Á føðingardegnum hjá Svani, tosaði Dan Lamhauge um upprunan til ítróttarfelagið Svan.
Hjartaliga til lukku vit øll. 10 ár eru ikki 10 dagar, og tað er ein serstøk orka, ið nógv góð fólk hava lagt í Ítróttafelagið Svan seinasu 10 árini. Tí kunnu vit møta her í dag og fagna okkum sjálvum, okkara felagi.
Í 1980 varð ÍSB sett á stovn. Endamálið var at skipa fyri ítrótti fyri fólk, sum bóru brek. Tað eydnaðist sera væl. ÍSB hevur drivið á, síðani tað varð stovnað og hevur nátt langt. ÍSB, nú Parasport Føroyar, hevur skapt møguleikan, sum ikki var. Tað eru tað mong, sum njóta gott av. Eitt av málinum, sum ÍSB setti sær í 1980, var at seta á stovn feløg runt landið. Tað komi eg aftur til.
Eg havi virkað sum venjari hjá ÍSB í mong ár, einamest boccia. Vit ferðaðust runt landið fyri at skipa fyri kappingum. Men onki felag var at kappast við ella fyri. Man kappaðist mest fyri seg sjálvan. Vit kunnu samanbera tað við, at FSF kappast móti FSF, heldur enn HB móti NSÍ, HSF móti HSF heldur enn Tjaldur móti STÍF. Tá eg so saman við familju míni flutti inn í Eysturoynna í 2006, kom eg í samband við góð fólk. Teirra millum vóru Jastrid Weihe úr Runavík og Marjun í Jákupstovu av Eiði. Vit tosaðu um, at rættast var, um vit royndu at fáa eitt lokalt felag upp at standa. Felagið skuldi dekka Eysturoynna.
Onkur kann kanska spyrja, hví tað er umráðandi at stovna eitt ítróttafelag, eitt lokalfelag. Og júst hesin spurningurin verður svaraður í sjálvari endamálsorðingini fyri felagið. Har stendur, at endamálið er at skapa ein samleika. T.v.s., at hetta er okkara felag, sum vit eru til reiðar til at gera eitt sindur meira fyri, strekkja okkum eitt sindur longur fyri. Hetta felagið eru vit, og hesum felagnum halda vit við.
Við hesum í huga fóru vit trý, Jastrid, Marjun og undirritaði undir at stovna felagið. Eftir at hava tosað saman, ringt ímillum okkum og skrivað, varð fundur hildin í skúlanum við Løkin hin 19. januar 2009. Tá komu Egga Jensen og Niels Nattestad at greiða okkum frá, hvussu ein stovnar felag, smíðar lógir og kemur í gongd. Eg haldi, at teir trúðu ikki ordiliga upp á, at tað fór at eydnast. Teir høvdu jú havt hetta sum mál síðani 1980.
Vit fingu Sølva Reinert Hansen, sum tá var ÍSF-foresti, at hjálpa okkum við reglugerðini. Og 29. januar var alt tað arbeiðið fingið upp á pláss, og fyribilsnevnd vald. Í tí nevndini sótu vit trý, Jastrid, Marjun og undirritaði.
Fyri at byrja, skuldi navn finnast til felagið. Fleiri uppskot vóru á borðinum, men tað var skjótt, at vit samdust um navnið Svanur. Svanur er ein fuglur, sum skilir seg burturúr í vakurleika, ein fuglur ein leggur merki til. Tað hvíta súmboliserar tað óspilta. Og liturin, tann hvíti, sæst týðuliga bæði ein góðan summardag og ein gráan heystardag sum í dag. Vit kunnu siga, at hóast ytru umstøðurnar broytast, so er hann hin sami. Svanurin hevur eitt stórt veingjabreiði, har tað er rúm fyri nógvum, lívd fyri veðri og verja móti vandum. Og so kenna vit øll ævintýrið hjá H.C. Andersen.
