Úrslit frá Athen

Kappingin í Athen er í gongd, og øll okkara ítróttafólk hava nú kappast. Og tað hevur heild gingið væl, onkur fegnast um persónlig met og sigrar, meðan onnur kundu hugsað sær, at tað gekk betur. Men øll royna sítt besta og geva ikki upp, frætta vit úr Athen.

Niðanfyri eru úrslitini fyri hvørja ítróttagrein:

Frælsur ítróttur

Tórður Hjalt Jacobsen og Júst í Túni hava luttikið í 200 m renning í innleiðandi umfarinum. Tórður kom á mál við tíðini 27,50 sek, sum eisini er persónligt met. Júst kom á mál við tíðini 27,83. Tórður hevur eisini luttikið í kappingini 100 m renning, og í innleiðandi umfarinum kom ungi vábingurin á mál við tíðini 12,91 sek.

Júst hevur luttikið í finaluni á 400 m teininum, men her gekk ikki sum ætlað hjá Júst, hann kom illa frá startinum, men kom tó mál við tíðini 59,38 sek, og fekk harvið eitt 7. pláss.

Rannvá Strøm og Meiken Olsen hava luttikið í 100 m renning, og í innleiðandi umfarinum kom Rannvá á mál við tíðini 16,18 sek og Meiken 17,54 sek. Tær báðar hava eisini runnið 200 m í innleiðandi umførunum Meikan fekk tíðina 35,64 sek og Rannvá 34,05 sek, báðar settu persónlig met.

Svimjing

Allir okkara svimjarar hava luttikið í innleiðandi umførunum, og onkrar finalur eru longu avgreiddar. Heidi Eliasen vann bronsu í 50 m ryggsvimjing, hon kom á mál við tíðini 46,75 sek, sum er góð 3 sek betri enn hennara besta tíð á teininum. Í finaluni í 50 frísvimjing var Heidi so óheppin, at hon misti svimjibrillurnar, hon kláraði sostatt ikki at seta persónligt met í kappingini, sum hon annars hevði ætlað. Eisini Súsanna Johannesen hevur staðið seg væl í svimjikappingini, hon vann bronsu í 100 m frísvimjing.

Eisini Robert Poulsen og Eivindur Toftegaard hava kappast í dag, teir luttóku í innleiðandi umfarinum í greinini 50 m frísvimjing. Tíðin vísti 32,02 sek, tá Robert kom á mál, og 37,28 sek var tíðin hjá Eivindi. Á 100 m teininum í frísvimjing vann Robert gull í sínum bólki við tíðini 1.11,14, og Eivindur kom á sjeynda pláss í sínum bólki við tíðini 1.23,02

Boccia

Føroyska liðið vann silvur í liðkappingini. Í finaluni spældi føroyska liðið móti Sri Lanka, Pakistan kom á triðja pláss. Kappingarnar halda fram í boccia, har føroysku spælararnir luttaka í einstaklinga kapppingunum

Eftir fjórða dagin á Special Olympics leikunum, er støðan tann at Føroyar hava vunnið fýra heiðursmerki, eitt gull-, eitt silvur- og tvey bronsuheiðursmerki. Harafturat hava tey sett fleiri persónlig met.

Kappingarnar í Athen halda fram til sunnudagin.

Onnur tíðindi