Ítróttarfelagið Svanur økir um virksemið

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri rørslu -/ og menningartarnað í Eysturoy, tekur nú enn eitt stig, fyri at økja um virksemið í felagnum.

Frá í heyst verður svimjing ein fastur partur av venjingarskránni hjá okkum. Higartil hevur felagið havt ítróttargreinarnar boccia og fótbólt, og arbeitt verður støðugt við at kunna bjóða fleiri ítróttargreinar.

Vit kundu hugsað okkum, at tað gekk skjótari við at fáa aðrar ítróttargreinar upp at standa, men vit muga bara ásanna, at hetta tekur tíð. Nevndin í Svani leggur stóran dent á, at venjingarnar sum eru, skulu vera væl skipaðar við føstum tíðum og venjarum.

Komandi vetur fer felagið at skipa fyri regluligari svimjing í Leirvík og møguliga eisini á Toftum. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvør fer at venja svimjararnar, men felagið hevur samband við tveir royndar venjarar. Nærri verður lýst seinni á heimasíðu felagsins (www.svanur.fo), nær venjingarnar verða.

Onnur tíðindi