Vit fingu Sjúrð Højgaard at snikka okkum eitt búmerki til. Sjúrður er úrmælingur á hesum økinum. Hann kom við trimum uppskotum, men tað var alt fyri eitt, at vit valdu tað búmerkið, sum vit kenna í dag. Búðmerkið er ein svanur, ein bringubrattur, fattur og fegin fuglur við veingjunum yvir høvd, hvør skal siga, eg havi júst útint ella avrikað nakað. Høvur og hálsur ímynda eitt S fyri Svanur. Fuglurin er hvítur, men legg merki til gula nevið. Hvør fuglur syngur við sínum nevi. Man ger tað upp á sín máta.
28. februar fingu vit góðkenning frá ÍSF, og so var klárt at hava stovnandi aðalfund. Hesin fundur varð hildin í skúlanum við Løkin á grækarismessu, 12.mars 2009. Vit trý vóru so sera spent at vita, hvussu móttøkan fór at vera. Fóru fólk at møta upp? Hildu tey hetta vera fjas? Kl 19 skuldi fundurin byrja. Kl 18:50 máttu vit seta fleiri stólar fram og kl 19 var stúgvandi fult av spentum fólki, foreldrum, áhugaðum og politikkarum. Hetta var sera hugaligt. Reglugerðin varð góðkend, nevnd varð vald, búðmerkið varð avdúkað, vit fingu t-shirt og nógvir limir teknaðu seg, eisini fleiri, sum ikki beinleiðis høvdu nakað tilknýti til eitt tílíkt ítróttafelag.
Og so hevði Eik banki – nú Betri – játtað at vera høvuðstuðul. Hóast hetta ikki kann samanberast við Landskrona í 1990 ella Sandberg Nielsen 2019, so var hetta ein stórur dagur fyri føroyskan ítrótt, tí hetta var fyrsta ítróttafelag undir ÍSB. Tí skrivaðu vit søgu hendan dagin. Síðani er felag stovnað í Havn, Smæran. Satt at siga, so vónaðu vit tá, at fleiri feløg fóru at verða stovnaði. Tey kanska fara at koma. Tí, tit. Eg minnist, tá eg sá fyrstu “svanarnar” koma gangandi fram við vegnum í nýggjum búna. Brádliga vóru vit ein sjónlig býarmynd. Tit vóru errin, eg var errin. Og tí vóni eg, at onnur feløg verða sett á stovn, so at onnur eisini kunnu vera sjónlig býarmynd og errin í eyðkendum búna.
Í dag hátíðarhalda vit 10 ára dagin fyri stovnanini av Svani, okkara felagi. Tað er ongin sjálvfylgja, at eitt tílíkt felag megnar at hátíðarhalda 10 ára dag. Tað ber bara til, um felagið er væl rikið, og her hava vit verið heppin. Skiftandi nevndir hava prógvað, at tað ber væl til at hava hetta felagið koyrandi. Tey leggja nógva orku í, og tað sæst aftur í rúgvuni av tiltøkum og tilboðum, sum Svanur skipar fyri. Hjartaliga takk skulu tit hava, sum trúðliga hava átikið tykkum nevndararbeiði í Svani. Tit eru fantastisk.
At enda fari eg aftur at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 10 árunum. Vit eru farin úr grulvustøðu og upp at ganga. Komandi tíggju árini fara vit vónandi at seta enn meira ferð á, náa enn fleiri ítróttagreinar, enn fleiri tilboð, enn fleiri kappingar. Og hvør veit, um vit ein dag ikki kunnu loyva okkum út um landoddarnar at kappast – sum okkara felag, Svanur? Í øllum førum hava fyrstu 10 árini verið nógv størri, betri og tryggari, enn vit høvdu torað at droymt um. Stóra takk fyri tað. Stóra takk fyri, at eg varð boðin við og fekk loyvi at bera fram hesa heilsan, sum er frá okkum trimum Jastrid, Marjun og mær. Hjartaliga til lukku við Svani og blíðan byr. Til seinast haldi eg, at vit øll skulu reisast og rópa eitt trífalt hurrá fyri íðkarunum hjá Svani. Takk fyri.
Dan Lamhauge