Svana-cup í Løkshøll

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri fólk við brekið í Eysturoy, hevur seinastu sjey árini skipað fyri einari cupkapping í boccia. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við til uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar við í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Tvey tey síðstu árini hava vit eisini haft eina kapping fyri áskoðararnar, har tey rørðslu- og menningartarnaðu hava lagt lag á. Hetta hevur verið sera spennandi og skemtingarsamt og verður tað við aftur í ár. Í ár verða fýra kappingar á skránni:

1. Kvinnur við menningartarni

2. Menn við menningartarni

3. Kvinnur og menn við rørðslutarni

4. Áskoðarar

Bárður Kass Nielsen fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vit miðað ímóti at fáa eina hugnaliga løtu við síðuna av kappingina eisini, har kaffi og annað gott verður at fáa.

Tey, ið ynskja at luttaka, verða vinaliga biðin um at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo.

Tað kostar 50 kr. at luttaka (tó kostar tað einki fyri áskoðararnar).

Onnur tíðindi