Eli vann Boccia Grand Prix

Mikudagin var seinasta umfar í Boccia Grand Prix avgreitt í Glyvra skúla. Hetta var fjórða og seinasta umfar í kappingini, sum hevur koyrt síðani í heyst. 

Undan fjórða umfarinum lá Eli á odda. Eli var við í Berlin seinasta summar, og vandi hann tá nógv og væl. Hann hevur aftur vant nógv í vetur, og tað sæst aftur í, at hann aftur hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár.

Í dagsins kapping vóru 16 luttakarar møttir. Í dystinum um triðja plássið vann Rannvá á Joannu. Í finaluni møtti Eli Rúnu, og hann lat ongan iva vera um, hvør er besti boccialeikari í ár. Hann vann tryggan sigur á Rúnu.

Í samlaðu kappingini gjørdist Eli eisini vinnari. Hann fekk íalt 35 stig í teimum fýra kappingunum. Nummar tvey gjørdist Joanna við 28 stigum, meðan Marta endaði sum nummar trý við 25 stigum.

Vit takka fyri eitt gott kappingarár og síggjast aftur í heyst. Góða summarferiu😉

Dan og Jóhan

Nr
Leikari
umfar
umfar
umfar
umfar
Samlað stigatal
1
Eli
5
10
10
10
35
2
Joanna
5
7
9
7
28
3
Marta
10
8
2
5
25
4
Rannvá
9
2
5
8
24
5
Rúna
2
2
8
9
21
5
Elvin
5
9
7
0
21
7
Ísak
8
2
5
5
20
8
Miriam
2
5
5
5
17
9
Tanja
7
5
2
0
14
9
Ann
5
5
2
2
14
11
Sjúrður
2
5
2
2
11
11
Joen Jacob
2
2
5
2
11
13
Melkjor
2
2
2
2
8
13
Elin
2
2
2
2
8
13
Jóhanna
2
2
2
2
8
16
Mortan
2
0
2
2
6
16
Jacob
0
2
2
2
6
16
Berit
2
0
2
2
6
19
Bjarti
2
0
0
0
2
Onnur tíðindi