Svana cup mánadagin 8 oktobur


Svana cup í Løkshøll 8 okt.

Svanur, sum er eitt ítróttarfelag fyri fólk við rørslu- og menningartarni í Eysturoy, hevur tey seinastu níggju árini skipað fyri einari cupkapping í boccia, ið kallast Svana-cup. Henda kappingin verður í Løkshøll í Runavík mánadagin 08. oktobur kl. 16.00.

Kappast verður í boccia fyri rørslu- og menningartarnað. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við í uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar í Boccia í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Í nøkur ár hava vit valt at hava eina kapping fyri áskoðararnar eisini, har tey, sum annars kappast, leggja lag á. Hetta er sera spennandi og skemtingarsamt bæði fyri brúkarar og áskoðarar. Á skránni í ár vera fýra kappingar:

1. Kvinnur við menningartarni

2. Menn við menningartarni

3. Kvinnur og menn við rørslutarni

4. Áskoðarar

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vit miðað ímóti at fáa eina hugnaliga løtu við síðuna av kappingina eisini, har okkurt gott verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Onnur tíðindi