Ísak vann Boccia Grand Prix

Í sambandi við, at kvøldskúlaárið hjá Runavíkar Kvøld- og Ungdómsskúla endaði, varð skipað fyri framsýning í Løkshøll og bocciakapping úti á gongini. Talan var um fjórða umfar av Boccia Grand Prix.

Undan kappingini var støðan tann, at Ísakur lá á odda, eitt stig framman fyri Elvin. Eisini høvdu Elin og Joanna ein møguleika at vinna kappingina, men tá skuldi alt ganga upp í eina hægri eind.
Sum ein “jokari” luttók eisini Gunnar hesaferð.
Og júst Gunnar var stóra yvirraskilsi, tí tað eydnaðist honum at vinna seg heilt í finaluna, sum hann tó tapti móti stóra leikaranum og vinnaranum hetta kappingarárið, Ísaki Hansen.
Elvin endaði nummar trý í hesi kappingini og nummar tvey samanlagt.
Nummar trý í Boccia Grand Prix gjørdist Elin.
Takk fyri eitt frálíkt kappingarár. Góða summarferiu.
Onnur tíðindi