappingini verður skjótt. Boðað verður frá inni á www.svanur.fo og á facebook.
Onnur tíðindi