Fótbóltssambandið veitir útgerð, mat og drekka til tiltakið, og vónandi ber til at fáa onkrar dómarar úr dómarafelagnum at døma. Kappingarnar verða skipaðar á einum fjórðingsvølli, har tað eru fimm á hvørjum liði. Tað skulu altíð verða minst trý fólk við menningartarni inni í senn á hvørjum liði. Tað hevði eisini verið stuttligt, um eisini fólk uttan menningartarn, sum hava áhuga í at venja og stuttleika sær møttu upp til tiltakið, sigur Tróndur Ravnsfjall.
Kunning er á nýggju heimasíðuni, www.parasport.fo, og á facebook síðuni hjá Parasport Føroyar.