Grand Prix kappingin í boccia hevur verið sera væl dámd millum leikararnar hjá Svani. Og nú leggja vit til brots aftur. Hetta er fjórða árið, at kappingin verður hildin. Fyrsta árið vann Beinta Sørensen, næsta árið vann Elvin Weihe, og í vár kundi Valdemar Dam lyfta steypið upp um høvd, tí hann gjørdist vinnari 2012.
Fyrsta umfarið í Boccia Grand Prix verður leikt hóskvøldið kl. 19 í skúlanum við Løkin. Tilmelding fer fram á staðnum. Vónandi verða nógvir luttakara.