Eik Cup 2012, sum aftur hesaferð var í høllini á Eiði, var rættiliga væleydnað. Fleiri fólk enn árið fyri høvdu teknað seg til kappingarnar, og áskoðararnir vóru eisini fleiri.
Væl gekst at skipa bocciakappingarnar, og av tí mini golf eisini var á skránni í ár, var smidligari at býta leikararnar i bólkar, og bíðitíð, sum kann koma fyri, var tí lítil.
Hóast Svanur ikki hevur royndir við mini golf, og hóast kappinginin ikki var liður størri kapping, var spælið væl móttikið av øllum, sum vóru í høllini. Tað, at golfvøllurin var fjølbroytur og stórur í vavi gjørdi hendan partin til eitt frískt og spennandi íkast.
Samanumtikið var dagurin góður bæði ítróttarliga og sosialt, men dagurin fekk eisini rættan dám av fløggum og við luttøku av landsstýrismanninum í innlendismálum, Kára P. Højgaard, sum annars er limur nr. 100 í Svani. Røða landsstýrismansins sæst annars her.
Svanur vil fegin takka tykkum, sum luttóku, Kára P. Højgaard, Eik Banka, og Eiðis og Runavíkar kommunu.